fríggjadagur 4. januar 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. januar 2013 · Nr. 1
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Fríggjadagurin 30. nov. 2012
er ein av teimum døgunum,
ið hava fest seg í minni mítt
eins og onkrir aðrir dagar,
ið hava boðað frá ófrættum.
Hendan kenslan av, at heim
urin og lívið broytist og aldri
verður tað sama aftur. Slíkir
dagar eru í mínum huga m.a.
dagurin, tá tað frættist, at
John F. Kennedy var skotin,
og tá flogfør høvdu rent
inn í World Trade Center.
Tað er eins og lívið steðgar
upp, løtan brennur seg inn í
minnið, tú fært kuldakrop um
allan kroppin og eina kenslu
av ómetaligum máttloysi.
Soleiðis kendist tað eisini
henda dagin í novembur, tá eg
fekk boðini um, at systkina
barnið, grannin, javnaldurin,
skúlafelagin og vinmaðurin
Jørgin Olaf púra óvæntað
hevði lagt árarnar inn.
Eg og Jørgin Olaf vuksu
upp á Heygum í Klaksvík.
Pápar okkara vóru brøður
av Oyri, ið høvdu bygt lið
um lið í Klaksvík, og sum
høvdu útróðrarbátar saman.
Í grannalagnum búðu eisini
tvær fastrar okkara, so vit
eru fleiri systkinabørn, ið
vuksu upp saman og sum
komu at kennast rættiliga
væl. Hóast eg og Jørgin Olaf
ikki hittust dagliga, eftir
at vit vóru tilkomin, hann
búði í Skúvoy og eg í Hoyvík,
so var tað, sum um vit bara
tóku táttin uppaftur, har vit
sleptu seinast, tá vit hittust.
Tí kennist tað eisini mær so
sera sárt, at vit hava mist
Jørgin Olaf.
Aftan á lokið realprógv í
Klaksvík fóru eg og Jørgin
Olaf hvør sína leið, eg fór
víðari í skúla, og Jørgin Olaf
valdi sjólívið. Jørgin Olaf
hevði góða sjónatúr og treivst
væl á sjónum. Hann sigldi m.
a. nøkur ár í farmasigling
millum lond og fór síðani á
sjómansskúla, haðani hann
tók skipsføraraprógv. Eftir
tað gekk leiðin aftur út at
sigla, nú sum yvirmaður og
stundum sum skipari. Men
Jørgin Olaf gjørdist sjúkur
av sukursjúku í góðum árum
og gavst við sjólívinum, og
tá fór hann at brúka sína út
búgving á landi.
Jørgin Olaf giftist til
Skúvoyar, og har kom hann
at virka síni manndómsár,
fyrst og fremst sum fastur
avgreiðslumaður hjá Strand
ferðsluni, men tá á stóð var
hann eisini vikarur í skúl
anum og undirvísti børn
unum í Skúvoy. Jørgin Olaf
var álitismaður, og sum av
greiðslumaður hjá Strand
ferðsluni á brimplássi fekk
hann sanniliga brúk fyri
sínum fakliga førleika, sínari
vitan um veður og vind og
sínum kunnleika til sjógvin.
Sum á øðrum útoyggjum
í Føroyum, so er tungt at
koma av lendingini í Skúvoy
og niðan í bygdina, serliga
tá talan er um farm til eina
heila bygd, so hjá Jørgin
Olafi vóru ikki bara boð eftir
viti og skili, men eisini eftir
manni, ið kundi taka kropslig
tøk, og tað kundi Jørgin Olaf
eisini, hesin stóri, sterki og
væl bygdi maðurin.
Jørgin Olaf var klaks
víkingur, ið vígdi konu síni
Bergfríðu,
børnunum
og
Skúvoynni sítt lív. Hann var
trúfastur, álítandi og eitt av
hesum fólkunum, ið tordi at
siga sína hugsan á rætta stað.
