fríggjadagur 28. desember 2012síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150
8
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2012
juni
– Nú er fótbóltur hvørt kvøld. Og allir miðlar
kappast um at spyrja fótbóltsserfrøðingar, sum
kappast um at gita skeivt. Í staðin fyri at bíða til
dystirnir eru lidnir, og tá spyrja, hvør vinnur. Tá er
ein teoretiskur møguleika at fáa rætta svarið.
Høgni Djurhuus í klummu í Vikuskifti
– Fyri at vit sum menniskju skulu hava nakað
saman, so er fortreytin, at tú hevur nakað
at vera saman um, frøast um, øsa teg um
og so framvegis. Fótbóltur gevur monnum
høvi at hava nakað at vera saman um.
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, um EM-endaspælið í fótbólti
Eingin torir at hugsa tankan, hvat
kundi verið hent 11 ára gamla Rúna
Eyðsteinssyni Sømark í Havn, um
illa vildi tili, tá ið hann var fyri
einum ferðsluóhappi í Havn. Men
Rúni var heppin.
Hann situr róligur í stovuni og
prátar, og hann heldur tað ikki vera
so galið at hava frí frá skúlanum
hesa vikuna. Handliðið er brotið og
liggur í gipsi.
Hann hevur ofta verið túr við
pápanum í treylarunum aftaná
skúlatíð. Tað dámar honum væl.
Hendan fríggjadagin hevði pápin
ongan bil at koma eftir soninum við.
Tí bað pápin dreingin bara súkkla
oman á bryggjuna, har treylarin
stóð. Rúni læt sær hetta ikki siga
tvær ferðir. Hann var staddur við
Magn á Norðara Ringvegi, setti seg
á súkkluna og fór við fullari ferð
oman eftir R. C. Effersøesgøtu.
Tá ið hann kom oman til rund
koyringina út fyri SMS og apotekið,
kom ein bilur koyrandi niðan eftir
R. C. Effersøesgøtu, og í seinastu
løtu varnaðist Rúni, at bilurin
skuldi inn til SMS ella apotekið og
ikki niðan eftir gøtuni.
– Eg bremsaði við báðum brems
unum og reyk fram um súkkluna,
sigur Rúni.
Bilførarin sá Rúna og bremsaði tí
eisini. Rúni fór sendandi inn undir
bilin, sum ikki var steðgaður heilt,
tí hettan hjá Rúna kom undir annað
hjólið.
– Eg royndi at sleppa leysur, men
hettan var føst.
Skelkaður bilførari
Konan, sum koyrdi bilin, var ógvu
liga skelkað.
– Tað var ein omma, sum koyrdi
bilin. Hon tordi ikki úr bilinum, tí
hon visti ikki, hvat var hent við
mær, sigur Rúni.
Ein maður kom til og flutti bilin
eitt sindur, so Rúni bleiv leysur. Ein
onnur kona kom til hansara. Rúni
sigur, at hann hevði ikki serliga ilt,
og hann segði við hesa konuna, at
hann kláraði tað og fór oman til
pápan.
– Men konan segði nei, tí eg
skuldi á sjúkrahúsið, segði hon.
Rúni sigur, at tá ið hann flutti
fingrarnar, fekk hann ilt, og tí skilti
hann, at armurin var brotin. Tað
helt konan eisini og tók tvørtur um
Rúna. Tástaðni fór hann at gráta.
Tað var mest, tí hann var so kløkk
ur, sigur hann.
– Tað var nokkso flovisligt, tí
nógv fólk stóðu og gløddu eftir
mær, og eg slapp ongan veg, sigur
Rúni.
– Tá kom babba í einum bili, og
tað var gott. Eg græt bara eitt sind
ur.
Rúni fór á skaðastovuna, so í
røntguna, og haðani var hann rull
aður í songini oman aftur á skaða
stovuna, har kannað varð, um hann
skuldi leggjast undir skurð ella
ikki.
Gips varð lagt á armin og so
slapp hann heimaftur, og um
kvøldið var hann við mammu síni í
føðingardegi í Saksun. Hann hevði
tað gott, men var eitt sindur ússa
ligur.
