fríggjadagur 28. desember 2012síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 28. desember 2012 · Nr. 150
10
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2012
august
– Tað fúla hevur nøkur ár á baki, og vit sleppa
ikki ordiliga av við tað. Fólk vilja framvegis
hoyra tað. Vit skammast ikki um hesar tekstir,
men vit gera hinvegin ikki so nógv av tí longur.
Finnur Koba, sangari í Páll Finnur Páll
– Eg kann øsa meg, tá trúgvandi
fólk verða niðurgjørd fyri mein
ingar, sum tey ikki hava, men
sum onnur halda, tey hava.
Bill Justinussen, løgtingsmaður
Alt fleiri børn og ung síggjast drekka
teir sokallaðu orkudrykkirnar, sum
av nógvum verða hildnir at vera eitt
slag av sodavatni. Tað er ein stórur
trupulleiki, heldur kostfrøðing
urin Snorri Patursson, tí børn tola
ikki serliga væl innihaldið í orku
drykkunum. Ein stórur partur av
orkudrykkum inniheldur so nógv
koffein og onnur evni, sum kunnu
hava ógvusliga ávirkan á kroppin
hjá børnum.
– Í míni verð eru orkudrykkir
nakað, sum í fleiri førum kann
hava ógvusligar avleiðingar fyri
heilsuna hjá børnum. Nøgdirnar av
eitt nú koffein, sukuri og sýru fara
langt upp um tað, sum verður við
mælt børnum at fáa, sigur Snorri
Patursson.
Børn tola ikki koffein
Orkudrykkir, ið innihalda tvær
ferðir so nógv koffein sum eitt nú
ein cola, eru blivnir ein rættiliga
modernað drykkjuvøra hjá børnum
og ungum í londunum rundan um
okkum. Bara í Danmark er sølan av
orkudrykkum tvífaldað tey sein
astu tvey árini. Í Føroyum fáast
nógv ymisk sløg av orkudrykkum,
og fyri fleiri børn og heilt ung er
tað smart at ganga við einum av
litføgru dósunum, har innihaldið
smakkar sum ein sodavatn.
– Ein orkudrykkur er í roynd og
veru verri enn ein sodavatn og kann
als ikki viðmælast børnum. Hetta
er ein sera óheppin orkukelda, sigur
Snorri Patursson og vísir á høga
innihaldið av koffein, sum børn als
ikki tola.
Børn og ung eiga ikki at fáa meir
enn 2,5 mg av koffein um dagin fyri
hvørt kilo, tey viga. Hetta merkir,
at eitt barn, sum vigar 40 kilo, skal
hava í mesta lagi 100 mg koffein
um dagin. Tað er eitt vet meira
enn koffeininnihaldið í eini dós
við orkudrykki við 0,25 litrum, men
tey flestu børnini drekka orku
drykkirnar innan fáar minuttir, og
harvið ávirkar innihaldið børnini
knappliga.
– Tað er rættiliga ymisk, hvussu
framleiðararnir orða seg á dós
unum, men teir hava tað í felag, at
tað er alt ov illa upplýst á dósunum,
at orkudrykkir ikki eru egnaðir
børnum, sigur Snorri Patursson.
Í okkara grannalondum viðmæla
myndugleikarnir
harðliga,
at
orkudrykkir ikki standa saman við
sodavatni og øðrum vanligum leski
drykkum í handlunum, men ístaðin
standa saman við alkoholi.
Fáa hjartabankan og angist
Drekkur tú ein litur av orkudrykki,
hevur tú fingið somu mongd av
koffein, sum tað er í fimm koppum
við kaffi. Hóast koffein kann geva
eina kenslu av orku í stutta tíð,
hevur ein stór mongd av koffein
eina heldur keðiliga ávirkan á
kroppin. Tað er ikki óvanligt, at
børn, sum drekka orkudrykkir, fáa
høvupínu, ilt í búkin og kvalmu.
Nøkur gerast eisini rastleys,missa
svøvnin, fáa hjartabankan, kenna
órógv á sær og kunnu enntá fáa
angist.
Avleiðingarnar av orkudrykk
unum eru tó nakað, sum fæstu
børn og foreldur teirra eru vitandi
um, vísir Snorri Patursson á.
– Innihaldið í dósunum hevur
ógvusliga ávirkan á kroppin hjá
børnum. Hvørki børnini sjálv ella
foreldur teirra tykjast varug við
kravdu ávaringina á dósunum, um
at vøran inniheldur nógv koffein,
og at børn ikki eiga at nýta hana.
Hamferð
vann á
Wacken
Føroyski doom-metal bólkurin Hamferð
vann stóra altjóða tónleikakapping
á Wacken festivalinum í Týsklandi.
Wacken er størsti festivalur fyri
tungmálmstónleik á okkara leiðum,
og á festivalinum er eisini kapping fyri
rockbólkar úr 30 londum. – Jú, hetta
er rætiliga stórt, sigur Jenus í Trøðini,
tónleikari í bólkinum.
Eingin
ríkisveiting
um 10 ár
Tá ið Føroyar hava yvirtikið seinastu
15 málsøkini, sum eru eftir at yvirtaka
sambært yvirtøkulógini, verður
ríkisveitingin úr Danmark somuleiðis
burtur. Og sambært løgmanni verður
hetta um 10 ár. – Sjálvandi gjalda vit
rokningina, tá vit taka ábyrgdina á
okkum, sigur Kaj Leo Johannesen við
danska blaðið Politiken.
Olaf sum
forsætis
ráðharri
Føroyski sjónleikarin Olaf Johannessen
hevur fingið týðandi leiklut í sjónvarps
røðini Brotsgerðin. Olaf skal spæla
forsætisráðharri, og tað fegnast hann
um. – Hetta er stórt! Eg havi fyri tað
mesta virkað innan sjónleik, so tað er
stuttligt, spennandi og avbjóðandi at fáa
stóran leiklut í eini krimirøð, sum hevur
klárað seg væl í fleiri londum, sigur Olaf
Johannessen.
Evnini í orkudrykkum eru so mikið skaðilig fyri heilsuna hjá børnum, at tey
als ikki eiga at drekka hetta. Tað sigur Snorri Patursson, kostfrøðingur,
sum mælir foreldrum frá at lata børnini drekka orkudrykkir
Vandamikið at børn
drekka orkudrykkir
Børn eiga at halda seg burtur frá orkudrykkum, heldur kostfrøðingur
Víkingur og KÍ steypavinnarar
Fótbóltssambandið skipar fyri fyrstu ferð fyrsti stórum
steypavikuskiftið, har allar steypafinalurnar verða spældar á
Tórsvølli. Hjá kvinnum vinnur KÍ enn einaferð steypakappingina eftir
tepran sigur á B36. Í mansfinaluni er tætt og lívligt allan vegin, tá ið
EB/Streymur og Víkingur spæla. Alt endar við brotssparkskapping,
har Víkingur stendur eftir sum vinnari. Sigurin í steypakappingini
gevur Víkingi atgongd til europeiskan fótbólt næsta ár.