fríggjadagur 4. januar 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. januar 2013 · Nr. 1
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað gongur skjótt aftur á
við útróðri í Føroyum, og
nú eru bara 38 fullriknir út
róðrarbátar eftir.
Hetta
upplýsti
Jacob
Vestergaard,
landsstýris
maður í fiskivinnumálum
fyri løgtinginum tíðliga í
desember, tá Hendrik Old,
løgtingsmaður, spurdi lands
stýrismannin, hvussu stend
ur til við útróðrarflotanum.
Hendrik Old vísti á, at
fyri eini tíð síðan vórðu
krøvini herd fyri, at útróðr
armenn kundu sleppa við
í Trygdargrunnin. Sostatt
skuldu útróðrarmenn av
reiða fyri í minsta lagi
400,000 krónur um árið fyri
at koma undir skipanina við
inntøkutrygd.
Men síðsta summar varð
henda upphædd lækkað
niður í 300.000 krónur.
Jacob Vestergaard upp
lýsti annars í samband við
fyrispurningin hjá Hend
rikki Old, at fiskiárið 2008-
2009 vóru 95 fullriknir út
róðrarbátar í Føroyum, og í
fiskiárinum 2011-2012 vóru
bátarnir 46.
Men í hesum fiskiárinum
eru bara 38 loyvi útskrivað
til fullriknar útróðrarbátar.
soleiðis stendur til
við útróðrarflotanum
Vilmund Jacobsen
Eins og við fiskivinnu yvir
høvur, hevur útróður í Før
oyum bæði sæð góðar og
minni góðar dagar gjøgnum
tíðirnar.
Í dag er útróðrarvinnan
so lítil, sum hon neyvan
nakrantíð hevur verið áður
í nýggjari tíð. Besta dømi
um hetta eru góðu útróðrar
plássini, har útróðurin skapti
nógv virksemi, bæði í bátum
og í egning uppi á landi.
Í Svf-sending úr Leirvík
fyrr í heyst, segði maður, at
tá útróðurin í Leirvík var
mestur, mundu einir 100
mans vera knýttir at hesi
vinnu. Líknandi søgur kunnu
ivaleyst sigast úr fleiri øðr
um útróðrarbygdum kring
landið.
Fyrr í heyst kom eisini
fram eftir ein fyrispurning á
løgtingi, at bara 38 fullriknir
útróðrarbátar eru eftir í
Føroyum.
Tað plássið, sum hevur
merkt størstu afturgongdina
í útróðri, man vera okkara
fiskivinnuhøvuðsstaður,
Klaksvík.
Bragd á sølulista
Síðan 1998 hava John Kári
Jacobsen og Alexandur Joen
sen átt stálbygda útróðrar
bátin Bragd, sum rør út av
Klaksvík. Nú hava teir fyri
fyrstu ferð sett bátin á sølu
lista. Um báturin verður seld
ur, veldst um prísin, sum teir
kunnu fáa fyri hann.
Tað er við blandaðum
kenslum, at hetta er gjørt,
men sum John Kári sigur, er
hetta líka so nógv fyri at gera
eina roynd, um áhugi er fyri
at keypa bátin.
- Eg vil ikki ordiliga
gevast. Hetta er ein veldugur
bátur, og skuldu vit seinni
keypt okkum ein annan bát,
høvdu vit ikki fingið ein so
góðan - og sjógóðan - bát aft
ur. Tað eri eg sannførdur um,
leggur hann aftrat.
John Kári sigur, at útróð
urin var góður og brúkiligur
tey nógvu fyrstu árini og
í stóran mun heilt fram til
2005. Síðan tá hevur ikki
verið nakað serligt, og seinnu
árini hevur útróðurin als ikki
givið tað, sum skal til fyri, at
hetta skal vera ein áhugaverd
vinna.
- Síðan veiðan eftir toski
og hýsu minkaði, hevur út
róðurin kastað ov lítið av
sær, og árið 2012 er einki und
antak. Fiskaprísurin hevur
heldur ikki verið nakað at
reypað av.
Útróðrarmaðurin ivast tó
onga løtu í, at fiskurin kemur
aftur.
