fríggjadagur 28. desember 2012síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2012
– Tað er ein myta millum føroyskar útisetar,
at tað stinkar at búgva í Føroyum. Tað er ikki
rætt. Her hevur tú møguleikan at gera mun,
og tú kann sanniliga hava eina spennandi
yrkisleið og ein innihaldsríkan gerandisdag í
Føroyum. Tað stinkar ikki at vera í Føroyum.
Heini í Skorini, granskari
– Vores kvinder læser også meget blade
som Se & Hør, Ude & Hjemme og Familie
Journalen. De kan også meget godt lide
at diskutere, hvilke kjoler de har på, når
de har forskellige arrangementer.
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, um føroyskar
kvinnur, sum fylgja við í danska kongshúsinum
– í beinleiðis sending á TV-2
Snorri Hansen er elstur av fýra
beiggjum, og hansara uppvøkstur í
Nólsoy var sum hjá dreingjum flest.
Øll barnaárini gingu, uttan at Snorri
á nakran hátt kendi seg nakað øðr
vísi enn øll hini dreingjabørnini,
sum runnu runt í nólsoyargeilum.
Men tá hann var um 15 ára aldur,
merkti hann, at hann ikki longur
hevði somu áhugamál, sum hinir
dreingirnir.
– Eg dugi ikki heilt at seta orð
á tað, men eg visti bara, at eg ikki
longur var sum hinir dreingirnir.
Gentur var bara nakað, sum eg
metti sum vinir og einki meira. Eg
var ikki áhugaður í teimum á annan
hátt, sigur Snorri Hansen.
Hann bara visti við sær sjálvum,
at soleiðis var hann mentur, men
tað var langt frá, at hann vildi gera
onnur varug við, at hann var sam
kyntur.
– Eg hevði als ongan vaghuga av,
at Snorri var samkyntur, fyrr enn
fyri seks árum síðani, tá hann á
fyrsta sinni vitjaði heima í Nólsoy
og hevði Lionel við, sigur Malan
Hansen.
Hittust á jarnbreytarstøðini
Eftir lokna útbúgving sum bakari
starvaðist Snorri í eina tíð í Før
oyum, men so leitaði hann sær
til Danmarkar at arbeiða. Og tað
skuldi vísa seg at vera eitt heppið
lívsval, tí tað var har, hann møtti
Lionel Mouffe.
– Ja, vit hittust tilvildarliga á jarn
breytarstøðini í Keypmannahavn,
og í fyrsta umfari drukku vit ein
kopp av kaffi saman, sigur Snorri.
Lionel hevði tá arbeitt hjá
Deutche Bahn í trý ár, og hesin fyrsti
koppurin av kaffi sannførdi teir
báðar um, at tað kundi verið huga
ligt at hitst aftur, so um kvøldið fóru
teir út at eta ein døgurða saman á
einari eysturlendskari matstovu, og
ein kann næstan siga, at teir hava
verið saman líka síðani.
Tað gekk so eitt ár, har teir báðir
hittust javnan, og við tíðini gjørdust
partnarar.
– Tíðin kom so, at vit máttu taka
eina avgerð. Snorri vildi fegin hava
meg at koma til Keypmannahavnar
at búgva, meðan eg í mínum lag
royndi at lokka hann vil Sveis. Og
tað endaði við, at hann játtaði, sigur
Lionel.
Giftust
Tíðin í lítla býnum Gerra Gambar
gono, bara ein 25 minuttir gongu
túr frá italska markinum, gekk
so við arbeiði og avslapping mill
um toktúrarnar. Og fyri góðum
hálvumtriðja ári síðani upplivdi
lítli býurin við italska markið eina
stórhending.
– Eg veit ikki heilt, hvussu tað
kom í lag, men vit gjørdu so av at
gifta okkum, sigur Snorri Hansen.
Og Lionel grundar:
– Eg spurdi hann. Eg visti, at
hann var tann rætti fyri meg. Tað
er nakað, tú kennir innan í tær.
Teir hildu stórt brúdleyp, og
heili 60 fólk úr Nólsoy – samanlagt
einir 80 føroyingar – vóru í brúd
leypinum.
Herfyri vitjaðu teir í Føroyum,
og eir eru báðir á einum máli um,
at teir ikki kundu hugsað sær eina
betri móttøku í Føroyum enn tað
sama, men kortini kundu teir ikki
hugsa sær at búð her.
– Tað hevur einki við tað at gera,
vit føla okkum væl her. Tað er meira
skatturin sum ger, at vit ikki kundu
hugsað okkum at búð í Føroyum,
sigur Snorri.
Jóannes
hjálpar
venjari
Fyrrverandi liðformaðurin á føroyska
fótbóltslandsliðnum, Jóannes Jakobsen,
skal verða hjálparvenjari hjá Lars Olsen,
sum er nýggju venjari hjá a-landsliðnum.
Tá ið Danmark og Føroyar fyri tjúgu árum
síðani spældu í Parkini, vóru júst Lars
Olsen og Jóannes Jakobsen liðformenn
fyri tey bæði liðini.
Mikrofon
tráan
– Summi fólk hava eina øgiliga mikrofon
tráðan og troka seg framat í ólukkumát.
Tað eru júst hesar typurnar, sum ofta eru
at síggja í eini undirhaldssending sum
X-Factor, sigur Eyðun Joensen, sálar
frøðingur.
Sungu fyri
Margrethu
Hátíðarhald var fyri Margrethu drotning,
sum hevur verið drotning í fjøruti ár, og
stórsligin konsert var í konsertsalinum
hjá Danmarks Radio. Umleið 1600 fólk
vóru innboðin, og teirra millum vóru
eisini fleiri føroyingar. Á pallinum vóru
Føroyar eisini umboðaðar við Eivør og
Teiti, sum framførdu fyri drotningini og
hennara gestum.
Cameron vil hava
Guðrun & Guðrun
Ein av teimum, sum hyggu eftir donsku sjónvarpsrøðini
Brotsgerðin, ið eisini er blivin væl umtókt í Bretlandi, er
forsætisráðharri David Carmeron. Blaðið Radio Times hevur
havt samrøðu við Cameron og millum annað spurt hann, hvat
hann ynskti sær í jólagávu, og hann svaraði Brotsgerðina.
Eisini sigur hann, at honum dámar sera væl Guðrun & Guðrun
troyggjuna, sum høvuðspersónurin í Brotsgerðini gongur í.
– Vit hava góðtikið,
hvørjir vit eru, og
vit vilja ikki liva
okkara lív grundað
á eina lygn, siga
Snorri Hansen
og Lionel Mouffe
Hansen, sum hildu
brúdleyp í Sveis við
80 føroyingum sum
brúdleypsgestum
Fann rætta mannin
Lionel og Snorri hava funnið lukkuna í Sveis
januar