Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-12-28, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2012síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150 2 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór 2012 ella 2018 ella okkurt heilt ann­ að tal. Føðibrævið hjá tí, vit telja árini eftir, er ikki funnið í nøkrum skjalasavni og ei heldur í nøkrum fjósi ella nakrari grøv, so vit vita ikki heilt vist, hvat árið nú er. Vit gita bara og siga og skriva, at tað er 2012 her á okkara leiðum. Vón­andi er tað rætt. Ikki minst hjá teim­um, sum giftust og/ella gjørdu okk­urt annað skítbýtt klokkan tólv sek­ und yvir tólv minuttir yvir tólv 12. desember í 2012. Hetta var síðsta høvið til hendan trendy ósiðin, 12.12.12 12:12:12. Trettandi mánaðin er ikki komin enn. Hann var heldur ikki við í fíggj­ar­lógini hesa ferð. Skattur av 13 mán­aðar­lønum er neyvan longri úti enn tilfeingisgjald av teldutøkum papp­írs­fiski og ynskidreymur um yvir­skot yvir eina millión, skatt­ skyldugt enntá. Tað besta hevði verið at strika báðar jólamánaðirnar og farið beint frá 31. oktober til 1. januar. So sluppu vit undan nógvum, øgiliga nógvum, millum annað jólunum, hungurs­neyð, vanlukkum, einsemi, strongd. Men, sama ger. Vit eru kon­serva­ tiv, so skál í krútsterkum bjóri fyri enn einum lortaári, sum fór afturvið við spillvatninum. Kristindómurin hevur tó jóla­ dagar. Fraksjónirnar gjørdust fleiri og eingin fusjón var uttan av pen­ inga ávum. Sendifólk Guds til Før­ oya stovnaðu ein bókarklubba. Kommunuval var í øllum 30 komm­unum, og í Havn bleiv meiri­ lutin so breiður, at Óla Jáke noydd­ ist at skrúva víðvinkulin á fototólið fyri at fáa øll uppá, og ikki bara Heðin og minkin. Londini í ES fingu friðar­heiðurs­ løn fyri at leypa á og hertaka onnur lond. Amerikanski forsetin græt, so tað var bæði hjartenemandi og kenslu­bronglandi, as a parent, sum hann legði dent á. Hykl og lótir. Men øll eygu vóru vát norðan fyri Miðal­havið og vestan fyri meska­ víða trolið, sum kom í staðin fyri jarn­tjaldið. Amerikanskir forsetar gráta ikki, tá teirra egnu hermenn skjóta børn í fremmandum londum. Men arabisk børn eru heldur ikki børn, men yvir­gangskroppar (eru øll børn ann­ars ikki tað, terroristar?). Amerikanski forsetin hevur havt fýra ár til at broyta vápnalógina. Og tað er grátiligt, as a parent. Hetta var ikki seinastu ferð, at amerikanarar, sum antin ikki sleppa ella ikki tora í kríggj, leypa á skúl­ar. Tað er ein tradisjón, tey hava har. Tey eiga vápn upp í leypar at verja seg við. Og besta verjan er álop, freeze. Jólini eru tíbetur farin, nú er nýggjárið eftir við øllum sínum endur­tiknu lyftum. Vit mistu enn ein banka í jóla­ gávu. Her hjálptu hvørki góða danska mamma ella danskir banka­ pakk­ar ella donsk vælvild yvir­ høvur. Tryggasti bankin er og verður Blóðbankin. Hann hevur hægstu rentuna. Tey, sum lata blóð, fáa eina pilsnarøl aftaná at styrkja seg við, hon er 4,6 prosent. 