fríggjadagur 4. januar 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. januar 2013 · Nr. 1
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Fiskimannafelagið hevði sín
árliga landsfund fríggjadag
in hin 28. desember.
Við hetta høvi verður í
ársfrágreiðing felagsins sagt
nøkur orð um, hvussu árið
2012 hjá ymisku skipabólk
unum vignaðist.
Veksandi inntøkur
– Í fyrsta lagi er at fegnast
um, at inntøkurnar hjá fleiri
skipabólkum eru betri enn
undanfarin ár.
Felagið
fegnast
um
makrelin, sum hevur givið
góða inntøku til nógvar før
oyingar.
– Men, vit eru eisini harm
ir um, at hesi viðurskifti ikki
hava verið skipaði betri, so
allir teir, ið tóku lut, fingu
sum mest burturúr.
Fiskimannafelagið sigur,
at úrtøkan hjá línuflotanum
hevur verið betri enn undan
farin ár, og her eru útlit til, at
vend fer at koma í.
Væl og minni væl
Í síni ársfrágreiðing fegnast
felagið serliga um gongdina
hjá uppsjóvarflotanum og
verksmiðjuflotanum.
– Uppsjóvarflotin hevur
havt eitt sera gott ár, og verk
smiðjutrolararnir hava eisini
gjørt fleiri góðar túrar – til
geði og gagns fyri manningar
og reiðarí.
Fiskimannafelagið sigur,
at gongdin hjá trolarunum,
sum royna undir Føroyum,
hevur verið eitt sindur mis
jøvn.
– Men hjá partrolarunum
hevur
botnfiskiskapurin
leingi verið smáligur.
Skipað og óskipað
Um rækjuskipini, sigur Fiski
mannafelag, at her hevur
fiskiskapurin verið toluligur,
men hesi eru nú í kapping við
eitt nú føroysk skrásett skip
við útlendskari manning.
– Umborð á garnaskipun
um er sami trupulleiki, har
føroysk fiskivinna verður
undirgrivin við, at skip vera
mannað við útlendingum.
Felagið vísir á, at hjá
garnaskipunum er tað í veru
leikanum bara Oknin, sum
hevur skipaði viðurskifti.
landsfundur
2012
– eitt ár við
blandaðum
kenslum
Rætt til
uppsøgn
Fiskimannafelagið hevur
fingið staðfest, at fiski
maður kann ikki koyrast
í land uttan uppsøgn sum
ger, at viðkomandi ikki
sleppur í Als. Maðurin,
sum hetta gekk út yvir,
helt ikki, at hann kundi
koyrast í land – uttan
eitt orð. Hann heitti tí á
FF um at royna málið í
rættinum.
– Føroya rættur gav
okkum viðhald. Hetta
eru vit sera fegnir um, tí
dómurin styrkir rættin
hjá fiskimonnum, sigur
felagið.
vilmund@sosialurin.fo
- Av garnaskipum er tað í veruleikanum bara
Oknin, sum hevur skipaði viðurskifti, sigur
Føroya Fiskimannafelag
- Aftur í ár fingu vit ov lítið
burtur úr makrelinum. Um
rætt varð atborið, høvdu vit
havt heilt greiðar leiðreglur
at gingið eftir, sum eisini
hevði gjørt tað munandi
lættari at lagt fiskiskapin til
rættis.
Tað sigur Fiskimannafe
lagið.
Lagt verður aftrat, at tá
regluverkið ikki er nøkt
andi, gevur tað manningar
feløgunum stórar trupul
leikar við at halda skil á.
– Tað hevur í fleiri førum
verið trupult at vitað, hvat
er galdandi, tá ymisk skip úr
ymiskum skipabólkum eru
saman um at fiska.
Vit eru komin við fleiri
uppskotum
um,
hvussu
fiskiskapurin kundi leggjast
til rættis.
– Uppskotini úr Fiski-
málaráðnum vóru eisini í
samsvari við okkara uppskot,
men hesi vórðu kolldømd í
løgtingsins vinnunevnd, sig
ur felagið.
vilmund@sosialurin.fo
Makrelurin illa umsitin
Úrtøkan
hjá línuflot
anum hevur
verið betri
enn undan
farin ár, og
her eru útlit
til, at vend
fer at koma í
Stívliga 60 mans vóru á
landsfundi hjá Føroya
Fiskimannafelag
fríggjadagin 28. desember
Myndir: Vilmund Jacobsen
– Vit fegnast um, at
inntøkurnar hjá fleiri
skipabólkum eru betri
enn undanfarin ár, sigur
Fiskimannafelagið
Mynd: Vilmund Jacobsen