fríggjadagur 28. desember 2012síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150
12
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2012
oktober
– Tað er ikki so stuttligt at fáa skeld frá
mars til oktober, men tað er ein partur av
spælinum. Tá ið tú fert í dómarabúnan, so
merkir tað eisini, at tað er dómaran og ikki
meg sum persón, spælararnir skelda.
Elsa Andreasen, ársins dómari í bestu kvinnudeildini í fótbólti
– Tað var langt frá vandamikið og
ikki sørt dramatiskt at loypa í havið
í 14-15 metra høgum aldum. Men
har var einki annað at gera.
Bárður Lydersen, stýrimaður umborð á norska
línubátinum Kamaro, sum kom í havsneyð
Katrin og Johannis Lydersen og
fýra børn teirra búgva í lítla býnum
Jerup, sum liggur millum Skagen
og Frederikshavn í Norðurjyllandi.
Knappliga hevur lív teirra fingið
eina nýggja vend, tí tey eru vorðin
fleirimillióningar.
Fyri hálvum triðja ári síðan
keypti hon ein lottoseðil á netinum,
hongdi hann á eina uppslagstalvu,
og har hevur hann hingið síðan.
Hetta var ein seðil við føstum haldi,
og hon hevur rindað 160 krónur um
mánaðin fyri seðil.
Hon hevur als ikki kannað tølini,
tá ið drigið hevur verið.
Katrin kannaði heldur ikki tølini
herfyri, tá ið júst hennara seðil
vann.
– Men í seinastu viku ringdu tey
til mín frá Danske Spil og søgdu,
at eg hevði vunnið, men eg trúði tí
ikki. Eg helt, at onkur gjørdi gjøldur
við mær, sigur Katrin.
Tá ið hon hevði lagt hornið á, fór
hon at kanna seðilin, og rætt var.
Hon hevði vunnið 7,8 mió. krónur.
– Eg skríggjaði og skralaði, dans
aði og hoppaði, sigur Katrin.
Gekk út yvir børnini
Hon var einsamøll heima við teim
um báðum yngru børnunum, og
hennara róp gekk tí mest út yvir
tey.
Tá ið friður so nøkulunda var
fallin yvir hana, ringdi hon til
mannin, sum ikki var heima. Hann
siglir sum maskinmeistari í norsku
frálandavinnuni.
– Hann skilti ikki, hvat var áfatt,
tá ið eg ringdi soleiðis mitt um dag
in. Hann hevði eisini ilt við at fata,
at eg hevði vunnið so nógv, sigur
Katrin.
Dagliga lívið hjá familjuni er
enn í hvussu er einki broytt. Katrin
arbeiðir sum barnafysioterapeutur
í kommununi, og hon hevur verið
til arbeiðis hvønn dag síðan.
Hon hevur tó líkasum flogið
uppi í skýggjunum, síðan hon fekk
boðini.
– Men nú haldi eg, at eg eri við at
koma niður á jørðina aftur.
Fær ráðgeving
Einki er avgjørt enn um, hvat tann
stóra
peningaupphæddin
skal
setast í, sjálvt um Katrin hevur
gjørt sær onkrar tankar um, hvat
vinningurin letur upp fyri. Ein dag
fær hon vitjan av einum fíggjarlig
um ráðgeva, sum Danske Spil bjóð
ar henni at ráðføra seg við. Børnini
eru farin at leggja framvið at fáa
okkurt burtur.
– Tað er ikki frítt, og eg havi sagt
við tey, at tey skulu fáa ordiliga góð
ar jólagávur í ár, sigur Katrin.
Fyri langari tíð síðan avgjørdi
familjan at fara til Føroya í ár at
halda jól, og ferðaseðlarnir vórðu
goldnir tá.
– Men nú kann væl verða, at vit
eisini fara onkrastaðni at ferðast
næsta summar, sigur Katrin.
Katrin og Johannis Lydersen
hava sum nevnt bæði fast starv, og
familjan býr í egnum húsum.
Nakað av peninginum ætlar hon
at brúka til at niðurgjalda skuld í
húsinum, men hon gremur seg ikki
um nakað.
– Peningurin verður tí bara sum
rómi omaná, sigur hon.
Hon ætlar ikki at gevast at spæla
við sínum lottoseðli.
– Eg haldi fram, til eg ikki tími
meira, sigur hon.
Boykotta
samgonguna
Ein av okkara fremstu tónaskøldum,
Sunleif Rasmussen, heldur, at nú eiga
listafólk ikki at finna seg í meiri frá
samgonguni. Nú mælir hann rætt og
slætt øllum føroyskum listafólkum til at
boykotta tiltøk, sum landsstýrið skipar
fyri. Tað er ætlanin at skerja játtanina
til mentanargrunnin, sum hevur fingið
bikarið hjá tónaskaldinum at flóta yvir.
– Eg vil tí heita á allar mínar starvs
felagar, um ikki at luttaka sum bringu
prýði hjá almenna myndugleikanum,
fyrr enn hesin tekur okkara yrki í álvara,
og gevur okkum sømdir, ið vit hava
uppiborið, sigur Sunleif Rasmussen.
KÍ og EB/S
meistarar
Fótbóltskappingarnar hjá kvinnum og
monnum endaðu við, at ávíkavist KÍ og
EB/Streymur gjørdust føroyameistarar.
KÍ vann sítt 13. Meistaraheitið á rað, og
klaksvíkskvinnur ætla sær nú at taka
metið fyri felst meitaraheitið á rað – tað
sigst verða 14. Í tættari kapping við
ÍF og onnur feløg hevði EB/Streymur
til endans munin á øllum hinum, og
felagsliðið tryggjað sær meistaraheitið á
seinasta leikdegi.
Fekk
shortsini
hjá Zlatan
Tórur Rasmussen,
sum var
bóltadrongur
til landsdystin
millum Føroyar
og Svøríki, fekk
ein øðrvísi uppliving eftir dystin. Hann
spurdi stóru stjørnuna hjá svenskarum,
Zlatan Ibrahimovic, um hann kundi fáa
troyggjuna hjá honum, men fekk í staðin
shortsini hjá Zlatan. – Hann segði við
meg »yes, you can have my shorts«. Eg
tímdi ikki ordiliga at rætta hann, so eg
lat hann bara fara úr shortsunum, sigur
Tórur Rasmussen. Søgan um Tór fór um
allan heim.
Katrin Lydersen, sum
er ættað úr Klaksvík
og býr í Danmark,
helt tey gera gjøldur
við sær, tá ið tey
ringdu til hennara og
søgdu, at hon hevði
vunnið næstan átta
mió. krónur í lotto
Katrin vann
8 milliónir
– Men nú kann væl verða, at vit eisini fara onkrastaðni
at ferðast næsta summar, sigur Katrin Lydersen
Tey ungu drekka illa
Føroyskur ungdómur bæði roykir og drekkur nógv verri enn tey ungu í Íslandi. Tað
eru eisini heldur fleiri ung í Føroyum, sum roykja hassj, enn tað eru í Íslandi.
Hetta vísir ein spildurnýggj kanning, har ung í 9. og 10. flokki í Føroyum og
í Islandi eru spurd, hvussu illa tey roykja, drekka ella taka rúsevni.
– Kanningin vísir, at støðan í Føroyum er ikki góð og hon er nógv verri
enn í Íslandi, staðfestir Firouz Gaini, ph.d. og lektari í antropologi
og samfelagsvísindum á Fróðskaparsetrinum, sum hevur staðið
fyri kanningini saman Jón Sigfússon, granskara í Íslandi.