Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. apríl 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 69 - 8. apríl 2004 Nr. 69 - 8. apríl 2004 9 Heilt óvæntað er filmurin hjá Mel Gibson, um líðing Kristusar, sýndur í arabisku biograf- unum. Osøkin er, at filmurin har verður mettur at vera anti- jødiskur, skrivar blaðið, Prayer News Alert LÍÐING JESUSAR Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Úr Kuwait frætta vit, at filmurin, The Passion of The Christ, er so væl umtóktur, at allir filmar eru tiknir av skránni. At filmurin yvirhøvur er frígivin í muslimsku londunum, hevur loypt hvøkk á fólk. Orsøkina siga tey vera, at filmurin har verður mettur sum anti-jødiskur. Komandi vikurnar fara túsundtals arabiskir mus- limar at síggja rámandi filmin um líðing Jesusar. Ein trúboðari í Qatar, sigur, at hann hevur sæð filmin saman við mus- limum, sum róptu og grótu og vamlaðust yvir ringu viðferðina, ið Jesus fekk. Í bønarbrævi, sum Prayer News Alert sendir út, verður heitt á tey trúgvandi um at biðja og at vera tilreiðar at taka sær av teimum, sum verða ávirkaði av filmin- um. Tað ljóðar, at sjálvt í Saudi Arabia, har eingi filmshøli eru, fara fólk at fáa møguleika at síggja filmin á "pirat kopierað- um" fløgum. Millum arabararnar, sum hava sæð filmin, er eisini palistinesiski leið- arin, Yasser Arafat. Eftir filmin úttalaði hann seg positivt, og hevur hetta fingið ísraelsmannin og friðaraktivistin, Uri Avnery, at senda Arafat eitt langt mótmælisskriv. Hann endar bræv sítt við at siga: "Tá friðurin kemur, skulu vit øll møtast í Jerusalem, jødar, kristin og muslimar. Eg veit, at eisini tú, eins og eg, droymir um hetta. Lat okkum vóna, at tað fer at eydnast okkum báðum at síggja hetta við okkara egnu eygum". Samtalan er skorin niður at verða so lítil sum gjørligt, og tað eru myndirnar, ið siga frá øllum í harð- liga, men hugtakandi filminum hjá Mel Gibson um seinastu tímarnar av lívi Jesusar LÍÐING JESUSAR Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo The Passion of The Christ er ein filmur um 12 teir seinastu tímarnar av lívi Jesusar. Filmurin byrjar í Getsemane urtagarði, har Jesus eftir seinastu kvøld- máltíðina er farin við læru- sveinum sínum at biðja. Her stendur hann ímóti freistingum Satans og verður síðani svikin av Judasi. Jesus verður tikin til fanga og førdur til Pilatus av høvuðsprestunum og teimum skriftlærdu, sum ákæra hann fyri mangt. Rættargongdin endar við, at Jesus verður dømdur at líða krossdeyðan. Tað er Mel Gibson, sum bæði hevur skrivað og leikstjórnað filminum, ið hevur elvt til rættiliga øsing millum fólk. Handritið er skrivað í samstarvi við Benedict Fitzgerald, sum er kendur fyri eitt nú filmarnar, Wise Blood, In Cold Blood, Heart of Darkness og Zelda. Allir leikararnir tosa tað málið, sum varð nýtt í tíðini, tá hendingarnar fara fram. Jesus og lærusvein- arnir tosa arameiskt, eins og jødarnir. Romarnir tosa latín. Grikst varð eisini tosað har um leiðir, men tá á døgum varð tað vanliga bara nýtt av teimum intellektuellu, og er tí ikki at hoyra í filminum. Filmurin er tikin upp í Italia. Sjálv krossfestingin varð filmað í vakra býnum, Matera í sunnara parti av Italiu. Jerusalem er í filminum skapaður við eini stórslign- ari pallmynd og er kon- strueraður á vælkenda Cinecitta Studio, sum liggur í útjaðaranum av Rom. Hetta bergtakandi pall- kompleksið, sum kendi pallmeistarin, Francesco Frigeri og set-prýðarin, Carlo Gervasi, hava gjørt, umfatar eisini templið, har rættargongd Jesusar fór fram, garðin, har tær ymisku dómsviðgerðirnar vóru og staðið, har Jesus varð pískaður og píndur. Høvuðsleiklutin sum Jesus, hevur James Cavie- zel. Hinir leikararnir