fríggjadagur 28. desember 2012síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150
14
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2012
desember
– At bøta um kjakmentanina er neyðugt,
at útbúgvin fólk luttaka. Tey hava
nógv at geva orðaskiftinum. Tað er
ofta ein spurningur um at vilja. Fólk
við drúgvari útbúgving mugu ikki
smæðast, men geva sína vitan víðari
Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur og rithøvundur
– Fólk eru einastandandi blíð og fyrikomandi.
Hýrurin er góður, bæði tá ið tey fara í býin
um vikuskiftið og heim aftur. Tað er upp
til hýruvognsføraran sjálvan at fáa gott
lag í bilinum. Er hýruvognsførarin væl
hýrdur, so eru hini í bilinum tað eisini.
Birni Joensen, hýruvognsførari
Nógvar ferðsluvanlukkur hava verið
í Føroyum, og í fleiri førum hava tað
verið blaðung fólk, sum hava latið
lív. Trý ung fólk eru takksom fyri,
at tey øll komu livandi frá einum
ferðsluóhappi á Strondum sunnu
náttina 2. desember.
– Tað er heilt vist, at ein hægri
hond hevur hildið hondina yvir
okkum, sigur Sámal F. Bláhamar,
sum koyrdi bilin hesa ólukku nátt
ina.
Hann gongur á kokkaskúla í
Klaksvík, og av tí at foreldrini vóru
farin av landinum, var hann tað
vikuskiftið og feraðist hjá ommuni
og abbanum á Strondum. Og hann
hevði bil teirra, ein Nissan Qashqai.
Um kvøldið fóru hann og ein genta
ein biltúr og koyrdu Skálafjørðin
upp og niður. Nakað seinni kom ein
vinkona teirra aftur frá jólaborð
haldi á Viðareiði, og tey fóru eftir
henni, tá ið hon var komin aftur
við bussinum.
Tey koyrdu eina løtu runt á
Strondum, har væl var grivið og
gott at koyra.
Spældi við bilinum
Hann hevði spælt sær eina løtu
við bilinum í kavanum, og so fekk
hann hug at fara oman á bryggjuna
at spæla, tí økið var so stórt. Ferðin
var ikki meira enn 40-59 km um
tíman.
– Tað kom púra óvart a meg, at
har var gler. Eg royndi at venda og
bremsa, og tað skal man barasta
ikki gera. Men panikkur kom á meg,
sigur Sámal F. Bláhamar.
Bryggjukanturin var ikki nóg
høgur til at steðga bilinum, sum
fór á sjógv.
Sámal og Erla sótu framman í
bilinum, og tað eydnaðist teimum
ikki at fáa hurðarnar framman upp,
tí trýstið av sjónum var so stórt.
Men tað, sum bjargaði teimum
var, at Óluva, sum sat aftan, tilvitað
ella ótilvitað hevur koyrt hurðina
upp, áðrenn aftari endi á bilinum
fór undir.
Tað gingu nøkur frá sekund,
so vóru øll sloppin út úr bilinum.
Óluva var so rólig, at hon fór inn
aftur í bilinum eftir eini tasku.
– Var bilurin endaður á takinum
ella á síðuni, hevði verið verri
vorðið.
Bilurin lá einar fimm metrar úr
landi, og tey trú svumu inn móti
bryggjuni.
– Tá vóru góð ráð dýr, tí tað
vóru minst tveir metrar upp, og
har var eingin stigi ella nakað. Og
so var tað myrkt, bara ein lykta
peli á bryggjuni, sigur Sámal F.
Bláhamar.
Hann sá sum einasta møguleika
at vera at klúgva upp á eitt last
biladekk, sum hekk við bryggjuna.
Tað eydnaðist, men genturnar vóru
ikki mentar at gera tað sama, so
vátar og tungar í sjónum, sum tær
vóru. Tað eydnaðist hon at hála
fyrst aðra og so hina gentuna upp,
og tær kluvu so víðari upp á bryggj
una.
– Fleiri hava spurt okkum, um vit
ikki vóru køld. Nei, vit føldu ongan
kulda, helst tí vit vóru so skelk-
að.
Telefonir teirra virkaði ikki, so
tey fingu ikki givið boð frá sær.
Tey fóru tí til gongu niðan móti
bygdini.
Av tilvild kom ein maður í bili
koyrandi, og tey steðgaðu honum.
Seinni fóru tey so á Landssjúkra
húsið til kanningar.
