hósdagur 8. apríl 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 69 - 8. apríl 2004
Nr. 69 - 8. apríl 2004
11
Páskirnar eru tann stóra høgtíðin hjá kristna
partinum av mannaættini. Hendan høgtíð hevur
dám av djúpum álvara og stórari gleði. Skíris-
dagur og Langafríggjadagur eru daprir dagar.
Hesar dagar minnast kristinfólk pínslusøgu frels-
arans. Mong gerast beinleiðis sorgarbundin og
onnur nýta dagarnar at hugsa um teirra lív sum
kristin ella ikki kristin menniskju. Í hesum døgum
fyri gott og væl tveytúsund árum síðan átók ein
ungur maður sær at líða alla heimsins neyð og
pínu fyri at mannaættin skuldi verða frelst.
Páskamorgun reis Jesus upp frá deyðum og tí
hevur Páskadagur annað lag. Hesin dagur verður
um allan tann kristna heimin hildin sum ein sann-
ur gleðisdagur, hóast døpur skýggj hanga yvir
heiminum. Í heimlandi Jesusar, Palestina, er
ófriður. Hatur og ótti valda millum manna. Ill-
støðan millum jødar og arabar bert stendur við og
versnar. Her er eingin bróðurligur andi at hóma
enn minni er útlit fyri varandi friði. Líta vit okk-
um kring heimin er støðan lítið mætari. Í
Afghanistan, Iraq, Srilanka og Sudan valdar
støðugt stríð. Hungur og hjall, sjúkur og náttúru-
vanlukkur eyðkenna myndina av stórum parti av
heiminum í dag. Eftir høgtíðina kemur ein onnur
tíð ella kundu vit sagt gerandisdagurin. Kanska
kundu vit nýtt halgidagarnar til hugs um, hvussu
vit kunnu sýna ábyrgd mótvegis teimum líðandi
menniskjum, sum vit møta dag og dagliga gjøg-
num fjølmiðlarnar.
Um okkara leiðir hevur leingi valdað friður, væl-
ferð og trygd, men ivasamt, um henda støða fer at
standa við. Yvirgangurin nærkast okkara parti av
Heiminum og valdsgerðir og harðrendur brots-
mannayvirgangur herjar í hesum døgum okkara
næstu grannar. Ikki løgið at mong stúra, øtast og
spyrja, hvat alt hetta endar við. Tað tykist, sum
hatur og agg valda millum stórar partar av manna-
ættini heldur enn tann góði tokki, sum er ein
kjarnan í kristna boðskapinum. Hetta er mikið
spell og hetta hatur setur alla mannaættina í
vanda. Hetta eiga vit øll at hugsa um. Tað er legalt
at fólk eru ósamd um politikk, hugmyndir,
heimspeki, samfelagsins innrættan og býtið av tí
ágóða, sum landsins vinnulív kastar av sær. Tað er
samstundis av størsta týdningi, at vit ikki lata
okkara heimligu ósemjur føra til hatur, men eiga
vit framvegis at skifta orð um okkara ósemjur á
ein siviliseraðan og kristiligan hátt. Tíbetur er
hetta sum heild eydnast til hendan dag, hóast
tónin mangan er hvassur, og vónandi fer hetta at
eydnast okkum øllum framyvir eisini.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Høgtíð og onnur tíð
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jeffrei Henriksen
annað íkast
Bókstavirnir a, i, og í eru
nógv vanligari í føroyskum
enn æ, y og ý. Hesar seinnu
er sostatt rímiligt at rokna
sum undantøk, sum eins og
ð einans eiga at verða nýtt,
tá ið hin skrivandi veit, at
teir skulu nýtast. Í øðrum
førum nýta vit hinar fyrru
bókstavirnar fyri tey ljóð,
ið hesir 6 bókstavirnir um-
boða. Í ivamálum eru lær-
ari, rættskrivingar-orðalisti,
orðabøkur og mállærur til
hjálpar.
Í eini orðateljing og rætt-
skrivingarkanning í barna-
stílum í 1950’unum varð
funnið, at vanligastu æ-
orðini vóru mær, tær, sær,
væl, ær, spæla, næstan,
rætt; vanligastu y-orðini
vóru fyrr, fyri, fyrst, fylgdu,
yvir, hyggja, bygd. Hesi
orðini kunnu børn í enda á
3. skúlaári læra sum reksu.
Læra tey síðan í 6.-7. flokki
umljóðini, at á er skylt við
æ (gás - gæs), at u og o eru
skyld við y (sorg - at
syrgja), at ú og ó eru skyld
við ý (bróta - brýtur), so er
væl sloppið. Innímillum
kunnu tey læra onnur orð
sum t.d. bræv
og træ.
