fríggjadagur 28. desember 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150
6
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2012
apríl
– Eg elski at liva. So hvør einasti dagur og
hvør einasta árstíð er heilt fantastisk. Havi
aldrin havt trupulleikar við myrkum ella
ljósum tíðum. Bara at fáa møguleikan at
uppliva árstíðirnar, er heilt fantastiskt.
Allan Samuelsen, portørur
– Eg vil náa út til allan
heimin. Eg vil gera hár fyri
øll tey kendu, og eg nokti at
goyma meg her í Føroyum.
Mariann Klein Ivansdóttir,
hárfríðkanarkvinna
Vællgerandi arbeiðið hjá Absalon
Matras á Norðoyri byrjaði í 1991.
Nakrar ferðir var hann saman við
dønum í Rumenia við klæðum og
øðrum, og hann sá, hvussu ómeta
liga stórur tørvurin var á neyð
hjálp.
– Eg helt, at hatta kundu vit
tað sama sjálv gjørt, og av tí at eg
koyrdi buss hjá Sámali Bláhamar tá,
spurdi eg, um eg kanska kundi lænt
ein buss frá honum, sigur Absalon
Matras.
Tað vísti seg, at um sama mund
ið høvdu onnur eisini biðið um
at sleppa at læna buss, og Sámal
Bláhamar segði, at Absalon Matras
átti at koma uppí arbeiðið.
Soleiðis bar tað til, at Absalon
Matras fór at gera túrar til Rumenia
fyri samkomuna Immanuel, og
hann gjørdi eisini sínar egnu túrar.
Á sínum mongu ferðum hevur
Absalon Matras verið víða um í
Rumenia, og hann hevur eisini ver
ið nógvastaðni í Pollandi.
Áðrenn Absalon Matras fyllir
bussin við klæðum og øðrum, hevur
hann lagt ferðaætlan, hvagar leiðin
gongur júst tann túrin.
Framvegis
fátæksligt á bygd
Hann hevur upplivað mangt og
hvat á sínum mongu ferðum.
Absalon Matras sigur, at í flestu
býunum hava fólk tað betri enn fyri
20 árum síðan. Men fleiri av teimum
fólkunum vita als ikki, hvussu illa
stendur til úti á bygd. Tey fáast ikki
til at skilja, hvussu vánalig støðan
er.
– Nógvastaðni er tað framvegis
so, at tey ongan streym hava, einki
ferðasamband einki nakað. Til tær
bygdirnar kunnu vit ikki fara við
bussi, men mugu leiga okkum ein
minni vøruvogn, sum kann koyra
eftir bønum ella í haganum, sigur
Absalon Matras.
Tað eru ikki minst romanarnir,
eisini nevndir sigoynararnir, sum
hava tað smátt. Hetta fólkaslagið
hevur ikki besta orðið á sær, men
tey hava eisini verið jagstrað í fleiri
øldir og hava tí ilt við at fóta sær.
Absalon Matras hevur hitt nógvar
romanar á ferðum sínum.
– Sjálvandi hugsa vit eisini um at
geva teimum hjálp.
Venur seg ikki við neyðina
Hann hevur sæð nógva neyð hesi
20 árini.
– Men man venur seg ongantíð
við neyðina. Eg havi so ilt við at
taka tað, tá ið skitin og skóleys børn
koma rennandi til okkara og spyrja,
um vit hava mat at geva teimum.
Tey hugsa meira um mat enn klæð
ir, sigur Absalon Matras, sum sigur
seg mangan hava felt tár.
Á seinasta túrinum hitti hann
eina mammu við tveimum børnum.
Pápin hevði smittað børnini við
tuberklum, og henda neyðars fam
ilja hevði ongar pengar at keypa
heilivág fyri. Tá læt Absalon Matras
tolkin fáa nakað av peningi at keypa
heilivág fyri.
– Har eru so nógvir tuberklar,
og eg biði altíð tey, sum koma við
mær, um at vaksinera seg. Sjálvur
havi eg ongantíð vaksinerað meg,
og eg skilji ikki, at eg ongantíð eri
smittaður. Eg má bara biðja Gud
verja meg, so eg kann gera hetta ar
beiðið.
Eina ferð har norðuri í Rumenia
vitjaði hann í eini bygd. Fólkini
vildu fegin vera blíð og fóru út í
garðin og kiptu nakrar hønur.
