Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-28, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur ítróttarárið ið fór september / oktober 2012 Umdoyptur og umbygdur, men lagið var eins gott á føroysku spæl­ arunum og viðhaldsfólkunum, tá dómarin bríkslaði dystin í gongd. Fleiri hundrað føroyskir áskoð­ arar vóru komnir til Hannover at stuðla landsliðnum. Umframt tey, sum komu við flúgvara úr Føroy­ um, so komu eisini fleiri bussar úr Dan­mark við viðhaldsfólkum. Á vøllinum vinnur Týskland greitt. 3-0. Og spældi Gunnar Nielsen ikki ein branddyst, so kundi tað verið meir. Hinvegin, so vunnu føroysku viðhaldsfólkini ein upp­ aftur størri sigur uttanfyri vøll­in. Sjáldan, um nakrantíð, hava nakr­ ir hundrað áskoðarar megnað at halda so nógvan gang á einum so stór­um leikvølli. Alt í alt ein góður dystur fyri Før­oyar. Nærri koma tey ikki kensluni frá 2006, tá EB/Streymur missur gulldreymin móti KÍ á Mølini á Eiði. Arnbjørn Hansen er sjálvandi á blettinum og skorar eitt av málinum hjá EB/Streymi. Felagsliðið hevur havt eitt gott kappingarár, og var eina brotssparkskapping frá at vinna steypakappingina eisini. Hetta er somuleiðis seinasti dyst­urin hjá Sorin Anghel, sum í 12 ár hevur verið ein lyklaspælari hjá EB/Streymi. ÍF fær bara javnleik á heimavølli móti HB, og vinnur silvur heiðurs­ merki. Tað fegnast tey um í Fugla­ firði. Tað er besta úrslitið hjá felag­ num í yvir 30 ár. Við Stórá stendur nógv upp á spæl, tá TB tekur móti B68, sum skal vinna við fýra mál fyri at yvir­ liva. TB kemur á odda, men tað end­ ar við, at B68 er bara eitt mál frá at røkka málinum. Fótbóltur Tíggju ár eftir megnar avrikið í Hannover í Týskalndi, tá Føroyar vóru stongina frá at fáa stig, stóðu føroysku spælararnir aftur á sama leikvølli Fótbóltur EB/Streymur vinnur FM heitið á seinasta leikdegnum móti NSÍ. Bara eina løtu er fjáltur á viðhaldsfólkunum, tá NSÍ javnar í fyrra hálvleiki Góðkent avrik í Týsklandi EB/Streymur vinnur FM Guðmundur sigrar í Írlandi Tríggir góðir hálvleikir Øssur danmarks­meistari Sepp Blatter vitjar í Føroyum KÍ FM vinnari fyri 13. ferð upp í slag Clayton og Rannvá eru best Guðmundur Joensen skúgvar 120 mans til viks og vinnur stóra triathlon-kapping í Írlandi. Sigurin ger, at Guðmundur nú er klár­ur til HM kapping komandi ár. Guðmundur luttekur í hálvum Iron Man og er nummar trý eftir svimj­ingina. Síðani tekur hann leiðsl­una á súkklu og vinnur. Føroyska A-landsliðið spælir ein fantastiskan dyst móti Zlatan Ibrahimovic og Svøríki, sum vinna tepurt 2-1. Móti Írlandi spæli­r føroyska liðið væl í ein hálv­leik, men í seinna hálvleiki gongur orkan undan, og Írland vinn­ur 4-1. Øssur Debes Eiriksfoss kann kalla seg danmarksmeistara í trí­støkk í aldursbólkinum U22. Før­oyingar fáa fleiri góð úrslit og heiðursmerki í DM í Hvidovre. Øssur leyp 13,84 metrar, og tað var nógv longst í sínum aldurs­ bólki. Umstríddi FIFA forsetin, Sepp Blatter, vitjar í Føroyum í samband við, at FIFA hevur verið við til at fíggja umbyggingina av Tórsvølli. Hann lovar at verja smátjóðirnar í altjóða fótbólti. Hann er blíður, vælfyrireikaður og vitjanin gevur eina nógv betri mynd enn av manninum, sum er so umstríddur. Ongin tekur KÍ í kvinnu fótbólti. Tað staðfestur KÍ fyri 13. ferð upp í slag eitt mikukvøld í Gunda­dali. Blandingin er røtt og Malena Josephsen metir, at sigurs­røðin kann halda fram. Meistaraheitið varð vunnið við ein­um 1-1 javnleiki móti HB. Clayton Soares hjá ÍF og Rannvá B. Andreasen hjá KÍ verða kosin til ársins spælarar í føroyskum fótbólti í 2012. Tað hendir á gallatiltakið í Hvonn, sum Rás2 skipar fyri. Tað er venjarar, liðskiparar og ítróttarjournalistar, sum velja. September Oktober