fríggjadagur 28. desember 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2012
mai
Hann er tann royndi fiskimaðurin.
Tann bersøgni skiparin av bygd,
sum sigur sína hjartans meining.
Hart. So at øll hoyra – og summi
mugu halda fyri oyruni. Hann er
tann av verandi tingmaning, sum
hevur sitið longst í løgtinginum.
Fyrstu ferð valdur í 1984, burtur
eitt skifti fyri nøkrum árum síðani,
men gjørdi comeback á seinasta
løgtingsvali.
Nú er Henrik Old ein útdoyggj
andi rasa í løgtinginum. Tann sein
asti fiskimaðurin, sum er eftir í
landsins parlamenti. Tá ið hann setti
seg í stólin í løgtinginum fyrstu ferð,
hevði hann siglandi menn undir
liðini á sær, og stundum vóru 12 ella
13 menn, sum høvdu siglt, partur av
tingmanningini. Nú skal hann fóta
sær millum akademikarar, lærarar
og onnur bókliga útbúgvin fólk við
fáum politiskum royndum.
– Eg havi ilt við at blíva samdur
við nógv av teimum nýggju fólk
unum. Eg havi eina aðra meining
enn nógv av teimum, og hóast fólk
lurta, so er tað ikki altíð, at tað ber
til at fáa alt ígjøgnum, tí tað er eitt
heilt annað fólkslag, sum situr í
tinginum nú, samanborið við tá eg
kom fyrstu ferð í løgtingið í 1984,
sigur Henrik Old.
Facebook órógvar
Henrik Old sigur uppliva eina ting
manning, sum hugsar meira um at
sleppa á Facebook ella í fjølmiðl
arnar at markera seg, enn um at
luttaka í orðaskiftinum í løgting
inum.
– Alt tað yngra fólkið situr í løg
tinginum við eini teldu framman
fyri sær. Summi eru á Facebook, og
summi senda tíðindaskriv út við
pástandum um tað, sum tey hava
avrikið í løgtinginum. Tað virkar
púra hen í tað bláa í mínari verð.
Eg haldi, at í fleiri førum kemur
Facebook fram um orðaskiftið í
løgtinginum. Og fólk hungra eftir at
gera vart við, at tey hava verið við í
onkrari atkvøðugreiðslu í tinginum,
men tað er jú arbeiðið hjá teimum
at atkvøða, sigur Henrik Old.
– Alt hetta ger, at orðaskiftið í
løgtinginum verður forkvaklað, og
tú sært, at summi fólk eru ikki við,
hóast tey eru til staðar. Serliga sam
gongufólk tykjast úrkoblað, og eg
sakni, at tey fara upp á røðarapallin
at siga sína meining. Tað ringasta
av øllum er, at tingfólk ikki siga sína
hugsan um tey ymsu málini. Tað er
bedrøviligt fyri eitt demokratiskt
land, at fólk ikki vilja ella tora ella
ikki kenna seg í standi til at siga
sína meining í tinginum.
– Nú eri eg ikki á Facebook, og eg
eri kanska eitt sindur afturhaldandi
í so máta. Mær dámar betur at tosa
við fólk, og tað geri eg nógv av.
Men eg haldi, at Facebook hevur
eina keðiliga ávirkan á kjakið í løg
tinginum, tí fólk halda tað verða
vigtigari, at tey fáa sagt úteftir,
hvat tey hava atkvøtt fyri ella ímóti,
heldur enn at taka lut í orðaskift
inum.
– Hyggur tú út yvir salin, so sært
tú, at nógv fólk sita við telduna, tykj
ast fráverandi, og fylgja ikki við í tí,
sum fer fram í tinginum. Tað kann
verða, at tey gera tað alíkavæl, men
sita tey við proppum í oyrunum,
er tað avmarkað, hvussu nógv tey
kunnu hoyra av orðaskiftinum. Eg
haldi, at Facebook ger, at tað er alt
ov lítil luttøka í orðaskiftinum í
tingsalinum, sigur Henrik Old.
Skilja
havnar
fólk bara
barnamál?
