Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. apríl 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 69 - 8. apríl 2004 Nr. 69 - 8. apríl 2004 5 LISTAFRAMSÝNING Annika B. Mortensen Í dag klokkan 15 opnar fyrsta stakframsýningin hjá Ann Højgaard Slot í Smiðj- uni í Lítluvík. Ann er útbúgvin lærari í myndlist, hon starvast í Århus men er annars havn- ardama. Hon hevur tikið mong ymisk skeið í mynd- list, hevur verið á Vester Møllegaard Kunsthøjskole, á Listaháskúlanum í Århus og á listaskeiðum í Hollandi. Ann hevur eldhuga fyri list og fyri at læra børnum list. Hon ætlar sær í næst- um í gongd við eina diplom útbúgving í myndlist; "list sum lærugrein smokkar ofta burturímillum og er ikki heimsins lættasta at læra børn, tí vil eg hava meira útbúgving fyri at verða ein betri lærari". Sjálvt um Ann er búsit- andi í Danmark eru tað Føroyar sum eru myndevni í málninugum hennara og hon ferðast ofta heim á klettarnir. Verk hennara eru figurativ, rættiliga litrík, ikki naturalistisk og verða at síggja í Smiðjuni í Lítlu- vík til tann 14. apríl. Nýggj framsýning í Smiðjuni í Lítluvík Havgrímur Johannes- sen, ið er ein av leið- arunum í íløgufelagn- um Platform-Eclipse- Café Natúr, sigur, at felagið merkir væl, at tey ungu eru meira varin við pengunum. Cleopatra í Havn og Barok í Klaksvík siga hinvegin, at støðini ikki merkja stórvegis, at tey ungu nýta minni pening PENINGANÝTSLA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Vit merkja væl, at tey vitjandi í serliga Eclipse og Platform brúka minni, tá tey eru í býnum . Vit høvdu longu eina niðurgongd í september-oktober í fjør, men jólini munaðu væl. Fyrsti ársfjóðringur í ár vísir eisini greitt eina mink- ing í forbrúkinum hjá teim- um ungu. Havgrímur Johannessen er rættiliga avgjørdur, tá vit spyrja hann um dansistøð- ini í Havn hóma, at nógv umtalaða niðurgongdstíðin í føroyska búskapinum er veruleiki. Havgrímur er sjálvur triði eigari í íløgu- felagnum T, sum samstarv- ið millum Plarform-Eclipse og Café Natúr eitur. – Fyrstu mánaðirnar í ár hava bæði færri fólk verið á Platform og Eclipse og vit hava eisini havt minni í um- setningi. Skal eg seta eitt tal á, so er talan um eina minking á góð 15-20%, sammett við undanfarin ár, greiðir Havgrímur frá. Hann leggur afturat, at meðan ein niðurgongd er at hóma á Platform og Eclipse, gongur væl á Café Natúr. Havgrímur sigur, at hetta kemur óivað av, at kundarnir á Café Natúr eru eldri enn tey vitjandi á Platform og Eclipse og hava meira pening um hendið. Hugburðsbroyting Kappingin millum dansi- støðini er ómetaliga hørð og tí hava lýsingarátøkini seinastu árini hjá teimum ymisku dansistøðunum kring landið veruliga tikið dyk á seg. Í fjølmiðlunum ber ofta til at lesa um so- nevnd double up tilboð, har ein hevur møguleika at fáa eina øl og annan sterkari løg fyri hálvan prís. Dansi- støðini royna eisini at tekj- ast kundunum við at bjóða teimum ókeypis atgongd. – Vit hava í fleiri ár havt slík tilboð, men tað er ikki fyrr enn nú, at fólk veruliga gera sær far um tilboðini. Meðan fólk tóktust nærum líkaglað við hesi tilboð fyrr, gevur tað veruliga úrslit at lýsa við slíkum tilboðum í dag. Hetta kundi bent, at fólk eru meira tilvitað um, hvat tey nýta peningin til, vísir Havgrím- ur Johannessen á. Gongur væl Leiðarin á Cleopatra í Havn, Nordin Manai, letur betur at, enn kappingar- neytin Havgrímur Joh-ann- essen. Nordin sigur seg ikki kenna stórvegis til, at tey ungu eru meira varin við pengunum. – Hóast mann hoyrir um eina niðurgongd, so hava vit framvegis nógvar gestir og vit merkja ikki nakað til nakra niðurgongd, greiðir Nordin Manai frá. Fíggjarleiðarin á dansi- staðnum Barok, Jonhard Larsen, í Klaksvík er samd- ur við Nordini Manai. Hann greiðir frá, at tað framvegis gongur væl hjá Barok. – Tað er einki dulsmál, at fyrsti ársfjórðingur vanliga er tann strævnasti, men higartil bendir einki á eina niðurgongd. Norðoyastevn- an plagar at vera góður mátistokkur fyri, hvussu væl fer hilnast og eftir Norðoyastevnuna í juni ber veruliga til at siga, um talan verður eina niðurgongd í ár, vísir Jonhard Larsen frá Ung og peninganýtsla Seinastu mánaðirnar hava fjølmiðlarnir gjørt nógv burturúr, at ein møgulig