Hann vísir á, at hýsan,
sum fekst í fjør, var rímiliga
stór. Hinvegin hevur nógv
smáttfallandi
hýsa
verið
uppi í veiðini í ár, og tað er
gott tekin.
- At so lítið er at fáa av
toski og hýsu, hevur einki
við veiðitrýst at gera. Tað er
náttúran, sum spælir okkum
eitt puss. Hetta sæst eisini
við, at lítil sjófuglur hevur
verið at sæð um somu tíð,
sum fiskurin er minkaður,
sigur John Kári Jacobsen.
Harmast útróðurin
Útróðrarmaðurin heldur tað
vera stórt spell, at gongdin í
útróðrarvinnuni er so vána
lig.
- Í fyrsta lagi er tað harmi
ligt fyri hesa vinnu, og í aðrar
mátar er tað eisini spell fyri
samfelagið. Útróðurin hevur
møguleikan
at
føra
hin
nýggjasta og feskasta fiskin
til lands. Jú, eg haldi tað vera
harmiligt, at útróðurin veru
liga er við at doyggja burtur.
Spurdur um friðingarnar
fyri
vinnuligari
línuveiði
nær landi eru ein orsøkin til
vánaligu støðuna hjá útróðr
arvinnuni, heldur hann ikki,
at hetta hevur havt so stóra
ávirkan á so stórar útróðr
arbátar sum Bragd.
- Eg skilji væl, at hesar
friðingar koma illa við hjá
teimum,
sum
hava
teir
smærru
útróðrarbátarnar.
Vit høvdu helst havt einar
5-10 setur nærri landi gjøgn
um eitt ár, um loyvi framveg
is var at seta innari. Hetta
kemst serliga av, at onkran
túr er ivaveður, og tá kundu
vit velja at seta nærri landi.
John Kári dugir slett ikki
at síggja hugskotið við at
friða hesar leiðir fyri vinnu
ligari línuveiði, nú útróðurin
kortini er á gravarbakka.
- Nei, eg dugi ikki at síggja,
at hetta er neyðugt. Sjálvsagt
órógvar hetta okkum í ein
ávísan mun, men tað órógvar
nógv meiri teir smærri út
róðrarbátarnar.
Sum í grøvini
John Kári Jacobsen vísir á,
at tá hann var yngri, egndu
helst fleiri enn 30 bátar størri
enn 20 tons á Stongunum.
- Hetta var eitt stórt ar
beiðspláss - ja, helst eitt tað
størsta í Føroyum. Í dag er
deytt sum í grøvini, og kans
ka eru fýra bátar eftir í dag,
sum eru størri enn 20 tons,
sigur útróðrarmaðurin, sum
nú hevur lýst bátin til sølu.
Tríggir mans eru við
Bragd, og ein maður skipar
fyri í egningarskúrunum á
landi.
Útróðrarflotin minkar burtur í einki
Í hesum fiskiárinum eru bara 38 loyvi útskrivað til fullriknar útróðrarbátar
Tað býður
mær ímóti
at gevast
- Tá eg var yngri, lótu helst fleiri enn 30 bátar
størri enn 20 tons línurnar egna á Stongunum.
Hetta var eitt stórt arbeiðspláss. Í dag er deytt
sum í grøvini, og kanska eru fýra bátar eftir, sum
eru størri enn 20 tons, sigur John Kári Jacobsen,
útróðrarmaður, sum nú hevur lýst bátin til sølu
- Eg vil ikki ordiliga gevast. Hetta er ein veldugur bátur, og skuldu vit seinni keypt okkum ein
annan bát, høvdu vit ikki fingið ein so góðan - og sjógóðan - bát aftur, sigur John Kári Jacobsen
Á Stongunum vóru nógvir egnarar, og nógvir
mans vóru við útróðrarbátunum, sum róðu út
av Klaksvík. Nú er alt við at fara í søguna
Smíðistaður/-
ár: Rana
Industriservice
Grubhei, Noreg
(1978)
Longd: 17 metrar
Breidd: 4,83 metrar
Eigarar: John
Kári Jacobsen og
Alexandur Joensen
Fakta
um Bragd