hósdagur 8. apríl 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 69 - 8. apríl 2004
Nr. 69 - 8. apríl 2004
7
17. apríl fara fólk í
Elduvíkar kommunu
at atkvøða, um leggj-
ast skal saman við
Runavíkar kommunu
ella ikki. Væntandi er
ikki, at stórur munur
verður á ja og nei-
atkvøðunum, tí í
bygdaráðnum eru trý
fólk fyri samanlegg-
ing og tvey ímóti. Ein
av teimum, sum ikki
er fyri samanlegging,
er bygdaráðsformað-
urin, Andrias
Hammer
FÓLKAATKVØÐA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinasta leygarkvøld var
borgarafundur í Funnings-
firði í samband við, at fólk
í Elduvíkar kommunu, sum
fevnir um Elduvík og Funn-
ingsfjørð, skulu atkvøða
fyri ella ímóti samanlegg-
ing við Runavíkar komm-
unu á fólkaatkvøðu, leygar-
dagin, 17. apríl.
Fá fólk
Andrias Hammer, bygda-
ráðsformaður, sigur, at
færri enn 30 borgarar í
kommununi vóru á borg-
arafundinum, har kunnað
varð um sáttmálan, sum
gjørdur er millum Runa-
víkar kommunu og Skála
kommunu.
- Tað, sum okkum stend-
ur í boði, er sami leistur,
sum lagdur er millum hesar
báðar kommunurnar við
Skálafjørðin.
Á borgarafundinum í
Funningsfirði greiddi Rod-
mundur Nielsen, býráðsfor-
maður í Runavíkar komm-
unu, frá sáttmálanum mil-
lum Runavíkar kommunu
og Skála kommunu. Við á
fundinum var eisini bygdar-
ráðsformaðurin á Skála,
Kári Johannesen. Úr Havn-
ini var Hilmar Høgenni,
sum starvast á kommunalu
deildini í landsstýrinum.
Okkara lív
- Eg hevði væntað, at fleiri
fólk komu til hendan fund-
in, tí tað, sum nú stendur
fyri framman, snýr seg um
okkara lív og gerandisdag,
sigur Andrias Hammer.
Hann vísir á, at í Eldu-
víkar bygdaráði eru trý fólk
fyri samanlegging og tvey
eru ímóti.
- Sjálvur eri eg ímóti,
men eg haldi, at fólkið í
kommununi eigur at sleppa
at tala við eina fólkaat-
kvøðu.
Andrias sigur, at hóast
hann er ímóti samanlegg-
ing, hevur hann boygt seg
fyri meirilutanum í bygda-
ráðnum sum ynskir, at mál-
ið kemur til eina fólkaat-
kvøðu.
- Sum formaður í komm-
ununi argumenteraði eg á
borgarafundinum ikki ímóti
samanlegging, men royndi
at vera neutralur.
Hann sigur, at fólk høvdu
ymiskt at spyrja um, og
náttúrliga vóru tað tey, sum
eru ímóti ella ivast, ið áttu
flestu spurningarnar.
- Men eg haldi, vit høvdu
ein góðan fund sum vardi í
hálvan triðja tíma, sigur
Andrias.
Hann sigur, at hann er
spentur eftir at vita, hvørja
støðu fólkið í Elduvíkar
kommunu fer at taka á
fólkaatkvøðuni, 17. Apríl.
- Fólkið fer at avgera, um
vit vera verandi ein sjálv-
støðug kommuna – ella um
samanlagt verður við stóru
kommununa í Eysturoy,
sigur Andrias Hammer.
88 fólk
Í
Elduvíkar
kommunu
búgva tilsamans 88 fólk,
harav eini 22-24 búgva í
Elduvík og hini í Funn-
ingsfirði.
Kommunan er annars
hampiliga væl fyri fíggjar-
liga. Skattainntøkan liggur
um tvær mijónir krónur um
árið, og skuldin er hálva
aðru álíkning. Á bók eigur
kommunan einar 800.000
krónur.
