Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-28, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2012síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur ítróttarárið ið fór mai / juni 2012 Føroyar vunnu annars ein knúsandi 3-0 sigur Luksemborg. Vertjóðin var favorittur undan dystinum, men tá samanumkom, so var bara eitt lið á vøllinum. Næsti dysturin í kappingini var móti San Marino, sum tað ikki var væntað so nógv av. Tað skuldi tó vísa seg, at tær vóru væl sterkari enn nakar hevði givið sær fær um. Før­oyska liðið vann fyrsta sett, men tpati hini trý. Luksemborg vann greian sigur á Íslandi, so tað skuldi verið líka til at vunnið á grannatjóðini. Tað skuldi tó ikki vísa seg at verða so. Ísland vann ein tryggan 3-0 sigur. Sostatt endaði føroyska liðið aftast, eftir at hava fingið eina góða byrjan upp á kappingina. Fyrst var svom­ið 1500 metrar, síð­ ani var súkklað 40 kilo­metrar, og at enda runnu íðkararnir 10 kilo­metrar. Talan var um tann so­ nevnda OL-teinin. Guðmundur Joensen vann við tíðini 2 tímar og 4 min­uttir. Um hugt verður eftir tíð­ unum á oyggjaleikunum á griksku oynni, Rhodos í 2007, so hevði tíðin hjá Guðmundi rokkið til eitt oyggja­ leika-heiðursmerki. Allar teir sterkastu íðkararnir í Íslandi vóru við til kappingina, um­ framt aðrir útlendskir íðkarar. Tað bleiv sagt við Guðmund, at fór ikki at basa tann sterkasta íslendska kappingarneytan, men tá kappingin var liðug, var hesin skjótur at ynska Guðmundi tillukku við sigrinum. Guðmundur dylur ikki, at hann kundi gott hugsað sær oftari at kappast við teir fremstu triathlon íðk­ararnar í Íslandi, og hann úti­ hýsir ikki, at onkur av teimum ís­lendsku íðkarunum verður at síggja til eina kapping í Føroyum í fram­tíðini. Flogbóltur Føroysku flogbóltskvinnurnar fingu eina góða byrjan upp á undankappingina, men góða gongdin helt ikki við, og tað endaði við at føroyska liðið ikki megnaði at vinna sær pláss í EM endaspælinum fyri smátjóðir triathlon Guðmund Joensen vinnur triathlon-kapping á OL-teini í Íslandi Mistu EM á stokkinum Guðmund vinnur sterka kapping í Íslandi René fær debut U21 landsliðið fær stig Pól F. Joensen fer frá Vábingur vinnur á heimasjógvi Svimja í metum Bakkafrost stuðlar René Shaki Joensen sær sínar fyrstu minuttir á Superliga liðnu hjá Brøndby, tá hann verður skiftur inn í útidystinum móti AGF, sum tá er á odda 3-0. – Eg fekk ikki anda, segði René um fyrstu løtuna á vøllinum. Føroyska U21 landsliðið spælir javnleik móti Makedonia í Gundadali. Føroyska málið er eitt heldur marháttligt sjálvmál, tá málverjin glíður. Í hinum dystinum fær Serbia ein mann útvístan í fyrra hálvleiki, men vinnur. FC Suðuroy er fyrsta liðið, sum skiftir venjara í fót­bólts­kapp­ ingarárinum. Úrslitini hava ikki verið góð, og felagið liggur aftast í Effo-deildini. Pól F. Joensen tekur avleiðingarnar og leggur frá sær. Á jóansøku vinnur Vábingur fyri fyrstu ferð síðani 2004 á heima­ sjógvi. Fyri uttan tann sigurin, so skulu vit eini 30 ár aftur í tíðina fyri at finna ein heimasigur á jóan­søku. Á stevnu í Gundadali seta fleiri føroyskir svimjarar nýggj met. Størstan ans vekjur metið hjá Mgnusi Jákupsson, sum tekur metið hjá Páli Joensen í 100 metra blanda. Eitt met, sum Pál setti á Oyggjaleikunum í 2009. Bakkafrost og Fótbólts­sam­ band­ið gera stuðulsavtalu, sum inniber, at Bakkafrost sam­an við Atlantic Airways er høvðus­ stuðul hjá føroyska A-lands­ liðnum. Regin Jacobsen, stjóri á Bakka­frost, sær hetta sum ein gyltan møguleika at marknaðar­ føra laksin hjá Bakkarfrost. Mai Juni