Hóast búsitandi í Skúvoy,
so gloymdi Jørgin Olaf ikki
sítt upphav, og hann vitjaði
javnan aftur til Klaksvíkar,
og hvørja ferð gav hann sær
stundir at vitja farbróðurin
og at fáa eitt prát um lívsins
viðurskifti. Seinastu ferð eg
og Jørgin Olaf hittust, var
tá hann kom úr Skúvoy til
Klaksvíkar í 90 ára føðingar
dag hjá pápa í heyst. Tá fingu
vit eitt gott og langt prát,
men tað vardi meg ikki, at
hetta skuldi gerast okkara
seinasta prát her á fold.
Hjá okkum føroyingum
verður lívið ofta av góðum
grundum myndað sum ein
sjóferð, og nú er Jørgin Olaf
farin sína seinastu ferð um
lívsins hav. Saknurin er
stórur, ikki bara hjá hansara
næstrafólki, men hjá allari
Skúvoyar bygd. Á fámentum
plássi er serliga tungt at
missa fólk í góðum árum, og
tað er ikki altíð, at maður tá
kemur í mans stað.
Hóast vetur og kulda
hendan dagin Jørgin Olaf
varð borin til hvíldar í Skúv
oy, so skein sólin so vakurt
yvir Skúvoyarfjørð, og Skúv
oyarbygd og minti okkum á,
at hóast tað er kalt, myrkt og
tungt, so er lív fyri framm
an.
Ærað veri minnið um
Jørgin Olaf.
Kristinbjørg
Minningarorð um
Jørgin Olaf Høgnesen
30. apríl 1956 – 30. november 2012
Árni, mín vinur, nú fórst tú um sund,
hitt seinasta av teimum øllum,
at hitta tín Meistara, tú hvørja stund
mundi hálovað lívsskeið á vøllum.
Tín Meistari var tær eitt keldufar,
har leskin til lívið tú veiddi,
so styrki tú átti til fólk títt og garð
og heimið, har borð tú teim reiddi.
Á lærdómsins rókum vit møttust til fund,
har í búskapi eg teg hevði,
og mangan sum lærari bilsin í lund
tínar gávur til merkis, eg legði.
Tú vart so vitur til hendur og høvd,
so drivin í búnyttusmíði,
hjá Verlandi vóru tær evnir løgd
til handverk við dygd og við prýði.
Brátt sat tú í starvi mær undir lið
og ansaði tølum í rúgvu,
og bant – tá var neyðugt – tær ongan frið
ein mansaldur millum tey drúgvu.
Tú fekst tær bát, ja, títt “Keldufjall”,
tú tókst okkum við út at flóta,
tú visti um streym og um sjóvarfall,
um mið, og hvar boðar teir bróta.
Um vegir vár skildust av ógævugrund,
vit sóust í ymsum vási
og hittust á máli til vinarfund
um staddir á hvør sínum bási.
Tú royndist av nýggjum sum maðurin
tann,
ið hjá øðrum í vinnu væl tænti,
og loysnir í trúskapi altíð teim fann,
um hugskot teir høvdu í vanti.
Tú royndist so trúgvur, sum altíð tú vart
í vinnu eins væl og í lívi,
har orku til vælgerð tú aldri fekk spart
eins og kærleik til børn og til vívið.
---
Nú gjørdist tú sjúkur, og ógævan bar
teg burtur úr virksemi stríða,
har bara tann Eini sorgirnar sær,
og hvussu tey nærmastu líða.
Tit royndu at finna úr neyðini veg,
men sóttin, hon átti ei linna
við tí, sum til óbót tær gjørdi fortreð,
var ongin lekja at finna.
Við teimum um teg, sum tú her átti kær,
tú legði teg stillan at blunda,
og frískan úr likami andin teg bar
til Himin, har tú mundi stunda.
---
Árni, mín vinur, nú fórst tú avstað,
hagar halgir bert finna á liðið,
hvíl frælsur í mold undir fjálgandi flag,
sov sælunnar svøvn tín í friði.
Til Jonhild og tykkum, sum sita við sorg,
eina troyst eg í niðuni havi:
nú, Árni, hann flutti til ævinnar borg,
hans minnir oss vaksa í vavi.
pmp
Árni Svínoy
* 10. desember 1937 † 6. desember 2012
in memoriam