fríggjadagur 28. desember 2012síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2012
mars
– Eg verði skelkaður, hvørja ferð tað
hendir, sigur Erling Eysturoy, sum
tríggir ferðir hevur verið í bili, sum
er tikin av vindi
Tað er ikki vandaleyst at hava
sum arbeiði at koyra millum
bygdir.
Hetta kann Erling Eysturoy
í
Havn
sanna.
Hann
hevur
vørukoyring, og tríggjar ferðir er
tað hent, at hann í bili er tikin av
hvirlu.
Eina ferð hendi tað honum í
Gøtu, eina ferð í rundkoyringini
í Kollafirði, og triðju ferð var nú á
Sundi.
Erling Eysturoy heldur ikki, at
hann tók nøkur óráð fyri, tá ið hann
um morgunin fór úr Havn.
- Eg kannaði allar veðurstøðir,
og boðað varð ikki frá so nógvum
vindi, sigur hann.
Tá ið hann var á veg suðuraftur,
ringdi sonurin og segði, at tað var
sera nógvur vindur í Havn. Hann
beyð sær til at koma norður til
Kollafjarðar við einum minni bili
eftir pápanum.
- Tá ið eg kom til Kollafjarðar,
var næstan logn, so eg tímdi ikki at
ringja eftir soninum.
Erling Eysturoy fór gjøgnum
Kaldbakstunnilin.
- Men tá ið eg kom út, stóð alt í
einum roki. Vindurin var undan, so
eg væntaði tó, at tað fór at ganga.
Tá ið hann so koyrdi niðan
gjøgnum brekkuna eftir SEV-virkið,
helt hann seg renna seg í eitt grovt
kavaæl, men tað vóru einir 80-100
smásteinar, sum komu flúgvandi
móti bilinum, og tá var eg bangin
fyri, at tað fór at verða galið, sigur
Erling Eysturoy.
Tá kom ein ógvusliga hvirla, tók í
bilin, sum koppaði á vegnum og fór
út um bilverjuna.
Helt alt var av
- Takið á bilinum kom niður
móti høvdinum, og tá eg helt mín
seinasta tíma vera komnan.
So skjótt sum bilurin steðgaði,
leyp hann út, tí tað hevði ikki verið
lukkuligt, tí høgt var niðurfyri.
- Beint sum tað hendi, sat eg og
át eina banan í bilinum, og tá ið eg
kom úr bilinum, hevði eg framvegis
bananskalið í hondini.
Fleiri
bilar
koyrdu
aftan
á
honum,
og
tí
kundu
fólk
beinanvegin koma til hjálpar. Tað
er Erling Eysturoy takksamur fyri.
Sjúkrabilur kom eftir honum og
flutti hann á Landssjúkrahúsið.
Hann
breyt
ella
brákaði
rivjabein, fekk hol á høvdið, blátt
eyga og skøvur eftir vinstru lið og
í andlitið.
- Jú, eg havi ilt, men eg fái
pínustillandi heilivág, tá mær
tørvar hann. Læknin var stuttligur,
tá eg gramdi meg um pínu. Hann
segði, hann kundi ugga meg við, at
pínan verður verri í næstu viku.
Lagið á Erlingi Eysturoy er gott,
men hann má ansa sær, tí hann fær
ógvuliga ilt, tá ið hann flennur ella
hostar.
Erling Eysturoy hevur fingið at
vita, at einki er hent við nakkanum,
og
hann
hevur
ikki
fingið
heilaskjálvta.
Hvirlan, sum tók hann og
bilin í seinastu viku, var nógv
ógvusligari enn tær í hinum
báðum hendingunum, sigur Erling
Eysturoy.
- Jú, eg verði skelkaður hvørja
ferð, tað hendir, men eg tori væl
aftur í bil, sigur hann.
Lurtað varð
eftir Leilu
Leygardagin 10. mars andaðist
stríðskvinnan Leila Solmunde, forkvinna í
MBF, 50 ára gomul. Anna Sofía Durhuus,
dagligur leiðari á skrivstovuni hjá MBF
arbeiddi tætt saman við Leilu Solmunde.
– Hon var eitt framúr gott menniskja
at arbeiða saman við, altíð við tí góða
orðinum og við sínum positiva lyndi,
sigur Anna Sofía Durhuus. Eitt av
hennara grundsjónarmiðum hjá Leilu var,
at tað ber væl til at liva eitt gott lív hóast
brek. Eitt annað var, at fólk við breki
skulu hava somu rættindi sum onnur,
men ikki framíhjárættindi.
Broyttu
fráveruna
Ein lærari á Føroya studentaskúla og
HF-skeiði varnaðist, at onkur hevði avlúrt
log-inn upplýsingar hansa og misbrúkt
hesar upplýsingar til at gera broytingar í
fráveruskipanini. Við øðrum orðum høvdu
næmingarnir minkað um talið av døgum,
teir høvdu verið burtur frá skúlanum.
Umvegis trygdarloggin fann skúlin fram
til, hvørjir næmingarnir vóru, sum høvdu
framt innbrotið. – Tað er rætt, at tríggir
næmingar í gjár vóru inni hjá mær til
samrøðu. Avgjørt var, at tey sluppu við
eini strangari ávaring, men afturfyri
skulu tey eisini leggja øll kortini á borið,
sigur Mikkjal Helmsdal, rektari.
Sveinur
í finaluni
Sveinur Gaard Olsen úr vann seg allan
vegin í finaluna í donsku X-Factor
kappingini. Har kappaðist Sveinur við
tvær ungar kvinnur, og tær endaðu báðar
frammanfyri Svein í finaluni. Ida gjørdist
vinnari av kappingini. Sveinur var væl
nøgdur við, at hann megnaði at koma í
finaluna í kappingini, har hundraðtals
fólk bjóða seg fram.
Missa milliardir
Tølini fyri, hvat føroyska samfelagið missur av fráflytingini av ungfólki, tykjast skakandi.
Ein meting vísur, at hvør árgangur av lesandi føroyingum, sum flyta av landinum,
men ikki koma heimaftur, hava kostað almennu Føroyum 80 milliónir krónur í íløgum,
sum samfelagið ikki fær aftur. Samanborið við líknandi útrokningar í øðrum londum,
missa Føroyar bruttutjóðarúrtøku (BTÚ) fyri millum 450 og 900 milliónir krónur av
teimum fólkunum í hvørjum árgangi, sum ikki kom heimaftur við síni útbúgving.
Samfelagsgranskarin Gestur Hovgaard hevur mett um, hvør búskaparligi missurin er
hjá samfelagnum, nú Føroyar missa umleið 150 fólk í hvørjum árgangi til útlandið.
Erling Eysturoy
hevur ligið á Lands
sjúkrahúsinum við
nøkrum snuddum,
hann fekk, tá ið
ein hørð hvirla lyfti
hann og vørubil
hansara uppfrá
Helt síðsta
løta var komin
Erling Eysturoy torir at fara aftur í bil, hóast
hann tríggjar ferðir er tikin av hvirlu
– Hugsið tykkum, um vit kundu
sløkt øll sjónvørp í Føroyum. Eg
haldi, at tað hevði verið heilt
fantastiskt, og persónliga vil eg
fegin trýsta á tann knøttin.
Danski X Factor dómarin Thomas Blachman
– Andstøðuleiðararnir báðir minna mest
um sunnudagsskúladreingir, sum næstan
umbera seg, tá teir tala makthavarunum
ímóti. Tað er í lagi at hava høviskan
málburð, men álvaratos tað skal valdast!
Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi formaður
í Javnaðarflokkinum, í Tíðargrein