búskaparlig niðurgongd er á veg í føroyska samfelagnum. Sosialurin hevur sett fleiri handilsmonnum stevnu um teir merkja nakað til, at tey ungu hava minni pening um hendið. Gongur framvegis væl Eigarin av Vero Moda, Anna Maria Nyby, fegnast um, at sølan framvegis gongur væl hjá Vero Moda. Hon sigur, at tað framvegis er fyrst og fremst tað nýggj- asta heldur enn til- boðini, sum ungu kvinnurnar leggja seg eftir. Leiðarin á Skálki heldur tað er ringt at meta um støðuna, tí fyrsti árs- fjórðingur er altíð hin torførasti PENINGANÝTSLA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Januar var eitt sindur slakkur, men nú er vend komin í og vit hava hálað januar-mánað inn aftur, sigur eigarin av Vero Moda, Anna Maria Nyby. Anna Maria sigur seg ikki kenna til nakra minking í søluni hjá Vero Moda, hóast fleiri gremja seg um, at minni peningur er um hend- ið. Hon greiðir frá, at eitt av aðalmálunum hjá Vero Moda er at hava eina góð vøru fyri ein bíligan penga. – Vit eru so heppin at vera í eini størri handilsketu og tí eru góðir møguleikar fyri at keypa bíligt inn. Vit kunnu harvið bjóða kundanum plaggið fyri ein bíligari prís, vísir Anna Maria á. Spurd, um kundin leggur størri dent á at keypa tað nýggjasta á hillunum ella størri áhugi er fyri tilboðun- um, svarar Anna Maria, at tað er framvegis tað nýggj- asta, sum kundin hevur størstan áhuga í. – Vit royna alla tíð at fylgja við, hvat rørir seg og tað gevur úrslit. Eg haldi, eg kann siga, at tað gongur líka væl nú, sum tað hevur gjørt, sigur Anna Maria Nyby á. Torført Lars Müller er leiðari í Skálki í SMS. Hann heldur tað er ómetaliga torført at siga um ein niðurgongd er at hóma í søluni. Hann vísir á, at fólk eru møguliga meira varug við prísirnar í dag og leggur afturat, at somu nøgdir verða framvegis seldar í Skálki. – Fyrsti ársfjórðingur er altíð tann torførasti. Tað verður lættari at siga, tá vit koma tættari at sumri, tá stevnur og annað byrja, sigur Lars Müller í stuttari viðmerking. Stígur í vøkstrinum Tey ungu keypa ikki eins nógvar fløgur og fartelefonir, sum tey hava gjørt. Høgni Zachariasen, stjóri á 3-aranum, og Hildi- bjartur Hansen, leið- ari á Telebúðini í Havn, siga, at stígur er komin í vøksturin í søluni av fløgum og fartelefonum PENINGANÝTSLA Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Fløgur og fartelefonir eru millum mest umtóktu vøru- bólkarnir hjá teimum ungu. Sølan av fløgum og far- telefonum er økt munandi seinastu árini, men nakað bendir á, at handilsmenn kring landið verða noyddir at venja seg til, at sølan av fløgum og fartelefonum gerst minni. Halda tørn Høgni Zachariasen er stjóri á 3-aranum í SMS. Høgni greiðir frá, at sølan av fløg- um er minkað nakað sam- mett við í fjør. – Vit hava allatíð væntað, at sølan fór at minka í ár. Serliga selja vit minni av útlendskum fløgum. Hóast stórseljarar sum Britney Spears og Westlife fyri stutt- um hava útgivið nýggja fløgur, er sølan av fløgunum kanska bert helvtin av tí, sum fløgurnar hjá Britney Spears og Westlife vanliga selja, sigur hann. Meðan sølan av fløgum er minkað nakað, er sølan av DVD-filmum hjá 3-aranum økt munandi. Høgni Zachariasen vísir á, at góða sølan av DVD-filmum ger, at 3-arin framvegis megnar at halda tørn, hvat sølu viðvíkur. – Fløgusølan er nakað aftanfyri sammett við í fjør. Góða gongdin við DVD- filmum munar kortini væl. Hóast mann merkir, at ein niðurgongd liggur og ulmar, so er sølan alt í alt tann sama, sum hon hevur verið. Vit síggja ikki niðurgongdina veruliga enn, men vit kunnu heldur ikki siga, at vit hava sama vøkstur sum undanfarin ár, greiðir Høgni Zachariasen frá. Steðgað Føroya Tele hevur seks telebúðir kring landið og leiðarin í Havn, Hildibjartur Hansen, sigur, at sølan av fartelefonum eisini er mink- að sammett við undanfarin ár. Hetta tekin er galdandi fyri allar telebúðir kring landið. – Vøksturin er burtur. Vit selja framvegis nógv, men tað er ikki tað sami vøksturin, sigur Hildibjartur Hansen í stuttari viðmerking. Tey ungu meira varin við pengunum Færri ung ganga á dansustøðunum í Havn, Platform og Eclipse. Á Barok í Klaksvík og Cleopatra í Havn er kenna tey ikki til nakra minking í kundaskaranum Tilvildarlig mynd C M Y K 5 4