fríggjadagur 28. desember 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150
4
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2012
februar
– Eg havi altíð verið hugtikin av tatover
ingum. Nú er tað vorðið ein partur av
mínum lívsstíli. Tá tú fært tína fyrstu tato
vering, so steðgar tú ikki aftur, og eg havi
heldur ongar ætlanir um at steðga.
Sveinur Gaard Olsen, X-Factor sangari
– Bert upp til 30% av orsøkini til angist hjá
børnum kemst av arvi. Hetta merkir, at umhvørvið
spælir ein sera stóran leiklut. Børn, ið hava yvir-
verjandi, stýrandi ella atfinningarsom foreldur,
hava størri sannlíkindi fyri at fáa trupulleikan.
Anna Elisabeth Iversen, sálarfrøðingur
Ein donsk kanning vísir, at tær
kvinnurnar, sum taka tey nýggjaru
merkini av p-bollum, eru í tvær
ferðir so stórum vanda fyri at fáa
blóðtøpp í bein og lungu samanborið
við tær kvinnurnar, ið taka eldru
sløgini av p-pillarum. P-pillarar
verða flokkaðir í generatiónir, so
leiðis at eldru sløgini hoyra til 1. og
2. generatión, meðan tey nýggjaru
sløgini hoyra til 3. og 4. generatión.
Tað er innihaldið av hormonum, ið
avger, hvørja generatión tey ymisku
merkini hoyra til.
Apoteksverk Føroya hevur gjørt
eitt yvirlit yvir søluna av p-pillarum
í 2011, og sambært uppgerðini eru
tað serliga nýggjaru merkini av
p-pillarum, sum føroysku læknarnir
útskriva til brúkararnar.
– Helst er tað so, at læknarnir
útskriva tað merkið, teir kenna
best og hava royndir við. Kanska
gera teir tað av vana, sigur Jaspur
Petersen, ið er formaður í Føroya
Kommunulæknafelag.
Hóast danska kanningin vís
ir øktan vanda fyri blóðtøppi við
teimum nýggju p-pillarunum, held
ur formaðurin í Kommunulækna
felagnum ikki, at tær kvinnurnar,
ið taka p-pillarar av einum nýggjum
merki, skulu kenna seg ótryggar.
– Fyri tær kvinnurnar, sum taka
3. og 4. generatións p-pillarar og
hava tað gott við hesum, er lítið
sannlíkt, at hesar kvinnurnar liva
í so øktum vanda fyri blótøppi, at
tær skulu skifta til eitt eldri merki,
sigur Jaspur Petersen, sum tó vísir
á, at tað eru hjáárin við flest øllum
heilivági.
Hava nústaðni
fingið meira vitan
Sambært kanningini hjá danska
yvirlæknanum er tó eingin ivi
um, at nýggjastu p-pillararnir eru
vandamiklari enn teir eldru. Tær
kvinnurnar, ið brúka p-pillarar frá
2. generatión, eru í tríggja ferðir so
stórum vanda fyri at fáa ein blóð
tøpp samanborið við tær kvinn
urnar, sum ikki brúka p-pillarar. Hjá
teimum kvinnunum, ið brúka tey
nýggjastu merkini av p-pillarum, er
vandin øktur seks ferðir. Munurin á
teimum nýggju og eldri sløgunum
á p-pillarum er, at millum tær
kvinnurnar, ið brúka p-pillarar frá
2. generatión, fær umleið ein út
av 1000 ein blóðtøpp. Og millum
kvinnurnar, sum brúka p-pillarar
frá 3. og 4. generatión, er talan um
eina út av 500. Hetta talið er lægri,
um kvinnurnar eru undir 30 ára
gamlar, hægri tá kvinnurnar eru
yvir 35 ár.
At føroyskar kvinnur, eins og
tær donsku, fáa nýggjaru sløgini av
p-pillarum fram um tey eldru sløg
ini kemst av, at mann ikki fyrr enn
nú hevur fingið vitan um vandan
við teimum nýggjaru merkjunum.