Sjáldsomum orðum sum
girða/gyrða, syll o.s.fr. er
óneyðugt at gera nógv
burturúr. Tann, sum dugir
at nýta tílík orð, man eisini
duga at finna, hvussu tey
stavast.
Men miðvís framhald-
andi undirvísing í rætt-
skriving sum øðrum eigur
sjálvandi at vera upp ígjøg-
num alla skúlaskipanina!
Um 12-13 ára aldur verð-
ur ítøkiliga lært annað-
hvørt, at tá ið vit kunnu seta
orðið ‘hitt’ frammanfyri,
ella tá ið vit kunnu seta
"báturin/bátin" í staðin,
skal hvørki-kyns-orð enda
við -ð, og at tá ið vit kunnu
seta døma/dømt í staðin
fyri, enda sagnorð (í iva-
málum) við ávikavist -a
(sum ‘døma’) ella við -ið/-
að (fyri ‘dømt’). Harafturat
má lærast (um 13-14 ára
aldur), at boðsháttur í fleir-
tali endar við -ið. Aðrar
bend-ing-ar-endingar við -ð
eru ikki í føroyskum.
Men harumframt má í 8.-
10. flokki og aftur í mið-
námsskúlunum verða gjørt
greitt, hvat ið innihaldsligi
munurin er á bundnum og
óbundnum navnorðum og á
navnhátti og lýsingarhátti
og tí torføra luttøkuháttin-
um ("hevur/kundi herjað" -
mótvegis "kun-di herja,"
navnhátti. - Men her kann
‘døma/dømt’
framvegis
brúkast!). Hetta og annað
slíkt í fram-halds-deild og
miðnámsskúlum ikki bert
til at vita, um vit skulu
skriva ð ella ikki, men til at
fata málsligan bygnað.
Í talaðum máli kunnu vit
á máltónanum (intonatión-
ini) hoyra so mangt, sum
ikki altíð líka greidliga
kemur fram í skrift. Men
har kann m.a. ymisk stav-
seting gera munin.
Heðin Brú kom á Skála-
toftir og sá har valla tún,
skrivaði onkur. Men tað var
ikki so. Hann sá og legði til
merkis. Tað, sum hann sá,
vóru vallað tún. Og tað er
ikki rættiliga tað sama.
Skal nøkur broyting ger-
ast í føroyskum, sum nú
aftur hugur tykir vera til, so
kundi eg skotið upp, at hon
verður tann, at hereftir
verður álagt øllum, sum
undirvísa í ella á føroysk-
um, í lesing einfaldliga at
nevna bókstavin <a> við
sínum rætta føroyska navni,
/ea/, og somuleiðis <y> við
sínum rætta navni, /i/, og
harnæst í skriving skila til,
at æ, y og ý eru "seinna
/ea/" - "seinna /i/" og
"seinna /ui/."
Men skal hetta gerast
veruleiki, so er neyðugt, at
foreldrini eru við.
Uppískoyti
Tað skerst ikki burtur, at
tey, ið eru von at nýta før-
oyskar máliskur og duga og
eru von við at at orða seg
væl á føroyskum, hava meir
ella minni lyndi til at at
blanda før-oyskar máliskur
og orðingar uppí, tá ið tey
skulu orða seg á donskum,
- og øvugt: hjá teimum, ið
eru von við og duga væl at
orða seg á donskum, hava
danskar orð-ing-ar lyndi til
at sníkja seg inn í tað
føroyska. Tað sama, um tú
dugir málini væl ella illa,
so trokar tað málið á, sum
tú helst nýtir (í talu, skrift
og lesnaði).
Funnist verður - og tað
ikki uttan orsøk - at málin-
um í fjølmiðlunum. Mest
sum ein treyt fyri fyrsta-
rætti at sleppa framat har,
er tað at hava danska jour-
nalistútbúgving. Ein treyt
fyri at sleppa inn á jour-
nalistaskúlan er at duga væl
danskt. Nakað síðan frætt-
ist, at fleiri umsóknir vóru
úr Føroyum at verða upp-
tikin har, og at skúlin valdi
tey 6 burturúr, sum dugdu
best danskt.
- Hvørjar eru niðurstøð-
urnar av øllum hesum?
- Kunnu okkara politik-
arar av illum kanska fáa
avtalu í lag um aðrar upp-
tøkutreytir fyri føroyingar?