Takksamur
Sámal F. Bláhamar sigur, at enn
hevur hann ikki havt trupulleikar
av hendingini. Hann hevur ongan
tíð havt marruna ella nakað, men
tað kann koma enn. Men hann
hugsar nógv um tað.
– Eg eri so takksamur, hugsi nógv
meira um lívið nú og dugi betur at
virðismeta tað.
Tað hevur eisini gjørt væl, at
hann og 16 ára gomlu vinkonurnar
Erla og Óluva hava tosað nógv sam
an um tað, sum hendi.
– Tað er heilt vist, at bandið okk
ara millum er nógv styrkt.
Sámal er somuleiðis takksamur
fyri alla ta hjálp, sum tey hava fingið,
og hann takkar øllum, sum hava
hugsað um tey og nógva stuðlinum
frá skyldfólki og vinfólki.
Hann hevur sitið við róðrið í
bili aftur, men hugurin at koyra er
ikki tann sami. Hann sigur, at hann
ongantíð hevur koyrt skjótt, og tað
ger hann als ikki nú.
– Nú koyri eg næstan sunnu
dagskoyring, sigur hann.
Airbus
í jólafrí
Nýggja Airbus-flogfarið hjá Atlantsflogi
fekk fyrst í desember mánaði ein minni
skaða á flogvøllinum í Kastrup, tá ið
ein vognur, sum varð brúktur at lasa
flogfarið, rendi á flogfarið. Airbus-
flogfar hevur í desember verið kannað
og umvælt, og tað kom illa við hjá
Atlantsflogi, tí hetta er háárstíð fyri
flúgving, og tí máttu fleiri nýggjar frá
ferðir setast inn við teimum smærru
flogførunum hjá felagnum.
Jóanes skald
út í heim
Rithøvundurin Jóanes Nielsen fer nú
eisini út í verðina við sínum skaldskapi.
Hann hevur nú skrivað undir sáttmála
við eitt av heimsins størstu, altjóða
forløgum, Random House, sum ætlar at
geva skaldsøguna Brahmadellarnir, út
á fremmandum málum, í fyrstu syftu
á týskum. Informatión skrivar, at hetta
er størsta forlag, sum nakrantíð gevur
eina føroyska bók út og hetta verður
eisini fyrstu ferð í nógv ár, at ein føroysk
skaldsøga verður givin út á týskum.
Strangari
vápnalóg
Nú skal vápna
lógin herðast,
so at tað verður
strangari hjá
teimum, sum
keypa og eiga
byrsu. – Byrsa
er eitt vandamikið vápn eg eg haldi, at
tað er rætt, at vit skipa viðurskiftini
rundan um tað at keypa og eiga skotvápn
betri, sigur landsstýrismaðurin Kári P.
Højgaard. Í nógv ár hava politikarar tosað
um at herða vápnalógina, men tað hevur
víst seg at vera ómetaliga torført at fáa
eina nýggja vápnalóg. Sostatt er hetta
eitt øki, sum enn er fullkomiliga óskipað
men nú ætlar hann at leggja uppskot fyri
Løgtingið í hesi tingsetuni, sum endar á
ólavsøku.
18 ára gamli Sámal F. Bláhamar hevði bara havt koyrikort í ein góðan mánað, tá
ið hann sunnunáttina 2. desember saman við tveimum gentum koyrdi á sjógv í bili
á Strondum. Hálkukoyring átti at verið partur av ferðslufrálæruni, sigur hann
Eg fór í panikk
Alt spældi tíbetur væl av, at tá ið bilur við
trimum ungfólkum í, koyrdi á sjógv
Viðgera fyri fiti í Føroyum
Nógvir føroyingar hava seinastu árini verið uttanlands og fingið gastic
bypass ella gastic banding. Men nú hevur Landssjúkrahúsið tikið á seg
at gera hesar viðgerðir í Føroyum. Herfyri fingu tíggju fólk gastric bypass
á Landssjúkrahúsinum, og hildið verður fram næsta ár, men nær tað
verður, er ikki ásett enn. – Tað gekk væl, sigur Eyðfinn Olsen, yvirlækni á
skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum. Hann stendur fyri skurðviðgerðunum.
Tey tíggju fólkini, sum fingu gastric bypass á Landssjúkrahúsinum í
seinastu viku, høvdu øll BMI oman fyri 40, og tey vigaðu 120-130 kilo