– Hvussu tey nýggjaru merkini
av p-pillarum í roynd og veru eru,
vísir seg altíð seinni, tá stórar kann
ingar hava verið gjørdar um hjáárin
aftan á nýtslu í fleiri ár, sigur Jaspur
Petersen.
Hann væntar, at í framtíðini fara
kvinnur, sum fara at nýta p-pillarar,
helst at fáa útskrivað p-pillarar frá
2. generatión, inntil kanningar um
p-pillarar koma við nýggjari vitan.
Vildi ikki
tosa danskt
Eitt lítið málsligt stríð var í rættinum,
tá ið Hans Trygvi Teirin, verji, skuldi
sannføra rættin um, at hansara klientur,
sum var føroyingur, átti at fáa lina
revsing. Bæði verjin og dómarin skiltu
føroyskt, og tí tosaði Hans Trygvi
føroyskt. Men ein annar ákærdur í
málinum skilti ikki føroyskt, og tí bað
dómarin verjan um at tosa danskt.
Dómarin segði samstundis, at hann ikki
kundi áleggja honum at tosa danskt, tí
føroyskt og danskt eru javnt stillað mál
í rættinum. Hans Trúgvi Teirin helt fast
við sítt. – Tað liggur mær nærri at tosa
føroyskt, tí tá kann eg siga, líka sum
eg hugsi, segði hann. Trupulleikin varð
loystur á tann hátt, at verjin hjá dananum
so hvørt umsetti fyri manninum.
Privat gera
djúphavn
Fyri at fáa eina skjóta loysn í sambandi
við stóra uppsjóvarvirkinum, sum verður
bygt á Tvøroyri, hevur eitt privat felag
átikið sær at gera djúphavn fyri nógvar
milliónir. Undir vanligum umstøðum
er hetta ein uppgáva, sum kommunur
vanliga taka sær av. Men tað verður tað
ikki í hesum føri. Í hesum føri verður tað
privata felagið. N.J. Mortensen á Tvøroyri,
sum fer at byggja havnarlagið á Tvøroyri
út.
Nei til inn
fluttan seyð
Av ótta fyri fremmandum sjúkum loyvir
Landsdjóralæknin ikki nøkrum at innflyta
seyð, neyt, geitir og lamur. Ein nýggj
seyðasótt varð staðfest í Hollandi og
Belgia. Um Landsdjóralæknin heldur fast
við sína støðu, skuldi eingin vandi verið
fyri, at sóttin kemur til Føroya. – Sum
meginregla er sambært ES-reglum loyvt
at innflyta sey og onnur kríatúr, men tað
ber til at nokta tí, um vandi kann vera
fyri sjúkum. Og vit hava valt at nokta
innflutningi av hesum kríatúrum. Nakrar
umsóknir komu, vit sýttu og hava síðan
einki hoyrt aftur, sigur Birna Mørkøre.
(mynd)
Tekur tú p-pillarar,
ið eru av teimum
nýggjaru merkinum,
ert tú í stórum vanda
fyri at fáa blóðtøpp.
Hóast henda
vandan eru tað
tey nýggju sløgini,
sum verða mest
brúkt í Føroyum
P-pillarar elva
til lívsvanda
Nýggjastu p-pillararnir eru vandamiklari enn teir eldru
Væl løntir semingsmenn
Allan Skaalum og Niels Winther Poulsen komu væl frá uppgávuni
sum semingsmenn millum Fíggjarmálaráðið og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag øðrumegin og Maskinmeistarafelagið
hinumegin. Semingin byrjaði ein fríggjadag klokkan 16, og longu
leygarkvøldið skrivaðu partarnir undir. Men sjálvt ein skjót
semja kostar. Rokningin frá semingsmonnunum bleiv 192.000
krónur at býta í helvt millum partarnar í samráðingunum.