eru, Monica Bellucci, Claudia Gerini, Maia Morgenstern, Sergio Rubini. Við filminum, The Pas- sion of The Christ, hevur Mel Gibson sett eina feita striku undir síni evni sum filmsframleiðari. Eingin vildi geva filmin út, áhugin at fíggja var heldur ikki til staðar, og avgjørt eingin trúði, at hesin filmur kom at vinna so nógvan pening. Men Mel Gibson trúði uppá filmin, sum nú vísir seg at fara at verða ein av størstu eydnufilmunum í søguni. Tilfarið, ið er at finna á internetinum um filmin, er nærum óendaligt. So, hevur tú góða stundir á páskum, far so inn á eitt nú Google og leita eftir The Passion of The Christ. Muslimar gráta um Jesus Filmurin, The Pass- ion of The Christ, varð frumsýndur í Danmark um viku- skiftið. Ummælini eru misjøvn um allan heim, men áhugin fyri filminum er helst tann størsti nakrantíð LÍÐING KRISTURSAR Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Filmurin, sum Hollywood ikki vildi nerta við einum eldklova, hevur í minni enn 4 vikur vunnið meira enn tað tíggjudupulta innaftur av teimum 30 milliónum dollarum, sum Mel Gibson sjálvur gjørdi av at leggja í bannlýstu verkætlanina. Hetta skrivar Politikken fríggjadagin í seinastu viku. Í ummæli sínum í Poli- tikken, skrivar Kim Skotte, at filmurin er ein rúkandi uppgerð við kristindómin sum eina "gratis-religión", sum hann málber seg. Skotte gevur filminum 5 av 6 hjørtum. - Frammanfyri gánandi hyggjarunum, sveiggjar Mel Gibson blóðsprongda offurlambið. Hann fór í deyðan fyri tykkara skuld! Einki annað! Og tí er tað, at filmurin er so sterkur. Leikstjórin er sterkur í trúnni og ristist ikki á hond- unum, skrivar hann. Um Gibson ikki ristist á hondunum, tá hann skrivaði filmin, so hevur filmurin rist heimin. Tíðindi frættust um tveir prestar, sum kol- lapsaðu, tá tey sóu filmin. Fleiri eru eisini kropin til krossin og farin til løg- regluna fyri at melda ára- gomul brotsverk. Fara vit aftur til um- mælini, eru ikk øll eins góð, sum tey hjá Poli- tikken. Ekstra Blaðið og Informatión geva filminum einans eina stjørnu hvør. Henrik Queitsch hjá Ekstra Blaðnum fordømir nærmast innihaldið av filminum, sum hann sigur vera, "126 minutters mod- bydelig og vulgær religiøs propaganda". Tað er ikki bert millum donsku ummælararnar, at ósemja er um filmin. Eisini í USA og í Onglandi eru ummælini misjøvn, og tað fara tey ivaleyst eisini at verða í hinum londunum, so hvørt filmurin verður frumsýndur. Í enska blaðnum, The Sunday Times, skrivar um- mælarin og jødin, Cosmo Landesman soleiðis: "Lat meg sum jøda siga tað hart og týðiliga: Ja, vit gjørdu tað. Vit hongdu hann. Ert tú so ikki glaður um, at eg segði tað? Og nú - øll tit góðu kristnu - farið avstað og gerið tykkara kristnu skyldu - fyri- gevið!". Umtalan, sum filmurin hevur fingið, hevur nátt ørandi dimensjónum, og eftir øllum at døma fer undirtøkan í USA framum bæði "Ringana Harra" og "Harry Potter". Filmurin, The Passion of The Christ, verður frum- sýndur í Havnar Bio, fríggjadagin 23. apríl klokkan 18. Sýningarnar verða tríggjar um dagin fram til og við 29. apríl. Forsølan byrjar 12. apríl. Síðani fer filmurin til Tvøroyrar og eftir tað til Klaksvíkar. Komandi vikurnar fara túsundtals arabiskir muslimar at síggja rámandi filmin um líðing Jesusar. At filmurin yvirhøvur er frígivin í muslimsku londunum, hevur loypt hvøkk á fólk 12 tímar sum broyttu heimin Við filminum, The Passion of The Christ, hevur Mel Gibson sett eina feita striku undir síni evni sum filmsframleiðari. Agjørt eingin trúði, at filmurin, sum nú vísir seg at fara at verða ein av størstu eydnufilmunum í søguni, kom at vinna so nógvan pening Gibson ristir heimin 48 ára gamli, Mel Gibson, ristist ikki á