Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. apríl 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 69 - 8. apríl 2004 Nr. 69 - 8. apríl 2004 3 – Onki bendir á, at inntøkurnar hjá landskassanum fara at hækka. Tí mugu vit antin seta sparingar í verk ella mugu vit hækka skattin, sigur Andreas Petersen, løgtingsmaður FÍGGJARLIG ÚTLIT Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Í ár hava vit eitt undirskot uppá 277 milliónir. Men næsta ár má undirskotið verða minni. Andreas Petersen, løg- tingsmaður úr samgonguni, sigur, at tað verður ikki fyrrenn nú, at samgongan veruliga kemur at standa sína roynd. Hann sigur, at fíggjarlóg- in fyri í ár er ikki merkt nakað serligt av sparingum, tí enn hevur samgongan ikki havt stundir til at stinga nakran miðvísan fíggjar- politikk út í kortið. – Vit hava lagt dent á at varðveita nakrar av okkara grundleggjandi tænastum og summar eru enntá øktar. Hann nevnir heilsuverkið, almannaverkið og skúla- verkið sum dømi. – Men longu um tríggjar, fýra mánaðir skal sam- gongan undir at leggja fíggjarlógina fyri 2005. Og tá verður tað, at samgongan veruliga skal standa sína roynd. Hann sigur, at tað er onki, sum bendir á, at inn- tøkurnar hjá landskassan- um fara at hækka. – Sostatt mugu vit longu nú gera okkum nakrar tank- ar um, hvat vit gera næsta ár. Avvísir ikki hægri skatti og avgjøldum Andreas Petersen vísir á, at vit hava 1800 milliónir standandi í landsbankan- um. Tað skulu vera minst 1300 milliónir í landsbank- anum. Í ár koma vit at brúka 277 milliónir úr landsbankanum. Sostatt ber bara til at brúka góðar 200 milliónir úr landsbankan- um afturat næsta ár, so er kvotan longu uppi. Hann sigur, at í serligum førum ber til at brúka nakað afturat úr landsbankanum, men so skal ein greið ætlan verða løgd fyri, hvussu peningurin skal betalast aftur, tí tað betalast aftur rættiliga skjótt. Tað skulu altíð eini 15% av bruttotjóðarúrtøkuni standa í landsbankanum. Løgtingsmaðurin sigur, at sostatt má samgongan síggja veruleikan í eyguni. Og hann sigur, at veru- leikin er, at samgongan noyðist at taka støðu til fleiri sparingar næsta ár fyri at yvirskotið á fíggjarlógini kann minka, tí tað kann ikki verða líka stórt, sum tað er í ár. – Hin møguleikin er at økja um inntøkurnar hjá landskassanum við at hækka skattir ella avgjøld, leggur hann afturat. Samgongan hevur ikki verið sinnað tiltøk í gildi fyri at veksa um inntøkurn- ar, eitt nú við at hækka skattir ella avgjøld. Hevði tú heldur viljað, at tiltøk vórðu sett í verk fyri at sleppa undan sparingum?. – Eg trúgvi einki uppá, at skattalætti loysir allar trup- ulleikar. Tað er roynt so nógva staðni. Ein sum royndi tað í ólukkumát var amerikanski forsetin Rea- gan, men hann mundi koyrt USA á heysin. Skattalætti eggjar ikki til meiri virk- semi og tað tók USA meiri enn 10 ár at koma fyri seg aftur eftir skattalættan hjá Reagan. Andreas Petersen heldur avgjørt ikki, at skattur er av tí ringa. – Nógvastaðni síggja vit streymin av flóttafólki úr londum, har tey als ikki betala skatt til lond, har skatturin er høgur. So tað er ikki skatturin, sum ræðir fólk. Andreas Petersen er sannførdur um, at tað heldur er spurningurin um hvørjar tænastur og hvønn tryggleika, vit fáa afturfyri skattin. – Tað, sum fólk vilja hava, er eitt trygt heilsu- verk, trygg kor á ellisárum og trygg, sosialar umstøð- ur, sum heild og ein góðan skúla. Og tað betala tey fegin skatt til. Hann heldur, at tað er gamaní at hava til politisk- an boðskap, sumsigur, at skattur og avgjøld skulu lækka. – Men skulu vit síggja veruleikan í eyguni, kann tað væl henda, at tað verður neyðugt hjá landinum at fáa fleiri inntøkur, fyri at varðveita tænastustøðið, sigur hann. Hann hevur kortini ikki gjørt sær tankar um, hvussu tað skuldi verðið sett í verk. – Men tað kundi verið við at hækka onkur avgjøld ella við at breiðka skatta- grundarlagið. Eitt nú er ikki tann stóri skatturin í Føroyum á inntøkum, sum eru vunnin við reinari spekulatión. Hann nevnir sum dømi, tá ið partabrøv verða handl- að og hann nevnir eisini fólk, sum eiga nógv hús, men sum selja burturav. – Tey, sum forvinna pen- ing av slíkum spekulatión- um, betala ikki stórvegis í skatti, sigur Andreas Peter- sen. Væl dámdi listamál- arin, Finnleif Morten- sen, hevur í hesum døgum framsýning í listaskálanum, Oynni, á Tvøroyri