Støðan hjá føroyskum í føroyska
útbúgvingarverkinum II
AÐALFUNDUR
Tíðindaskriv
Parkinsonfelagið
hevur
havt aðalfund og valt
nýggja nevnd. Nevndin
hevur
skipað
seg
við
Kristinu Vesturklett sum
formanni, Onnu Mariu
Poulsen,
sum
næstfor-
manni, Barbaru á Tjaldra-
fløtti sum skrivara, Hilde-
bjørg Weihe sum kassa-
meistar og Janu Ziska.
Varalimir eru Anna Berg og
Gunnhild Petersen.
Parkinsonfelagið
varð
stovnað í februar í 1990 og
hevur m.a. til endamáls:
• at betra viðurskiftini hjá
parkinsonsjúklingum
• at veita upplýsing um
sjúkuna
• at veita stuðul til gransk-
ing
• at luttaka í norðurlendsk-
um og altjóða samstarvi.
Felagið skipar av og á fyri
tiltøkum, og lýst verður tá í
bløðunum.
Felagið hevur 135 limir.
Ilt er at siga júst hvussu
nógv fólk í Føroyum hava
parkinsonsjúkuna,
men
mett verður, at talan er um
umleið 100 fólk.
Sjúklingar og avvarðandi
kunnu seta seg í samband
við felagið gjøgnum MBF-
húsið, Íslandsvegur 10 ella
við at seta seg í samband
við onkran av nevndarlim-
um felagsins.
Nýggj nevnd í Parkinsonfelagnum
– Hóast dentur verð-
ur lagdur á gransking
í samgongu-
skjalinum, og dúgliga
varð lovað at menna
gransking undir
valstríðnum, er talan
um eitt stórt vónbrot,
nú fíggjarlógin borð-
reiðir við skerjingum
til granskingar-
arbeiði, sigur
fiskivinnufrøðingurin
Egil Olsen, stjóri í
privatu fyritøkuni
Faroe Marine Biotech
GRANSKING
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
– Spyrt tú politikaran, sigur
hann eftir øllum at døma, at
tað skal nokk koma í 2005,
men sannleikin tykist vera,
at viljin at menna gransk-
ingararbeiði ikki er til
staðar hjá politiska mynd-
ugleikanum, sigur fiski-
vinnufrøðingurin
Egil
Olsen, sum í tvey ár hevur
granskað í menning av hjá-
framleiðslum og biotøkn-
iskum úrdráttum í privatu
fyritøku hansara, Faroe
Marine Biotech.
Egil Olsen er eins og aðr-
ir granskarar kring landið
vónbrotin um fíggjarlógar-
uppskotið fyri 2004, sum í
stóran mun hevur skert játt-
anir til gransking munandi.
Íslendingar og ES vilja
samstarva
Egil Olsen, sum í 15 ár hev-
ur arbeitt í fiskivinnuni og
havt leiðarastørv t.d. sum
stjóri
á
flakavirkinum
Norðís, Tvøroyrar Flaka-
virki og Sandoy Seafood,
metir,
at
skerjingar
á
granskingarøkinum fara at
kosta føroyska samfelagn-
um uppá longri sikt.
– Fyrst og fremst er
eingin samskipan á økin-
um, og í løtuni fara nógvar
smærri granskingarverk-
ætlanir
fram
spjaddar
ymsastaðni
í
landinum
uttan yvirornaði endamál,
og uttan nakað politiskt
tamarhald á økinum kemur
lítið
ítøkiligt
burturúr,
heldur Egil Olsen, stjóri.
Hann nevnir eins og
stjórin í Granskingarráðn-
um gjørdi í blaðnum í gjár,
at Føroyar als ikki eru førar
fyri at samstarva við onnur
lond, tí neyðugi peningurin
ikki er tøkur.
– T.d. hava vit fingið fyri-
spurningar og havt sam-
band við íslendingar, sum
fegnir vilja samstarva, men
vit hava einfalt ikki um-
støðurnar og peningin til
henda
risamøguleika,
greiðir Egil Olsen frá. Eins
og við íslendingum hava
teir eisini mugu takka nei
til samstarv og luttøku í ES
høpi, tí peningaliga støðan
ikki loyvir teimum at vera
við í altjóða granskingar-
arbeiði.
Politiskar kávalótir
Egil Olsen er serliga vón-
brotin av fíggjarlógarupp-
skotinum, tá havt verður í
huga, hvussu nógv upp-
merksemi gransking hevur
fingið bæði í valstríðnum í
januar mánaði og í sjálvum
samgonguskjalinum.
– Men tá peningur endi-
liga skal játtast, tykist polit-
iski viljin ikki vera til stað-
ar, tí talan er í størstan mun
um skerjingar til føroyska
gransking,
heldur
Egil
Olsen. Hann eftirlýsir sam-
skipan og miðvísan lang-
siktaðan granskingarpolit-
ikk, í staðin fyri at gransk-
arar hvør í sínum lagi sita
spjaddir við smærri verk-
ætlanum, sum ongantíð
gerast ískoytið til samfel-
agið.
