fríggjadagur 4. januar 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 4. januar 2013 · Nr. 1
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Kristin Michelsen er tann
hægst lønti politikarin í
Føroyum. Sum løgtings
maður og sum borgarstjóri
á Tvøroyri fær hann um
100.000 krónur um mán
aðin í løn og skattafríum
endurgjaldi. Hann er so
leiðis nógv tann hægst lønti
politikarin í Føroyum.
Áður hevur tað verið
eitt gott beiti bæði at sita
sum
løgtingsmaður
og
fólkatingsmaður í senn.
Tá kundi tú fáa eina fulla
løn sum fólkatingsmaður
og eina fulla løn sum løg
tingsmaður. Tað fingu bæði
Høgni Hoydal og Edmund
Joensen, sum til ávikavist
fólkatingsvalið og løgtings
valið í 2011 høvdu bæði
størvini.
Edmund Joesen stillaði
ikki uppaftur til løgtingið,
og Høgni Hoydal varð ikki
afturvaldur í Fólkatingið.
Sjúrður Skaale, sum nú
er fólkatingsmaður fyri
Javnaðarflokkin,
stillaði
heldur ikki uppaftur til
løgtingsvalið, og tí hava vit
fyri fyrstu ferð tveir fólka
tingsmenn, sum ikki eru
løgtingsmenn.
Landsstýrisfólk og løg
maður kunnu ikki sita í
tinginum og landsstýrinum
í senn. Tí verða tað annað
hvørt tey, sum sita sum
fólkatingsfólk og løgtings
fólk, ella sum borgarstjórar
og løgtingsfólk í senn, sum
eru hæst løntu politikarar í
Føroyum.
Jógvan Skorheim, sum
er
nýggjur
borgarstjóri
í Klasvík, hevði fingið á
leið somu løn sum Kristin
Michelsen, um hann valdi
bæði størvini. Men hann
hevur valt løgtingsstarvið
frá fyri at røkja borgar
stjórastarvið til lítar.
100.000
krónur um
mánaðin
UPPMØTING Kristin Michelsen er
hægst lønti politikarin í Føroyum.
Sum borgarstjóri á Tvøroyri og
løgtingsmaður fær eina saman
við skattafríum endurgjøldum um
100.000 krónur um mánaðin
Eirikur Lindenskov
Hóast Kristin Michelsen
ikki hevur møtt upp til
16 av 42 teimum seinastu
tingfundunum, so ætlar
hann sær framvegis at
røkja bæði starvið sum
løgtingsmaður og sum
borgarstjóri
á
Tvør
oyri.
Tað segði hann við
útvarpið hjá Kringvarp
inum í sambandi við
tíðindi um ringu upp
møtingina hjá honum.
Hann vísti á, at orsøkin
er, at ferðasambandið
millum
Suðuroy
og
Havnina er so vánaligt,
at hetta ber ikki til.
Men hesum vísti Sirið
Stenberg, sum eisini er
tingkvinna í Suðuroy,
aftur. Hon møtti til 41 av
teimum 42 fundunum.
Men hon hevur sagt sítt
boargaliga starv sum
heilsuførðingur frá sær,
tí hon fær ikki røkt tvey
heiltíðarstørv, og tí hon
heldur, at løgtingslønin
er so mikið góð, at tað er
nóg mikið.
Kristin lovar
at møta
betur upp
Eirikur Lindenskov
Tá miðlarnir gera hesar upp
gerðir yvir, hvussu okkara
kosnu menn og kvinnur
møta upp á tingi, so plaga
umberingarnar at vera, at
tað mangan er trupult hjá
fólki í útjaðaranum at møta
upp til allar fundir.
Men skuldi hetta passað,
so passar tað í øllum førum
ikki hjá øllum. Tí hevur
Kristin Michelsen trupult
við at møta á tingi vegna
drúgvu farleiðina, so kann
tað sama ikki sigast um tjóð
veldistingkvinnuna
Sirið
Steenberg í Vági. Hon hevur
møtt á øllum tingfundum
uttan einum – og hon hevur
enn longri farleið, enn Kristin
Michelsen.
Umberingarnar hjá ting
fólki eru eisini mangan, at
tingarbeiðið er so nógv ann
að, enn at sita á tingfundi.
Eitt nú skrivaðu Sjúrður
Skaale og Bjørt Samuelsen
Miðlahúsinum eitt bræv í
sambandi við slíka skriv
ing í 2010, har tey søgdu,
at tað ber væl til at skriva
álit ella gera okkurt annað
politiskt arbeiði, meðan tú
ert burturstaddur. Tey bæði
fyrrverandi fjølmiðlafólkini
brikslaðu Miðlahúsinum, at
hetta var »skandalujournali
stikkur«.
Okkurt kann sjálvandi
vera um tað, at tingarbeiði
er annað, enn at sita á ting
fundi. Men júst tað at møta
upp til tingfundirnar man
vera ein stórur partur av
tingarbeiðinum, og tá tingið
sjálvt ger av, at tey skulu føra
protokoll fyri at skráseta,
hvussu tingfólk møta, so man
tað vera tí, at Føroya Løgting
metir tað hava týdning.
Men júst tað, at Kristin
Michelsen ikki hevur stundir
at møta á tingi man vera tek
in um, at tað ikki riggar so
væl at sita sum borgarstjóri
og løgtingsmaður í senn.
Tingskipanin sigur eisini,
at tingfólk bert kunnu hava
hálvt alment starv umframt
tingstarvið. Men tað ber altíð
til at gera undantøk. Og tað
duga politikarar væl. Ein
fyrrverandi borgarstjóri í
Klaksvík sat í rættarnevnd
ini, tá lógin á sinni var til við
gerðar. Og hann fekk borið
tað soleiðis í lag, at undan
tøk vórðu gjørd fyri borgar
stjórar, so teir kunnu hava
tvey almenn politisk størv í
senn.
Tí ber tað til hjá Kristini
Michelsen at hava bæði størv
ini. Hann ger einki ólógligt,
men hann er Føroya hægst
lønti politikari – og hevur
størstu fráveruna á tingi, so
kanska okkurt bendir á, at
tingskipanin eigur at verða
broytt aftur til tað, sum upp
runaliga varð ætlað viðvíkj
andi almennum hjástørvum.
Serreglur fyri
borgarstjórar
UPPMØTING Hóast tingfólk ikki kunnu hava meira enn hálvt alment
hjástarv, so hevur løgtingið gjørt serreglur fyri borgarstjórar