fríggjadagur 28. desember 2012síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2012
september
– Fólk halda kanska, at lívið sum tónleikari
er ein dreymur, mann skal útliva, men tað
er ein illusión. Tað er hinvegin ofta eitt
baks, og tú skalt tíma tað øgiliga væl.
Høgni Lisberg, tónleikari
– Eftirspurningurin eftir fígging er lítil, og
samlaðu útlánini eru minkað í tráð við,
at húsarhald og vinnufyritøkur gjalda
niður skuld heldur enn gera íløgur.
Búskaparráðið í heystfrágreiðingini
Nokk er nokk. Hetta er so strævið,
at vit eru komin har til, at vit tíma
hetta ikki meira. Okkara dugnaligu
ungu kokkar eru komnir hartil, at
teir tíma hetta ikki meiri.
Tað sigur Johannes Jensen,
stjóri á Hotel Føroyum í sambandi
við málið um tarvkálvarnar, sum
Hotel Føroyar eftir boðum frá
Heilsufrøðiligu Starvsstovuni mátti
koyra á Sandvíkarhjalla.
Hotellið hevði keypt neytafjórð
ingarnar frá einum bónda í Før
oyum, men Heilsufrøðiliga Starvs
stovan gav boð um, at kjøtið skuldi
burturbeinast, tí kálvarnir vóru
ikki slaktaðir a einum góðkendum
slaturvirki – einki slíkt slaturvirki
til kálvar er í Føroyum.
Johannes Jensen greiðir frá,
at Hotel Føroyar, sum eisini rekur
matstovuna Áarstovu í Havn,
er eitt løggilt virki, sum bara má
keypa løggildar matvørur. Men tó
eru undantøk, tá tað snýr seg um
føroyskan mat, so sum turt kjøt,
ræst kjøt og so framvegis, og fram
til 2015 hava tey loyvi til at keypa
skerpikjøt.
– Vit hava eina mentan í Føroy
um, har vit hagreiða egnan mat í
kjallarum, sum eisini kann seljast
beinleiðis til brúkaran í durasølu.
Seyður, sum skal seljast í handlum
ella matstovum, skal slaktast í góð
kendum sláturhúsi, sigur Johannes
Jensen.
Men tað ber ikki til, tá talan er
um tarvkálv, tí einki sláturhús í Før
oyum er góðkent at fletta kálv. Tí
ber tað hvørki til at selja ella keypa
tarvkálvakjøt í Føroyum til eina
matstovu.
– Skulu vit hava tarvkálvakjøt,
so mugu vit keypa tað úr Danmark.
Ta reinu og frísku føroysku vøruna
sleppa vit ikki at brúka, hóast vit
hava fakfólk – kokkar – sum kunnu
taka sær av vøruni, beint sum hon
er slaktað, sigur Johannes Jensen.
Missa pippið
Johannes Jensen vísir á, at tað er
ikki bara galið við lógunum.
– Vit kunnu ikki skylda upp á
lógirnar, tað eru fólk, sum umsita
lógirnar og sum hava gjørt við
merkingarnar til lógirnar í sínari
tíð, tað er har, tað er galið, sigur
Johannes Jensen.
– Men nokk er nokk. Vit kunnu
keypa tunfisk, sum er pakkaður í
Afrika og selja hann her. Vit kunnu
eta junkfood og alt møguligt ann
að, sum er skaðiligt, men ikki fan
tastisku føroysku rávøruna, sigur
Johannes Jensen, sum heldur, at
Heilsufrøðiliga Starvsstovan í alt
ov stóran mun er ein forboðsstova.
Hann vísir á, at í Hotel Føroyum
samstakinum starvast 24 kokkar og
kokkanæmingar, og at teir eru um
at missa pippið av, at einki skal bera
til við tí fantastiska føroyska mat
vørutilfeingi, sum er her rundan
um okkum.