hondunum, tá hann skrivaði filmin um líðing Jesusar. Men rámandi filmurin hevur sanniliga skakað heimin -Vilja vit hava ein lættisoppakendan og hugnaligan kristin- dóm, er "The Passion of The Christ" hjá Mel Gibson ein óhóskandi filmur um Jesus, sigur havnar- maðurin í Odense, Árni Helmsdal, sum mánakvøldið varð eygnavitni til Jesu líðingar í kykmynda- høllini. Árni Helms- dal metir, at skelkandi filmurin ger upp við "gratis kristindóm" og kann elva til økta polarisering í før- oyska trúarlívinum JESUS FILMUR Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Nú nýggi og umstríddi Jesus filmurin hjá Mel Gibson verður vístur í Danmark um páskirnar, er kjakið um filmin veruliga komið í hæddina í donsku fjølmiðlunum, og áskoðan- irnar og skoðsmálini fevna heilt frá botn- til topp- karakter. Havnarmaðurin Árni Helmsdal, sum í nógv ár hevur búð í Odense í Dan- mark, varð mánakvøldið eygnavitni til harðskaps- kenda og blóðiga filmin um Jesu líðingar, sum á fyrsta sinni verður vístur í Føroy- um 23. apríl. Árni er ikki í iva um, at talan er um ein sterkan film, sum uttan iva fer at elva til kjak í før- oyska trúarsamfelagnum. Árni Helmsdal hevur sjálvur leingi verið virkin í føroyskum og donskum trúarlívi, og hevur hann sín- ar hugsanir um umstrídda filmin um timburmannin úr Nazareth. Polarisering - Eftir mínum tykki kann filmurin saktans elva til eina polarisering. Tey, sum frammanundan eru persón- liga trúgvandi, kunnu ger- ast meira gripin av Jesusi, meðan hin parturin kann meta filmin at vera reina harðskapspornografi og átrúnaðarlig propaganda, sigur Árni Helmsdal. Tó vónar hann ikki, at hetta í ov stóran mun verður av- leiðingin av filminum. - Polariseringin millum trúgvandi og ikki-trúgvandi er um okkara leiðir ríkilig sum er, og tískil er at vóna, at filmurin ikki setir kílar ímillum báðar partarnar, heldur Árni Helmsdal. "The Passion of the Christ" rørir sambært Árna hyggjaran á ymsan hátt, og serliga var sjónligt í stóru kykmyndahøllini í Odense mánakvøldið, at talan ikki var um ein og hvønn film. - Fólk sótu í tøgn í stólum sínum leingi eftir, at Jesu pínslur og líðingar endiliga vórðu lidnar á hvíta lørift- inum, og slíkan stemning upplivir ein ikki vanligt í biografinum eftir ein van- ligan film, greiðir Árni Helmsdal frá. Katólsk eyðkenni Høvuðsmaðurin handan filmin, Mel Gibson, er lim- ur í konservativari katólsk- ari samkomu í USA, og hetta sæst sambært Árna Helmsdal aftur í filminum. - Katolikkar leggja stóran dent á langa fríggjadag og líðingarsøguna, meðan vit protestantar ofta leggja størri dent á uppreisnina 1. páskadag, og hetta er sjón- ligt í filminum, sigur Árni Helmsdal. Meðan líðingar Jesusar verða penslaðar út á stóra hvíta løriftinum í tveir tímar, er bert ein heilt lítil løta móti endanum sett av til sjálva uppreisnina. - Tað er gott, at Mel Gib- son tó hevur uppreisnina við í stuttum at enda, tí annars var hesin filmurin á ymsan hátt í somu skuffu sum Jesus Christ Superstar, sum endar langafríggjadag, og tað hevði verið ein punkteraður boðskapur, heldur Árni Helmsdal. Umframt hesi eyðkenni við líðingarsøgu Jesusar vísir Árni á, at katólska mentanin í størri mun nýtir myndir og málningar í dag- ligu gudsdýrkanini, og eru katolikkar tí møguliga meiri vanir við eygunum at síggja og eygleiða tað, kristna trúgvin er bygd á. - Tískil er talan møguliga um eina størri broyting fyri okkum protestantar, at vit knappliga hava møguleikan at síggja ræðuliga kross- deyða Jesusar, tí fert tú inn í eina vanliga protestant- iska samkomu í dag, sært tú ongar myndir hanga á veggjunum, meðan kross- urin, sum er eitt ræðuligt torturinstrument, aloftast sæst tómur og verður nýttur til prýði her