fríggjadagur 28. desember 2012síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2012
november
– Læknar og sjúkrarøktarfrøðingar skulu í størri
mun enn í dag duga at vera medmenniskju og eisini
hugsa um sálarstøðuna hjá sjúklinginum, heldur
enn bara hugsavna seg um, hvør heilivágur riggar
best, ella hvør skurðviðgerðin er tann besta.
Kristianna Hammer, sum hevur gjørt Ph.d-ritgerð
um sambandið millum vón og krabbamein
– Eg læri meg nú at fáa ein
frammaná – uttan at fara um koll.
Summi fingu hesi evni í vøggugávu
og megna tað, men eg eri bara
ikki føddur soleiðis. Eg eri følin.
M.C. Restorff, gospelsangari og
fyrrverandi hotelstjóri
Hóast Árni Jakobsen er vorðin
ímyndin av hesum hópinum av
kvinnum og monnum, sum ganga á
ovastu tindunum í landinum, hevur
tað ikki altíð verið so. Tað var fyri
tveimum árum síðan, at hann á
einum fjalltúri í Kunoy í 2010 fekk
brell at ganga í føroyskum fjøllum.
Tá Árni gongur í fjøllunum, er
tað sum oftast saman við øðrum.
Fjallahópurin er sera fjølbroyttur
við bæði kvinnum og monnum, sum
øll hava tað til felags, at teimum
dáma væl at ganga í føroysku
fjøllunum, tí hevur Facebook verið
ein hentur miðil til at boða frá tá
túrar eru á skránni. Tað eru nógv,
sum eru løgst afturat bólkinum
hóast ikki øll eru líka aktiv.
– Eg havi varhugan av, at áhugin
er stútt vaksandi. Føroyingar hava
altíð gingið í fjøllunum og verið
burturi í haga, men alt fleiri vanlig
fólk ganga í fjøllunum. Vit stovnaðu
bólkin á Facebook at umrøða fjall
túrarnar, og í tí bólkinum hava fleiri
funnið saman um at ganga í fjøll
unum, sigur Árni.
Myndir eru javnan at síggja frá
túrum, har fólk hava klovið upp á
vakrar tindar kring landið. Summ
ir fjallgangarar eru sera royndir.
Millum teir royndastu eru Djóni
Kunoy, Hanus F. Joensen, Rani
Nolsøe og onnur sum saman við
fleiri øðrum føroyingum hava ver
ið á Mount Blanc, Kilimanjaro og
Aconcagua sum er millum hægstu
fjøll í heiminum. At vit eru fleiri,
sum hava sett okkum høg mál,
styðjar bara upp undir áhugan hjá
okkum øllum, sigur Árni Jakobsen.
Góður felagsskapur
Felagsskapurin á hesum túrum er
eisini góður, og upplivingarnar eru
nógvar. Summi leggja seg eftir at
brúka túrarnar sum venjing, onnur
hava hug at steðga á og sansa alt
rundan um seg og njóta friðin.
Plássini, Árni saman við øðrum
hevur vitjað, eru sum vera man
mong, men hvat vakrasta plássið
í Føroyum er, er ilt at siga, heldur
hann.
– Vakurt kann vera upp á ymsar
mátar í náttúruni. Vakurt er í kava
kløddu fjøllunum um veturin, og
vakurt er um summarið, tá veðrið
er av tí fagrasta. Vakurt kann eisini
vera um heystið og um várið, tí
litspælið í Føroyum er altíð ríkt.
– Summir túrar skara kanska
framúr, og skal eg nevna onkrar, má
eg nevna Kunoyarnakk, Torsskora
horn, Vesturi á Víkum, Snubburnar
og Mýling. Heldur ikki gloymi eg
túrin, vit vóru í Pálslofti, har søgnin
sigur, at Páll Fangi krógvaði seg, sig
ur Árni Jakobsen.
Árni kundi greitt leingi frá vakur
leikanum í fjøllunum og vælveruni,
sum túrarnir hava við sær. Hann
sigur tó, at sjálvandi ikki er heilt
vandaleyst at ganga í brattlendi,
men mong ráð eru um, hvussu tú
ber teg rætt at á fjalltúrum. Ein
meginregla er, at tú skalt ongantíð
ganga beint undir einum øðrum.