LISTAFRAMSÝNING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Leygardagin læt Finnleif Mortensen av Argjum upp listaframsýning í listaskál- anum, Oynni, á Tvøroyri. Við á framsýningini hev- ur hann 21 oljumáln ingar og hetta er fyrstu ferð at hann hevur framsýning í Suðuroy. Annars hevur hann havt nógvar framsýningar norð- anfyri og hann hevur verið við bæði á Ólavsøkufram- sýningini og á várframsýn- ingini. Hann hevur nýliga havt framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn og tað er týðiligt, at hann er ein lista- málari, sum fólk hava tikið til sín, tí har seldi hann tað mesta at tí, hann hevði á framsýningini. Finnleif hevur røtur bæði úr Sandvík og úr Fámjin og fleiri av málningunum á framsýningini í Oynni eru av bygdarløgum í Suðuroy. Yvirhøvur er hann ógvuliga hugtikin av føroyska bygd- arlagnum og tí skiftandi ljósinum. Finnleif Mortensen er annars radiomekanikari og hann ferðast nógv kring landið í sínum arbeiði. Hann sigur, at hann hevur altíð blokkin við sær, tá ið hann ferðast og tað spyrst ofta málningur burturúr tí. Framsýningin hjá Finn- leif Mortensen er opin til 24. apríl. Opið er hvønn dag frá klokkan 15 til 20, men mánadag er stongt. Nú á páskum verður kortini ikki opið Langa Fríggjadag og fyrsta páska- dag. Annars verður opið bæði skírishósdag og 2. páskadag Nú skulu vit standa okkara roynd Finnleif sýnir fram í Suðuroy Finnleif Mortensen er hugtikin av føroysku bygdini og tí skiftandi ljósinum. Hetta er fyrstu ferð, at hann sýnir fram í Suðuroy og fleiri málningar eru eisini av bygdum í Suðuroy. Her er Finnleif avmyndaður í Oynni á Tvøroyri leygardagin, tá ið framsýningin læt upp Samgongan má síggja veruleikan í eyguni, sigur Andreas Petersen, løgtingsmaður, sum sjálvur er í samgongu Eivør Pálsdóttir, Kristian Blak, Sunleif Rasmussen og mong onnur navngitin fólk eru við í tí fyrstu før- oysku operuni "Arn- hild og Eyðstein", sum verður frum- framførd í Útvarpi Føroya Langa fríggja- dag TÓNLEIKUR Annika B. Mortensen Tað er norðmaðurin Willy R. Kastborg, sum kom við hugskotinum. Hann helt at føroyasøga hevði verið ein stórsligin karmur til eina operu. Willy R. Kastborg er giftur til Føroya og bú- leikast bæði á Strondum og í Frederiksstad í Noregi. Hann skrivaði hendinga- gongd og operatekstin og setti seg síðani í samband við Kristian Blak, sum byrjaði at skriva tónleikin til "Arnhild og Eyðstein" í mai mánaða í fjør. Operan, sum Dánjal Hoydal týddi til føroyskt, fylgir tveimum ættum í trimum ymiskum tíðar- skeiðum í føroyasøgu. Fyrsti partur er í víkinga- tíðini tá Føroyar vóru kristnaðar, annar er í tíðar- skeiðnum tá Føroyar hevði einahandil og Gabel hevði ræðið. Triði partur fer fram í nútíðini har stríðst verður um loysing ella samband við Danmark. Sambært Willy R. Kastborg er talan um eina kærleikssøgu og í øllum trimum tíðarskeiðum eru tað Arnhild og Eyðstein sum hittast. Eivør Pálsdóttir er Arn- hild og Ernst Sondum Dals- gaard er Eyðstein. Ernst er av Velbastað, hann hevur haft viðburð og er vorðin rættiliga kendur sum tenor- ur á Kongaliga Leikhús- inum í Keypmannahavn, sambært Willy R. Kastborg er Ernst "ein nýggj opera stjørna". Tveir aðrir solistar eru eisini í operuni, tað eru bass sangarin Fróði Sandoy og Herfinnur Ádnafjall, sum lesur tónleik í Islandi. Willy R. Kastborg sigur at talan er um "fýra sera góðir solistar". Kórið Tarita, stjórna av Sunleifi Rasmus- sen, og seks tónleikarar, flest allir kendir úr bólk- inum Yggdrasil, lutaka eisini í "Arnhild og Eyð- stein". Finnur Hansen hev- ur verið teknikari. Kristian Blak sigur at besta orðið at lýsa tónleika- sjangruna er cross-over: "Sangurin er klassiskur, meðan tónleikurin er meira jazz kendur og eisini hevur rock elementir í sær". Hetta er fyrsta operaverkið hjá Kristiani Blak og alt bendir á at "Arnhild og Eyðstein" fara at røkka út um landoddarnar. Íslendska útvarpið fer í næstum at spæla brot úr operuni og arbeitt verður við at fáa tað sama í lag í Danmark og í Noregi. Fyrsti partur av "Arnhild og Eyðstein" verður at hoyra í Útvarpi Føroya Langa fríggjadag klokkan 15:15, annar og triði partur verða sendir klokkan 16:45. Fyrsta føroyska operan Willy R. Kastborg, Ovi Olsen og Kristian Blak Fróði Sandoy, Herfinnur Árnafjall, Ernst Sondum Dalsgaard og Eivør Pálsdóttir eru øll solistar í »Arnhild og Eyðstein« C M Y K 3 2