– Ein miðsavnan av
gransking í Føroyum hevði
eftir mínum tykki ikki verið
av leið, og tað er tað, vit
síggja í londunum kring
okkum. Saman við meiri
peningi á játtanunum á
fíggjarlógini er samskipan
sambært Egili Olsen eitt
lyklaorð, um Føroyar skulu
mennast og hava møguleik-
an at granska á jøvnum føti
við grannatjóðir okkara.
Jóannes Eidesgaard
løgmaður er samdur
við ónøgdu granskar-
unum kring landið og
sigur, at í nærmastu
framtíð skal arbeiðið
og játtanir til
gransking savnast.
– Saman við
Granskingarráðnum
er so ætlanum at
stinga út í kortið
nýggjan føroyskan
granskingarpolitikk,
har satsað serliga
verður uppá vinnu-
gransking, sigur
løgmaður
GRANSKING
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
– Málið er at fáa maksim-
alu nyttuna málda úr før-
oyskari gransking, og í
nærmastu framtíð skal før-
oyski granskingarpolitikk-
urin, arbeiðið og játtanirnar
endurskipast og savnast,
sigur Jóannes Eidesgaard í
viðmerking til ónøgdsemi
eftir skerjingarnar á fíggj-
arlógaruppskotinum
til
gransking.
Dentur á
vinnugransking
Løgmaður sigur, at persón-
ar í løtuni arbeiða at útvega
yvirlit
og
savna
allar
granskingarjáttanir í ymsu
aðalráðunum til eina játtan,
og eftir hesa miðsavnan
skal nýggjur granskingar-
politikkur stingast út í
kortið í samráð við Gransk-
ingarráðið.
– Tá vit hava funnið fram
til, hvussu nógvur peningur
í veruleikanum er settur av
til gransking, fer samgong-
an við fakligum tilmæli frá
Granskingarráðnum
at
samskipa øki av nýggjum,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður leggur dent á,
at granskingararbeiðið í
løtuni er alt ov sundurskilt,
og tískil skulu færri men
størri verkætlanir í gongd
við serligum atliti til vinnu-
gransking, eitt nú á fiski-
vinnuøkinum, har nógv er
at fara eftir.
– Tað sita eldsálir kring
landið og granska, men
hetta er í stóran mun frívill-
igt arbeiði. Tískil er neyð-
ugt at fáa privatu vinnuna
inn í granskingararbeiðið
við peningaligum stuðli,
heldur løgmaður. Hann
sipar í hesum føri til dømi
úr oljuvinnuni, har fyritøk-
ur hava latið pening til
førleikamenning á økinum.
– Í løtuni er alt ov lítið
samband millum granskar-
ar og vinnuna, og tað er tí
eisini ein høvuðsuppgáva
okkara at samskipa hetta av
nýggjum, heldur løgmaður.
Spurdur, um granskingar-
arbeiðið ikki er óattraktivt
hjá privatu vinnuni, tá so
lítið
verður
játtað
til
gransking, er løgmaður
greiður.
– Vit hava sum kunnugt
eitt hall á 277 milliónir, og
flest øll øki eru skerd á
ársins fíggjarlóg, eins og
gransking er skerd, og hetta
slepst ikki undan í hesum
døgum. Men vit fokusera
alt ov nógv á pening í stað-
in fyri at kanna, hvat vit fáa
burturúr gransking við tí
peningi, vit nú einaferð
hava at nýta, sigur løgmað-
ur.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at í staðin fyri at hvørt
aðalráð fær játtað pening til
ymsa gransking, skal øll
játtanin nú savnast og betri
yvirlit fáast, og so verður
farið undir at broyta før-
oyska granskingarheimin
við
nýggjum
bygnaði,
størri verkætlanum og sam-
starvi við vinnuna.
Vantandi samskipan og peningur
til gransking
– Ein miðsavnan av gransking í Føroyum hevði eftir mínum
tykki ikki verið av leið, og tað er tað, vit síggja í londunum kring
okkum, sigur Egil Olsen, granskari og stjóri í fyritøkuni Faroe
Marine Biotech
Løgmaður ger bart:
Granskingin skal savnast
– Tá vit hava funnið fram til, hvussu nógvur peningur í veruleikanum er settur av til gransking,
fer samgongan við fakligum tilmæli frá Granskingarráðnum at samskipa øki av nýggjum, sigur
Jóannes Eidesgaard, løgmaður
C
M
Y
K
11
10