Ein onnur meginregla er, at tú mást
ongantíð fara avstað einsamallur,
um túrurin er trupul. Best er eisini
altíð at siga øðrum frá, at tú fert
avstað. Haraftrat er umráðandi at
hava vatn og mat við. Tá ið man er
í fjøllunum skal man altíð vera væl
klæddur við vind – ella regnjakka.
Eini góð ráð eru at brúka ullint frá
innast til uttast, troyggju, húgvu og
vøttir.
Kvinnur
mugu vilja
sjálvar
Kvinnurnar verða eftir nýggjár
verri umboðaðar í teimum 30
kommunustýrinum, enn tær hava verið
seinastu fýra árini. Fyri fýra árum síðan
31 prosent av valdu kommunustýrunum
kvinnur, við hetta valið fall talið niður á
30 prosent. –- Eg eri bangin fyri, at fleiri
kvinnur aftra seg í at stilla upp, og tað
er ilt at gera nakað við. Tað ber ikki til at
noyða kvinnur at stilla upp. Tær mugu
vilja tað sjálvar, sigur Sigga Óladóttir
Joensen, forkvinna í Demokratia.
Gunvá vann
valið – men
misti valdið
Gunvá við Keldu og Fólkaflokkurin stóðu
seg væl á kommunuvalinum í Klaksvíkar
kommunu, men hóast flokkurin varð
veitti sínar fýra býráðslimir, misti
Guvná borgarstjórasessin. Fimti limurin
í meirilutanum, Jógvan Skorheim úr
Sjálvsstýrisflokkinum, fór í samstav við
andstøðuna og fekk borgarstjórasessin.
Deyða
dómur fyri
elituítrótt
Fíggjarligir trupulleikar í Kringvarpinum
hava við sær, at KVF skal siga fólki
upp og spara. Millum annað verður
ítróttarsendingin 3-2 niðurløgd. Jákup
Mørk, fyrrverandi ítróttarskrivar, metir
soleiðis um avleiðingarnar:
– Eg tori tí at siga, at breiddin í ítróttin
verður tann heilt stóri taparin, um
3-2 sleppur at hvørva av skíggjanum.
Umrøðan stimbrar ítróttini. Tað økir um
ansin hjá almenningum fyri einstøku
ítróttagreinunum. Tað styrkir um
breiddina, sum altíð er føðiketan hjá
elituni. Tí er tað byrjanin til endan hjá
føroyskari elituítrótt, um 3-2 hvørvur av
sjónvarpsskíggjanum fyri well.
Tá ið havnamaðurin Árni Jakobsen í november gekk niðan á fýra teir seinastu
fjallatindarnar í Føroyum, hevur hann verið á øllum teimum 340 fjallatindunum
í Føroyum. Hann er helst tann fyrsti, sum hevur gjørt hetta bragd
Árni á øllum 340
fjøllunum í Føroyum
Árni Jakobsen hevur gingið niðan á allar 340 fjallatindar í Føroyum
Heðin kongur í Havn
Heðin Mortensen fekk eitt býráðsval, sum eingin áður hevur fingið. Hann fekk heili 2.627
persónligar atkvøður, og tær vóru við at geva Javnaðarflokkinum meirilutan í Tórshavnar
býráð. – Eg lurti eftir, hvat fólk hava at siga, og ikki minst at vit royna at fullføra tað,
sum vit lova, sigur Heðin Mortensen. Hetta er fyrstu ferð í søguni, at ein flokkur fær
meirilutan einsamallur í Tórshavnar býráð. – Tað kundi verið freistandi at sagt, at nú
gjørdu vit bara, sum vit vildu, men eg haldi sjálvur, at vit eiga at blanda kortini eitt sindur
og bjóða hinum flokkunum við so ella so vit hava eina breiðari viftu av býráðslimum,
sum kunnu verða við í arbeiðinum hjá Tórshavnar kommunu, sigur Heðin Mortensen.