Eftir at gestirnir høvdu etið, sá
hann børnini sita og súgva høsna
beinini.
Eina aðra ferð var hann og vitj
aði heima hjá eini familju, sum beyð
teimum eina máltíð.
– Tá ið vit vóru liðug, segði kon
an, at hetta var hennara fyrsta
máltíð í tríggjar dagar. Tá stakk eg
henni nakrar pengar í hondina.
– Men ta óhugnaligastu uppliv
ingina hevði eg fyri trimum árum
síðan. Tá vóru vit noydd at flýggja,
tí vit vórðu álopin av svongum
børnum og vaksnum, sum vildu
hava mat og klæðir, sigur Absalon
Matras.
Seinasta
skeiðið
hjá Dahl
Johan Dahl,
landsstýrismaður,
hevur gjørt av at
gevast í politikki.
Hetta merkir, at
tá ið løgtingsval
verður aftur, fer
hann ikki at stilla upp aftur. Í hesum
sambandi staðfestir hann, at tað hevur
ongan týdning um løgtingsval verður í
næsta mánaði ella um tað verður síðst í
2015, tá ið hetta valskeiðið endar undir
vanligum umstøðum.
Vil lækka
kostnað
Jákup Sverri Kass tekur við sum stjóri
á Vága Floghavn, og tað sær hann sum
eitt sera spennandi starv við stórum
avbjóðingum. Ein verður at hjálpa til
at lækka ferðaseðlakostnaðin, so fleiri
fólk fara at ferðast um flogvøllin. – Tað
er í áhuganum hjá Vága Floghavn, at
avgjøldini eru so smá sum tilber, fyri at
fáa ferðaseðlaprísin niður. Men tað er
nú einaferð soleiðis, at í Føroyum búgva
50.000 fólk, sum skulu út og heim, og
tað merkir, at Vága Floghavn skal hava
fleiri herðar og fleiri fólk at bera tær
útreiðslurnar, fyri at fáa avgjøldini niður,
sigur hann.
Gott Breivik
ikki varð
dripin
Rættarmálið
ímóti hópdráps
manninum Anders
Behring Breivik
byrjar, og fjøl
miðlarnir fylgja
væl við málinum.
Sálarfrøðingurin
Eyðun Joensen
heldur, at fólk hava brúk fyri avkláring.
– Tað nyttar ikki, at leggja lok á eina
slíka hending. Eg haldi, at tað, at
fólk hava møguleika at fylgja við í
rættarmálinum, er gott fyri øll. Serliga
tey, ið eru persónliga rakt at atsóknunum
hjá Breivik, sigur hann. – Tað er gott,
at hann ikki bleiv dripin, tí so hevði
tað skjótt blivið til tað, at málið bleiv
tagt burtur. Ístaðin verða spurnartekin
hjá teimum avvarandi og teimum, sum
yvirlivdu, minni, tí tey fáa eina ordiliga og
neyva forkláring, sigur Eyðun Joensen.
– Eg venji meg
ongantíð við at
síggja neyðina, sigur
Absalon Matras, sum
í meira enn 20 ár
hevur koyrt neyð
hjálp til Rumenia
og Pólands. Hann
ætlar at halda fram
við hesum neyð
hjálpararbeiðinum,
so leingi hann orkar
Álopin av svongum børnum
Tá ið Sosialurin hitti Absalon Matras í apríl, fyrireikaði
hann ferð nummar 70 til Eystureuropa við neyðhjálp
Skúlabørn læra um samkynd
Felagsskapurin LGBT heldur, at føroysk skúlabørn skulu fáa kunning um samkynd,
tvíkynd og transpersónar. Sonja Jógvansdóttir sigur, at felagsskapurin ætlar sær
runt á framhaldsdeildum og miðnámsskúlum at greiða frá um LGBT.
- Tey seinastu árini hava vit merkt, at tað hevur veirð ógvuliga nógv kjak fyri og ímóti, og nú
halda vit, at tíðin er komin at fara eitt sindur víðari, og at vit veruliga hava brúk fyri eitt sindur
av kunning og upplýsing. Fáa avmystifiserað nøkur ting, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon heldur, at tað hevur týning at fáa sett andlit á, so fólk kunnu síggja,
at talan er um púra vanlig fólk við púra vanligum størvum.