2012 gjørdist eisini árið, tá Før­ oyar stóðu og fullu saman við ein­ um flogfari, sum ikki kundi flúgva. Hvussu jólaposturin kom fram fyri jól í fjør og øll hini árini minnist eingin. Fólkið ræður í Føroyum, men kortini grenja og knarra øll. Altso er fólkið í Føroyum ikki ført fyri at ráða sær sjálvum, tá tað er so mis­ nøgt við sítt egna ræði. Skjótt skriva vit 2013. Tað verður eitt gott ár, um vit ikki hoyra orðini dýrasta og fráflyting hvønn dag. Og kanska ber til at gera undan­ tak, so fólk kunnu giftast 13.13.13 13:13:13 og skiljast 18.18.18 18:18:18. So væl spælir klaverið tó ikki. Tí tað er ongantíð stillað. Og hví varð Jesus ikki føddur í Føroyum? Tí allir teir vísu menninir vóru í Danmark. Og heldur ikki tey jólini fleyg airbussurin. Vit eru nú bert tímar frá enn einum ársskifti. Enn eitt kalendaraár er farið afturum – hesaferð kallaðu vit tað 2012 – og fyri framman bíðar eitt nýtt og avbjóðandi ár – lat okkum bara kalla tað 2013. Tíðin gongur skjótt, serliga sum tíðin gongur, og 365 dagar fara skjótt aftur um bak, uttan av vit veruliga varnast tað. Men vit liva, sum tíðin leggur upp til. Tað skal ganga skjótt – helst skjótari, enn tað plagdi at gera – og nýfunna eydnan í mindfulness og at liva nú’ið er góð við hvørt – serliga í løtum, tá ið vit einki frægari hava at gera. 2012 bjóðaði okkum mangt og hvat. Vit høvdu persónligar upplivingar, sum vit ikki hava havt áður, og sum samfelag høvdu vit eisini nýggjar upplivingar. Í øllum førum vóru tey tingini, sum hendu undanfarin ár, nýggj í hesum árinum. Seinastu árini hava verið merkt av búskaparliga truplum tíðum nógvastaðni. Hóast gongdin hevur verið heldur frægari í fleiri londum, enn hon var undanfarin ár, hava fleiri lond og fólk tað sera trupult búskaparliga. Í suðureuropa merkja tey veruliga niðurgongdina, og vit, sum hava handils­ viðurskifti við hesi lond, kenna eisini sviðan av niðurgongdini. Her heima hevur vaksandi laksa­ útflutningurin og økti makrelfiskiskapurin syrgt fyri, at búskapurin hevur tað hampuliga gott, men tað almenna roynir tó framvegis at halda eftir í útreiðslunum, og tað merkist á summum økjum. Búskapurin er eisini merktur av, at fólk royna at spara upp ella gjalda skuld niður, heldur enn at brúka meira pengar. Á politiska leikvøllinum hevur stríðið verið hart í ár. Samgongan hevur framt fleiri týðandi broyt­ingar í samfelagnum, og ágangurin frá and­ støðu, fakfeløgum og øðrum hevur verið stórur. Samgongan hevur tó í stóran mun staðið saman og hevur gjøgnumført sínar ætlanir, hóast summar av teimum hava verið umstríddar. Í november var kommunuval, og tað hevði við sær broytingar í fleiri av stóru kommununum. Í størstu kommununi var valið søguligt, tí ein flokkur vann fyri fyrstu ferð nakrantíð meirilutan einsamallur. Hjá fjølmiðlunum hava tað aftur í 2012 verið nógvar hendingar at fylgja við í. Summar søgur seta veruligan dám á flest allar fjølmiðlarnar í longri tíð, meðan aðrar søgur koma og fara við størri ferð. Internetið hevur gjørt, at tíðindi ferðast skjótari enn áður, og tað hevur givið prentaðu bløðunum ein annan leiklut, enn tey høvdu fyri bara 10 árum síðani. Sosialurin hevur í 2012 roynt at givið sínum lesarum eina fjølbroytta mynd av tí, sum fyriferst í føroyska samfelagnum. Sosialurin er partur av samtakinum, sum eisini umfatar tíðindapartin á Portalinum, Rás2 og Miðlahúsið. Hetta gevur møgu­ leikar at framleiða ymiskt tilfar til ymiskar miðlar og brúka tær styrkir, sum teir ymsu miðlarnir hava. Í hesum serblaði – tí seinasta í hesum árinum – varpa vit ljós á nakað av tí, sum Sosialurin hevur latið sínum lesarum í ár. Hetta er á ongan hátt ein fullfíggjað mynd av árinum, ið fór, men nakrar úr­ valdar greinar, sum hava verið í Sosialinum farna árið. Grøtiligt 2012 farið framvið Vit takka við hesum fyri 2012 og ynskja øllum eitt gott 2013 2012 umaftur við Høgna Djurhuus