Andrias Hammer hevur
verið formaður í Elduvíkar
kommunu í hálvt annað ár.
- Vit vita at ketta
tekur fugl, men ilt er
at siga, hvussu um-
fatandi henda veiða
er, og hvat hetta
merkir fyri smáfugla-
stovnin, sigur Andrias
Reinert
KETTUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Kettan, vit síggja á hesi
myndini,
hevði
herfyri
klintrað sær uppí eitt træ
við Dalavegin í Havn. Uppi
trænum sat ein ørgrynna av
smáfuglum,
og
henda
møguleika læt kettan ikki á
sær sita. Men lítið kom
burtur úr hjá henni. So
skjótt, hon nærkaðist hædd-
ini, lættu fuglarnir sær á og
flugu sín veg. Eftir sat kett-
an uppi í trænum og átti nú
túrin niðuraftur. Hóast hon
neyvan
kennir
danska
orðafellið, "Højt at flyve,
dybt at falde", var hon ikki
eins trygg á beinunum, tá ið
hon skuldi koma sær niður-
aftur úr trænum, sum tá ið
hon so hugagóð krøkti seg
uppeftir greinunum.
Men niðuraftur kom hon
í øllum góðum.
Ongul í reyv!
Taka smáfugl
At ketta tekur smáfugl, eru
mong dømi um. Tú kanst
síggja kettu við smáfugli,
sum hon hevur tikið. Nærk-
ast tú, rýmir hon við fong-
inum, har eingin tekur hann
frá henni.
Men hvussu umfatandi
man henda veiða so vera?
Sosialurin
hevur
spurt
Andrias Reinert, ið hevur
stóran áhuga fyri náttúruni
og tí, sum livir og andar í
henni.
- Vit vita, at ketta tekur
fugl, men eg veit ikki at
siga, hvussu umfatandi
henda veiða er, og eg dugi
heldur ikki at siga, hvønn
týdning hetta hevur fyri
smáfuglastovnin.
Andrias sigur, at tey hava
havt ein músabróð um hús-
ini á Villingardalsvegnum í
longri tíð, men knappliga
ein dagin var gesturin
burtur.
- Konan, Tóra, helt fyri,
at nú mundu onkur ketta
hava gjørt enda á honum.
Andrias heldur, at tað
serliga eru smáfuglaung-
arnir, sum kunnu vera lætt
offur hjá kettum, eitt nú
staraungar.
- Eg havi eisini lagt til
merkis, at deyðar hvør-
kveggjur kunnu liggja og
rekast.
Hann sigur seg hava skilt,
at ketta dámar ikki kjøtið í
hvørkveggju, og tí etur hon
tær ikki. Annars heldur
hann, at ketta vanliga etur
fuglin, hon tekur.
Legst í haga
Andrias vísir á, at á fugla-
plássunum eru teir ikki so
glaðir fyri kettuna, tí teir
halda, at hon kann leggjast
á smáu ungarnar, sum
ongan møguleika hava at
verja seg.
- Ein gomul søga er eitt
nú úr Norðradali. Har hevði
ein frensur gjørt seg inn á
líran. Teir funnu rættiliga
nógvar líraveingir undir
einum steini.
Hann sigur, at bøndurnir
lovaðu, at tann, ið skjeyt
frensin, skuldi fáa ein
deyðsseyð afturfyri. Abbi
mín gjørdi enda á hesum
frensi og fekk ein deyðs-
seyð í løn.
- So nógv hevði tað at
týða fyri haðan, at onkur
fekk lívið av frensinum,
sigur Andrias Reinert at
enda.
Ketta á smá-
fuglaveiði
Andrias Reinert heldur, at tað serliga eru smáfuglaungarnir, sum kunnu vera lætt offur hjá
kettum
Mynd: Jan Muller
Formaðurin ímóti samanlegging
Á fólkaatkvøðu, 17. apríl,
fara fólk í Elduvíkar
kommunu, sum fevnir um
Elduvík og Funningsfjørð, at
taka støðu til samanlegging
við Runavíkar kommunu
Sum vanligt plagar at
vera, er nógv ferðslu
um flogvøllin um
páskirnar. Heldur
meira enn í fjør, siga
tey av flogvøllinum
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Vágar: Nógv ferðsla er um
flogvøllin á páskum. Held-
ur meira, enn tað var í fjør,
sigur Finnbogi Niclsen,
flogvallarovasti.