Hetta er aðru ferð, at Rúni hevur
verið fyri ferðsluóhappi. Tá ið hann
var lítil drongur, bakkaði ein bilur á
hann, og tá sprongdist miltið. Men
tað minnist Rúni einki til.
Pál er ikki
keðiligur
– Nógv halda,
at eg eri hasin
har turrisligi
og keðiligi
granskarin, og
tá eg so for
telji onkra stuttliga søgu, gerast tey
púra ovfarin. Tað sigur yvirlæknin og
granskarin, Pál Weihe, ið sjálvur áður
hevur etið grind og roykt sigarettir.
– Eg veit væl, at tað er troyttandi fyri
summi, at eg altíð komi við boðum, ið
fólk helst ikki vilja hoyra, men tað er ein
partur av mínum arbeiði at kunna fólk
um ymsar heilsuvandar, sigur Pál Weihe.
Tjóvur í
Fuglafirði
Á smærru plássunum í Føroyum
hevur ikki verið vanligt at steingja
kjallarhurðina og at hava hjallin
læstan. Men summastaðni kann tað
gerast neyðugt. Tað ásannar Jóngerð
Ellingsgaard í Fuglafirði. – Eg havi altíð
havt álit á fólki, og tað kom mær ikki
til hugs, at nakar kundi finna uppá
at stjala frá mær. Nú eri eg nakað so
vónsvikin, sigur hon. Týsmorgunin komu
hon og dóttirin eftir, at onkur hevði
verið langt inni í kjallaranum og stolið.
Jóngerð Ellingsgaard skilir tað ikki, tí
kjallarahurðin er trek, og hon hevur
verið heima seinastu dagarnar. Tær
funnu eisini útav, at onkur hevur verið
í hjallinum. Aftaná hevur hon frætt frá
øðrum í Fuglafirði, at tey eisini hava havt
óbodnar gestir.
Vilja hava
harðari
revsing
Narkopolitiið
hevur lagt hald
á eitt úrval av
hassjplantum í
Klaksvík. Sølu
prísurin á gøtuni hevði verið 1,2 millión
krónur. Sjálvt um nøgdin var so stór,
metti narkopolitiið ikki, at grundarlag
var fyri at krevja tann skuldsetta mannin
varðhaldsfongslaðan, millum annað tí at
dómarnir í slíkum málum hava ikki verið
so strangir. Maðurin, sum átti størstu
hassjplantasjuna, sum higartil er funnin
í Føroyum, fekk átta mánaða fongsuls
revsing. Tann dómarin var ikki bara fyri
hassjplantasjuna. Politiið heldur ikki, at
tann revsingin stóð mát við álvaran av
brotsverkinum.
Bilførarin var kvikur og høgdi bremsurnar í, og tí kom Rúni Eyðsteinsson Sømark,
sum var á súkklu, ikki undir bilhjólið. Hann greiðir her frá óhappinum, ið hendi á
R. C. Effersøesgøtu í Havn Nú droymir hann bara um at fáa eina nýggja súkklu
Lendi undir einum bili
Tað spældi tíbetur væl av, tá ið Rúni datt á súkkluni
hjá sær og lendi beint frammanfyri einum bili
Snorking økir krabbavandan
Fyri 22 árum síðani fóru granskarar á lærda háskúlanum Wisconsin-Madison í USA
at kanna svøvnin hjá fólki. Endamálið var at kanna, um nakað samband var millum
svøvnin og tilburðirnar av krabbameini. Nú er úrslitið komið, og frágreiðingin er ikki
serliga hugaligur lesnaður. Amerikonsku granskararnir siga, at fólk, sum hava stórar
andatrupulleikar, tá tey sova, eru í 4,8 ferðir størri vanda fyri at fáa krabbamein enn tey,
sum ikki hava slíkar trupulleikar. Tey, sum hava heldur minni andatrupulleikar í svøvni, eru
í tvær ferðir størri vanda fyri at fáa krabbamein, og hjá teimum, sum bara hava smávegis
trupulleikar við andadráttinum, tá tey sova, veksur vandin fyri krabbameini 10 prosent.