um leiðir, vísir Árni á. Tískil kann talan eisini vera um átrúnaðar- ligar mentanarsaman-stoy- tir, nú Jesus filmurin gong- ur kring heimin og kemur til Føroya 23. apríl. Eingin antisemitisma Um sjálvt innihaldið í film- inum heldur Árni, at hann í stóran mun livir upp til væntanirnar um ein pro- fessionellan film. - Tað tyktist náttúrligt, at tey tosaðu upprunaligu málini frá tíð Jesusar, og tað hevði ikki hóskað við amerikanskum í hesum filminum vegna trúvirði í dialogunum, heldur Árni Helmsdal. Árni vísir víðari á, at góð klipp eisini eru at síggja aftur til páskamáltíðina, fjallaprædikuna og aðrar hendingar, sum gevur gott perspektiv, og talan er tí altso ikki bert er um blóð og pínslu. Ein av mest óvæntaðu hendingunum í filminum er sambært Árna Helmsdal, at freistarin (óndskapurin) er persónsgjørdur í einum undarligum og óhugnalig- um blandingsfiguri millum mann og kvinnu, sum ser- liga er sjónligur í Getse- mane. Annars er ein av dygdunum, at persónarnir eru dynamiskir og veru- leikakendir, meðan góði tónleikurin stuðlar væl undir innihaldið í filmin- um. Ein høvuðsákæra mót- vegis Gibson og hansara Jesus filmi er, at hann eggjar til antisemitismu, men hetta metir Árni Helmsdal ikki. - Var filmurin antisemit- iskur? Nei - vit hildu øll pískinum. Eg kendi meg sekan í brotsgerðini móti Jesusi. Hvussu hevði eg borið meg at, um eg stóð í fjøldini, spyr Árni Helms- dal. Uppgerð við gratis kristindóm Umframt antisemitismu hava høvuðsatfinningarnar mótvegis filminum verið, at talan í veruleikanum er um tveir tímar við reinari harðskapspornografi og átrúnaðarpropaganda. Árni Helmsdal hevur ta áskoðan, at eingin orsøk er at fjala tað, sum søguligu keldur- nar greiða frá um Jesus. - Ov nógv blóð? Har hevur verið nógv blóð tann dagin á Golgata og tímarnar frammanundan. Ov nógv sjónlig pínsla? Teir píndu hann so illa, at hann til seinast doyði av tí, heldur ein avgjørdur Árni Helmsdal, sum metir filmin vera trúgvan mótvegis skriftunum, hóast mel Gibson av og á hevur nýtt síni kreativu evni. Føroyingurin í Odense vísir til seinast á, at film- urin í framtíðini avgjørt kann broyta okkara sið- bundnu hugsanir og fatanir av Jesusi og kristindóm- inum. - Vit vilja kanska hava ein barberaðan, lættisoppa- kendan, blóðleysan og friseraðan kristindóm? Kanska eisini ein saft- og kraftleysan? Men so er hetta ikki ein hóskandi filmur, tí hann avdúkar og perspektiverar okkara sið- bundnu fatan, vísir Árni Helmsdal á. Ein ummælari skrivaði, at hesin filmurin revsaði okkum øll við píski fyri okkara gratis kristnitrúgv. Árni Helmsdal vísir á, at júst hetta er ein høvuðs- boðskapur. - Týski guðfrøðingurin Bonhoeffer, sum doyði í fangalegu stutt áðrenn krígslok, skrivar nógv um "bíliga náði", har vit taka kristindómsins náði og frelsu sum eina sjálvfylgju. Hesin filmurin vísir, at náðin ikki er bílig, tí Jesus ikki slapp bíliga, staðfestir Árni Helmsdal, sum nú sigur seg fara at lesa Páska- evangeliið á øðrvísi hátt. - Eg hevði okkurt við mær til matna; men eg rørdi ikki matin, so rørdur var eg av filminum, og eg gevi "The Passion of the Christ" hjá Mel Gibson fimm útav fimm tornakrúnum, endar Árni Helmsdal. Uppgerð við ókeypis kristindóm - Har hevur verið nógv blóð tann dagin á Golgata og tímarnar frammanundan, og tískil er filmurin ikki ov blóðugur og harðskapssinnaður, heldur Árni Helmsdal, sum mánadagin sáð James Caviezel í høvuðsleiklutinum sum píndi og krossfesti Jesus - Vit vilja kanska hava ein barberaðan, lættisoppa- kendan, blóðleysan og friseraðan kristindóm, men so er hetta ikki ein hóskandi filmur, sigur Árni Helmsdal, sum mánakvøldið sá "The Passion of the Christ" í kykmyndahøllini í Odense C M Y K 9 8