fríggjadagur 28. desember 2012síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Tað er nakað við galskapinum, sum er so ómetaliga
dragandi, ræðandi og hugtakandi alt í senn. Psykosa
og sinnisjúka er hinumegin alt vit og skil, og eg kenni,
at júst hetta dregur og hugtekur meg.
Rigmor N. Arge, sálarfrøðingur
Tað er fantastiskt at koma út her, tað
eru 20 minuttir frá Havnini og kanska
eisini 20 ár aftur í tíðina.
Nólsoyingurin Kim Hansen
um at koma út í Nólsoynna
Tað er øgiliga kalt at
standa á einari gøtu í
Liverpool og spæla violin,
so tað vil eg helst sleppa
undan at gera aftur.
Songkvinnan Gretha Svabo
Bech, sum varð tilnevnd til
Grammy heiðursløn í USA
saman við bólkinum Deadmou5
Eg og Johan Dahl hava
eina avtalu um, at tá
eg snakki ov hart, skal
hann geva mær tekn,
og tá hann snakkar
ov títt, skal eg geva
honum tekn, men vit
blíva so ivrigir, at vit
gloyma at hyggja eftir
hvørjum øðrum.
Henrik Old, løgtingsmaður
Eg dugi at syngja, havi ein
góðan stíl, eri seriøsur, og
so brenni eg fyri tónleikinum.
Sveinur Gaard Olsen, føroyskur
X-Factor luttakari, um sínar eginleikar
Skuldi eg, nú eg verði 70 ár, givið mær sjálvum
eini góð ráð, tá ið eg var ungur, so var tað:
»Henning, liv! Liv! Ver glaður. Og dansa! Og tá
tárini koma, skalt tú vita, at tað er ein, sum
heldur eyga við tær og hjálpir tær«
Presturin Henning Bøgesvang
Tað kennist gott, at vit nú eiga
hvønn annan. Nú eru vit eitt,
og vit hava víst fyri hvørjum
øðrum, at vit vilja vera saman
í allar ævir.
Nýgift Anna Nygaard
Eg plagi at siga, at mann kann bukka
so nógv, at buksirnar skrædna.
Gospelsangarin og fyrrverandi
hotellstjórin M.C. Restorff
Eg gangi ikki og hugsi
um, hvat onnur hugsa og
halda um meg. Ein skal
ikki fokusera upp á tað
negativa, tí tað kann mann
ikki brúka til nakað.
Hans Fróði Hansen
Tað er skelkandi torført
at finna eitt politiskt tev í
Føroyum, har vit semjast um
at halda eina kós
Løgtingskvinnan
Kristina Háfoss
Tað vandamikla er, tá tann
tjúkki drongurin, sum situr
við kassan í SuperBrugsen,
sannførur seg sjálvan um, at
hann er ein superstjørna og
heldur seg vinna X-Factor.
Tónleikarin Páll Oddur Rubeksen
um at byrja sína karrieru í X-Factor
Børn hava eitt innara
ríkidømi, sum skúlin
kann draga fram
heldur enn at køva, tí
kreativiteturin er lívs
neyðugur fyri bæði
læringina og lívið.
Rakel Helmsdal, rithøvundur
So søgdu
tey...
2012