Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 4. januar 2013 · Nr. 1 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 landsfundur Vilmund Jacobsen – Tað er ikki haldbart, at bjarg­ingarskipini vera løgd í seinna helmingi av árinum. Hetta er nakað, sum skil má og skal fáast á. Fiskimannafelagið hev­ ur ferð eftir ferð víst á hesi viðurskifti hjá myndug­leik­ um í landsstýri og løgtingi – og aðrastaðni við. – Hetta er nakað, sum má fáast upp á pláss. Okk­ara visjón er, at vit sum sam­ felag seta okkum sum mál, at eingin skal doyggja á sjó­ num - ella koma álvarsliga til skaða. Fiskimannafelagið sigur, at fyrimyndin fyri hesi visjón er Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum seinastu árini hevur arbeitt málrættað eftir hes­ um málsetningi. – Hetta er eitt mál, sum skal takast í álvara, sigur felagið. Víst verður eisini til kann­ ing, sum er gjørd í samráð við Skipaeftirlitið fyri nøkrum árum síðan. – Kanningin vísti, at øll trygdarviðurskifti um­borð ikki vóru í lagi, og at skip­ini gjørdu ov fáar trygd­ar­venj­ ingar. Fiskimannafelagið held­ ur, at tað eigur at verða ein sjálvfylgja, at trygdin hjá fiski­monnum til eina og hvørja tíð - og í eini og hvørji støðu - hevur allar hægstu rað­festing. Vilmund Jacobsen – Hóast flestu reiðarar hava síni viðurskifti í lagi, eru tað eisini teir, ið ikki góðtaka, at arbeiðs­ markn­aðurin - eisini tann hjá fiskimonnum - er skip­aður við sáttmálum og sáttmálatengdum av­ tal­um. Hesir vilja tískil ikki gera eftir sáttmálum og avtalu og hava heldur ikki nógv gott at siga um Føroya Fiskimannafelag. Felagið sigur í síni árs­frágreiðing, at onkur reið­ari tykist hava havt ta strategi, at mann­ingar­ feløgini og samstarvið teirra millum skuldi syndr­ast. – Fyrst skuldi Fiski­ manna­felagið setast út av spælinum, so bílig ar­ beiðs­megi kundi fáast inn í staðin. Síðan skuldu hini bæði feløgini, naviga­tør­ arnir og maskinmenninir, standa fyri tørni. Felagið vísir í síni árs­frágreiðing á, at í longri tíð hava mann­ ing­arfeløgini verið greið yvir, at neyð­ugt er við góðum sam­starvi, um feløgini skulu standa seg móti hesum reiðarum. – Nakrir reiðarar eru nú farnir at bakbíta F i s k i m a n n a fe l a g i ð , eitt nú við at vísa á, at fiskimenn einki fáa burtur úr at vera lim­ir í felagnum. Men, fiski­ menn skulu vita, at tað eru somu reiðarar, sum vilja sleppa av við før­ oyskar fiskimenn, ið vilja taka útlendska ar­beiðs­ megi umborð á skip­ini í staðin. Markleysur frekleiki Fiskimannafelagið heldur tað ikki vera so lítið frekt, at somu persónar, sum vilja taka breyðið úr munn­inum á føroyskum fiski­monnum, geva fe­ lagnum, ið vil hjálpa fiski­ monnum, skyldina. – Har er einki mark fyri frekleika, og taktikkurin er at spjaða fiskimenn. Ja, tað var ein reiðari, sum beinleiðis segði, at hann ikki var áhugaður í at gera sáttmála við Fiski­ manna­felagið, tí felagið eis­ini kravdi, at hann helt sáttmálan. Í ársfrágreiðingini verð­ur sagt, at felagið hev­ur megnað at stað­ið móti hesum spjað­ingar­ royndum við at seta hart móti hørðum, og tað fer felagið framhaldandi at gera. – Vit fara eisini fram eftir uttan drál - og við allari okkara megi - at berjast móti øllum roynd­ um at kollrenna felagið og royndini at sleppa uttan um galdandi avtalur og sátt­málar. Tað sigur Føroya Fiski­ mannafelag, sum fegnast um og endurtekur, at tað tíbetur eru fleiri reiðarar, sum halda sáttmálan og sum eisini virðismeta fólk­ið, teir hava í starvi. Nakrir reiðarar bakbíta felagið Manningarfeløgini hava í longri tíð verið greið yvir, at gott samstarv skal til fyri at standa móti teimum reiðarum, sum vilja taka breyðið úr munninum á føroyskum fiskimonnum Trygdin hægstu raðfesting – Tað eigur at verða ein sjálvfylgja, at trygdin hjá fiskimonnum hevur allar hægstu raðfesting Spælast skal ikki við trygdina hjá fiskimonnum Mynd: Tilvildarlig