– Vit gera eitt stórt arbeiði fyri
at menna hesa mentan okkara. Vit
keypa eitt nú øll jarðberini av Sundi,
og vit keypa alla framleiðsluna í
Vakstrarhúsinum hjá ALS í Sanda
vági. Vit hava fingið góðkent fram
leiðslu soleiðis, at vit kunn keypa
2.000 góðkendar lambsbøgir og
1.500 tjógv, sum vit kunnu servera
á okkara matstovum. Tí er tað so
møtimikið, at vit alla tíðina skulu
merkja mótstøðu frá Heilsfrøðiligu
Starvsstovuni heldur enn at vit
kunnu tosa saman og finna loysnir.
Tí sjálvandi ber til at finna loysnir,
sigur Johannes Jensen.
Hann hevði ynskt sær, at tað
bar til at tosa við heilsumyndug
leikarnar, so loysn kundi fingist á
hesum trupulleika, sum føroyskar
matstovur hava. Ikki bara tá tað
snýr seg um kálvakjøt.
– Tað er tað sama við fantastisku
skeljadjórunum, sum vit hava her.
Men tað sleppa vit heldur ikki. Vit
skulu keypa útlendsk skeljadjór
heldur enn tey góðu føroysku
skeljadjórini, sum kundu gjørt
Koks til heimsins bestu matstovu,
sigur ein ikki sørt argur Johannes
Jensen.
Færri flog
skiparar
Minni virksemi og tað at Airbus-flogfarið
tekur fleiri fólk og ger færri túrar hava
havt við sær, at Atlantsflog hevur sagt
sjey flogskiparum upp. Tríggir fóru úr
starvi 1. semtember, tá ið tríggir aftrat
fingu uppsøgn. Magni Arge, stjóri í
Atlantsflogi, sigur, at tað altíð er minni
flúgving um veturin, men tað skuldi tað
hent, at meira flúgving verður næsta
summar, verða boð aftur eftir fleiri
flogskiparum.
Dagstovnar
ræðast
hundar
Í summar varð ein lítil hundur í
Vestmanna álopin og bitin av einum
stórum hundi av slagnum rottweilari.
Hundurin varð so illa bitin, at hann
doyði stutt eftir. Fólk ræðast teir stóru
rottweilar-hundarnar, tí teir ganga
onkuntíð leysir, og dagstovnarnir
Gjáarlon og Látipípan hava klagað til
kommununa. Starvsfólkini siga, at tey
ikki longur tora út við børnunum av ótta
fyri at møta teimum stóru hundunum.
Kommunan arbeiðir við málinum.
Eivør tekur
einki fyri
givið
Hóast Eivør
Pálsdóttir er
ein av okkara
fremstu
tónleikarum, sum
hevur konserti
bæði heima og
burturi, tekur hon
einki fyri givið. – Eg upplivdi einaferð,
at bara ein persónur kom á konsert hjá
mær, og hann bleiv blakaður út, tí hann
var ov fullur. Í dag syngi eg í stórum
konsertsalum kring heimin, og tað seti
eg stóran prís uppá, sigur hon.
– Vit kunnu keypa tunfisk, sum er pakkaður í Afrika og selja hann her. Vit kunnu
eta junkfood og alt møguligt annað, sum er skaðiligt, men ikki fantastisku
føroysku rávøruna, sigur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum
Sleppa ikki at brúka
bestu rávøruna
Matstovur í Føroyum kunnu ikki brúka allar føroyskar
rávørur, tí strong krøv forða í fleiri førum fyri tí
Pólendingur doyði
Tað eydnaðist Brimli at bjarga teimum 10 fólkunum umborð á pólska
seglbátinum, Rzeszowiak, sum kom í havsneyð í illveðri í føroyskum sjóøki.
Tað ljóðaði beinanvegin, at ein av manningini lá í óviti, og tað vísti
seg síðani, at maðurin var deyður. Bjargingin fór fram við sonevnda
MOB-bátinum (Man Over Board), og fólkini vórðu flutt umborð á
Brimil. Teir báðir skaddu persónarnir fingnir umborð á tyrluna og
fluttir á flogvølli og síðani við sjúkrabili á Landssjúkrahúsið.
Seglbáturin varð sleipaður til lands.