Mong ógvast við av plakatum, sum eru
klistraðar upp á býbussarnar í Havn. Sum
skilst er talan um eina kampanju, sum
hevur til endamáls at fáa fólk at koyra
buss. Men er tað veruliga neyðugt at
bera ein so einfaldan boðskap fram við
so vánaligum málburði? Tey stava »buss«
við fýra s'um, og aftast á bussinum
stendur: »Lova bussinum út« – skrivað á
banalum barnamáli. Tá Ferðslutrygd fyri
nøkrum árum síðani hevði sama boðskap
til bilførararnar, stóð skrivað: »Sleppið
bussinum út«.
Far og
arbeið í sjón
varpinum
Høgni!
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevði
greið boð til Høgna Hoydal, formann
í Tjóðveldi, tá ið teir kjakaðust í
sjónvarpsstovuni. Og tá Høgni Hoydal
setti Kaj Leo ein spurning, hevði
løgmaður eitt greitt svar: – Tit tosa um,
at øll skulu lyfta í felag, øll skulu verða
við til sparingarnar. Kann eg spyrja
tykkum, hvat tit sjálvir hava spart, spurdi
Høgni Hoydal. Speiska viðmerkingin frá
løgmanni var stutt og kontant: – Far og
arbeið í sjónvarpinum vissi tú skalt spyrja
okkum!
Ein lætti at
slepp undan
X-Factor
– So skjótt sum
eg fekk at vita,
at eg var blivin
nummar trý og
fór av senuni, var
tað ein ótrúligur
lætti. Tað sigur
Sveinur Gaard Olsen, sum var við í stóru
sangkappingini hjá Danmarks Radio.
Nú hevur hann fingið plátusáttmála og
hevur úr at gera við at spæla.
Ræðist ikki Whale Wars
Sendingarnar Whale Wars, sum Paul Watson og hansara fólk hava gjørt um grindadrápið
í Føroyum, hava verið at sæð á Animal Planet, og tað hevur Ferðaráðið merkt.
– Vit hava fingið rættiliga nógvan teldupost frá fólki kring allan heim. Fleiri
eru atfinningarsom, men tað eru eisini tey, ið skilja okkum føroyingar, og
hví vit drepa grind, sigur Guðrið Højgaard stjóri á Ferðaráð Føroya.
– Sjálvt um summi potenitell ferðafólk velja Føroyar frá sum ferðamál orsakað av
eini sending sum til dømis Whale Wars, skulu vit ikki stúra fyri ferðavinnuni. Eftir
mínum tykki hava vit tað, sum skal til fyri at fáa eina sterka ferðavinnu, sigur hon.
Royndasti ting
maðurin sigur seg
uppliva eina ting
manning, sum
hugsar meira um at
sleppa á Facebook
ella í fjølmiðlarnar
at markera seg,
enn um at luttaka
í orðaskiftinum
í løgtinginum
Facebook órógvar løgtingið
– Eg eri einasti fiskimaðurin, sum er eftir í løgtinginum, og við hvørt kenni
eg meg eitt sindur fremmandan í tinginum. Tað kann stundum eisini
verða trupult at fylgja við í orðaskiftinum, tí tað er so høgtflúgvandi, at
eg má klípa meg í læri fyri at vita, um eg eri í Føroyum, sigur Henrik Old
Mynd: Heinesen myndir
– Tað verður við sorgblídni, at
eg gevist, men hinvegin er tað
gott at fara úr einari veitslu,
meðan veitslan er upp á tað
besta, og soleiðis havi eg tað.
Signar á Brúnni gevst sum
skúlastjóri í Klaksvík
– Tung starvsfólkamál er veruliga nakað,
sum rørir meg. Harafturímóti rørir tað meg
ikki tað minsta, um onkur polittikari sigur
okkurt um meg ella stovnin. Heldur ikki
tað, at enda á eini forsíðu við eini keðiligari
yvirskrift, er nakað, eg blívi kedd um.
Annika Mittún Jacobsen, fráfarandi kringvarpsstjóri