Hann sigur, at bæði flog-
feløgini hava úr at gera við
at flyta fólk til og frá. Væl
av fólki kemur heim til Før-
oya at halda páskafrí, og tað
sama er galdandi fyri tey,
sum fara av landinum.
Eisini í terminalinum
sjálvum er nógv fólk hesar
dagarnar. Fólk, sum koma
við fólki, sum fer, ella eftir
fólki, sum kemur. Og heilt
nógv teirra koma við egn-
um bilum, sum eisini síggj-
ast aftur uttan fyri, sigur
Finnbogi Niclasen.
Hann sigur tó ongan
trupulleika vera av bil-
ferðsluni kortini. Um par-
keringsplássini, sum eru,
eru full, brúka fólk tað
nýggja økið, sum slættað er
oman fyir teminalin, at seta
bilarnar á. Tað økið er
ætlað til parkeringspláss.
Men tað er ongan veg kom-
ið enn, longri enn bara til
planering, tí bíðað verður
eftir fíggjarlógini.
Kanningar, sum Vága-
tunnilin hevur gjørt, vísa, at
tað koyra umleið 880 bilar
gjøgnum Vágatunnilin dag-
liga. Og meira enn helvtin
av teimum, sum koyra
gjøgnum tunnilin, siga, at
tey hava ørindi á flogvøll-
num.
Føroyingar halda
framvegis tann sið í
hevd at rulla páskar-
egg. Aðrastaðni kenna
fólk ikki til hetta
PÁSKAREGG
Edvard Joensen
Sandavági:
Enn rulla føroysk børn
páskaregg. Og tey vaksnu
eru heldur ikki heilt eiðasør
at vera við. Minnast iva-
leyst onkra hugnaliga løtu
bønum, hóast veðrið ikki
altíð hevur verið júst
summarsligt annan páska-
dag.
Vanligt er at rulla páskar-
eggini annan páskadag.
Men tað ber nú eisini til at
gera eitt frávik har, soleiðsi
at um tú gongur í barna-
garði, kann hetta avgreiðast
skírisaftan, sum tey gjørdu
í Sóljugarði í Sandavági.
Harraguð. Tað er jú vorð-
ið heilt vanligt at sláa tunnu
leygardagin undan føstu-
lávint nógvastaðni, hugsa
tey ivaleyst. Einki meira
roks burtur úr tí. Í termo-
draktirnar og so í bøin.
Og børnini eru heilt væl
nøgd við hesa skipanina.
Tey rulla við vinfólkunum í
barnagarðinum fyri páskir.
Og gita so, at tey sleppa
aftur ein túr annan páska-
dag at rulla við familjuni.
Og so er tað ein annar
bólkur, sum eisini fegnast
um hetta við fleiri døgum,
har páskareggini liggja í
bønum og bíða teimum.
Tað eru likkurnar. Tær taka
trúliga upp, tá eggini liggja
sundurbotin í brekkunum.
Nógv páskaferðsla um flogvøllin
Rulla páskaregg
Tað ferðast rættiliga nógv
fólk til og úr Føroyum við
flogfari um páskirnar
Mynd: Álvur haraldsen
Børnini í Sóljugarði rullaðu páskaraegg skírisaftan. Tey líkasum tjóvstartaðu páskirnar
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
7
6
NULLHUGSJÓNIN
NULLHUGSJÓNIN
RÁÐIÐ FYRI FERÐSLUTRYGD
STEPHANSSONS HÚS / UNI ARGE
Ongin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein
av ferðsluvanlukku
Alt virksemi í sambandi við ferðslu verður
í samljóði við hesa stevnu
.
.