fríggjadagur 28. desember 2012síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
ítróttarárið ið fór november / desember 2012
Eirikur sleppur ikki á vøllin, men
er á bonkinum. Hetta má sigast at
vera tíðliga at sleppa at snúsa til
besta liðið, og boðar frá góðum í
framtíðini.
Eirikur Simonsen hevur áður
spælt við Kyndli, men rakk ikki
besta liðnum áðrenn hann sum 16
ára gamal fór at ganga á college í
Viborg.
Eirikur hevur verið fastur fúsur
í bakketuni hjá U18-liðnum hjá
Viborg HK, og íslendski venjarin á
besta liðnum, Oskar Bjarni Oskars
son, velur at geva Eiriki møguleikan
at royna seg ímillum teir bestu.
– Mítt mál er at spæla fast í bestu
deildini, sigur Eirikur.
Frammanundan eru Mikkel Leicht
og Nicolai Hansen mettir at verða
favorittar, men Bogi Hammer og
Jákup Súni Berg vóna, at teir kundu
loypa hvøkk á donsku gestirnar í
onkrum av teimum fimm grein
unum, sum verður kappast í.
Tíverri endar kappingin ikki sum
Jákup Súni og Bogi høvdu ynskt
sær. Teir standa seg verri í onkrum
av greinunum, meðan Jákup Súni
má á sjúkrahúsið, tá hann beklar í
seinastu greinini.
– Eg var illa fyri allan dagin, og
tað kendist sum eg hevði eti ov lít
ið, sigur Jákup Súni Berg, sum spýr
millum tvær tær seinastu grein
arnar.
– Eg eri rímuliga væl nøgdur við
samlaða avrikið hjá mær, sigur Bogi
Hammer.
Bogi Hammar og Jákup Súni Berg
eru báðir við gott mót hóast tap í
fyrsta styrki landsdystinum. Bogi
Hammer sigur eisini eftir dystin, at
møguleikin fyri fleiri landsdystum
er til staðar, og at arbeitt verður við
at vinnarin av »Føroya Sterkasti
Maður« tiltakinum vinnur sær
pláss í DM finaluni.
Hondbóltur 18 ára gamli Eirikur Simonsen úr
Havn er á fyrsta sinni við á besta liðnum hjá Viborg
HK, sum spælir í bestu donsku deildini.
Styrkikapping Í tveimum førum eru føroyingarnir
óhepnir í landsdystinum í styrki móti Danmark um
vikuskiftið. Úrslitið er 4-1 til sterku gestirnar
Eirikur í bestu
donsku deildini
Danmark vinnur
landsdyst í styrki
»Eg kundi spælt
við Liverpool«
Hallur superliga debut
Høgni til Malta
Pál vinnur bronsu
Taka 18 ára
gomul met
Rás2 sigur frá hondbólti
Høgni Madsen verður fyrsti før
oyski fótbóltsspælarin í maltes
iskum fótbólti, tá hann skiftir
til Pieta Hotspurs FC. Hann er
farin at vita vinfólk, men roynir
samstundis at vita hvussu fót
bóltslívið er á Malta.
Tað sigur Jákup á Borg í drúgv
ari samrøðu við Sosialin. Hann
greiður
frá,
hvussu
Liver
pool í 1998 fegnir vildu síggja
Jákup aftur eftir eina frálíka
royndarvenjing. Eitt venjara
skifti og ein minni góð royndar
venjing spenna tó bein fyri
dreymaskiftinum
Hallur Hansson byrjar á fyrsta
sinni inni fyri nýggja felagið
AaB, tá teir spæla móti FCK í
Parkini. Miðvallarin tuskar runt
allan dystin, men til fánýtis, tí
FCK vinnur dystin greitt 4-0.
Hallur er tó fegin um at hava
fingið møguleikan.
Pál Joensen vinnur bronsu í
HM kapping í Turkalandi. Hann
komin seg eftir vónbrotið til
OL í London. Hann fylgir væl
við allan vegin og kemur á mál
við tíðini 14:36.93. Frammanfyri
hann vóru danski Mads Glæsner
og italski Palitriniere. Gulltíðin
hjá Mads Glæsner var 14.30:13,
og silvurtíðin hjá Palitriniere
var 14:31.13.
Trý 18 ára gomul met hjá Regini
Vágadal fella, tá FM í styrkilyft
ing er í Yndi. Bogi Hammer tekur
tvey av metinum, meðan Jákup
Suni Berg tekur tað triðja. Bogi
Hammer og Kinna úr Dímun
gerast samlaðir vinnarar.
Rás2 ger avtalu við StíF, KÍF og
VÍF um at siga frá teirra heima
dystum í hondbólti. Hetta er
fyrsta royndin hjá Rás2 at siga
frá hondbólti. Eisini er upp
taktssending fríggjadag millum
15 og 16.
November
Desember