fríggjadagur 4. januar 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. januar 2013 · Nr. 1
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Vit hava valt at búgva her
Leggja aftur til brots í býráðnum
Eg ynski at búgva í Føroyum
í 2013 og mong ár fram. Vón
mín er eisini, at eg kann
gera mítt til at byggja land,
ið onnur leggjast til. Men í
hesi stund, ynski eg fyrst og
fremst, at tað er búgvandi í
Føroyum.
Lat okkum skapa einar
Føroyar, har vit, ið valt hava
at búgva á hesum oyggjum,
støðast og mennast. Lat
okkum byggja eitt land, ið
loyvir øllum at trívast og
fjølgast í Føroyum.
Veður og vind broyta vit
ikki. Men! Vit kunnu nýta
okkara rætt at boða kosnum
kvinnum og monnum, hvat
vit meta skal til, at vit verða
verandi og harvið leggja
lunnar undir, at onnur leggj
ast afturat. Lat okkum skapa
einar visionerar og fjølgandi
Føroyar!
Eg ynski mær einar Før
oyar, har eg kann arbeiða
og gjalda skatt. Har eg kann
keypa føroyska mjólk og
aðrar góðar gerandisvørður -
og eiga eitt oyra at nýta, tá eg
havi goldið mítt.
2012 boðaði mær ikki
hetta dreyma-land, men eg
havi álit á, at um vit standa
saman, kunnu politikkarar
ikki framhaldandi køva okk
um móðurlandið. Lat okkum
standa sterk, kanska larm
andi, kanska boykottandi,
men í hvussu er sjónliga! Lat
okkum vísa politikarunum
hvat vit hava valt teir til.
2013
verður
vónandi
árið, vit skjóta í gongd verk
ætlanina at byggja nýggja
ferju til Nólsoyar. Samstundis
vóni eg eisini, at hetta verður
árið, vit síggja nýhugsan og
mentanarlig átøk. Lat okkum
í felag menna Føroyar. Lat
okkum í felag taka stev, ið
tryggjar okkum og komandi
føroyingum ríkt land.
Kommunuval
er
farið
afturum. Men lyftini minnast
vit!
Gott nýggjár!
Nú byrjar eitt nýtt skeið í
Tórshavnar býráð. Ein flokk
ur hevur meiriluta einsa
mallur, men hevur boðið okk
um øðrum, sum vórðu vald í
Tórshavnar býráð, upp í eitt
breitt samarbeiði.
Teir formligu karmarnir
um hetta samarbeiði eru
settir við skipan av formans
skapi og nevndum og eini
ávísari umskipan av nevndar
bygnaðinum, sum hevur við
sær, at tær føstu nevndirnar
verða heldur færri, men fáa
afturfyri víðari málsøki.
Eitt tak verður at leggja
til rættis nevndararbeiðið, so
tað verður yvirkomiligt, nú
nevndirnar hvør sær skula
varða av víðari øki, enn tær
hava havt frammanundan.
Ætlanin við umskipanini
er at fáa smidligari máls
gongdir
og
skjótari
av
greiðslu. Tað fer at hava við
sær, at mál, sum hava kravt
nevndarviðgerð áður, í ávísan
mun verða løgd til umsit
ingina at avgreiða eftir polit
iskt settum meginreglum.
Nógv mál í
teknisku nevnd
Í samarbeiðsavtaluni millum
allar flokkar varð serligur
dentur lagdur á tríggjar
nevndir.
Tekniska nevnd fer nú at
fevna um alt tað tekniska
økið. Sostatt verða byggi-
og býarskipanarnevndin og
heilsu- og umhvørvisnevndin
lagdar saman við gomlu tekn
isku nevnd, ið serliga tók sær
av vegum, ferðslu, kloakkum,
vatni, bussleið og slíkum.
Nú skal hon eisini taka
sær av heilsu- og umhvørvis
málunum, sum hava troðkað
meir og meir á hesi seinastu
árini. Hartil skal hon taka
sær av byggimálum og býar
skipanarmálunum,
sum
einsamøll hava verið sera
stórt og krevjandi málsøki í
býráðnum.
Fari at ynskja umsiting
ini og teimum sjey nevnd
arlimunum hepna hond við
hesi bygnaðarligu saman
sjóðingini av tekniska økin
um og minna tykkum á ikki
at lata tey framlítandi málini
hvørva í meldrinum.
Vinna og havnir
Í nýggja bygnaðinum verður
havnarnevndin nevnd vinnu
nevndin. Dugi ikki at meta
um, hvat hetta fer at merkja
fyri havnarmálini, men havi
skilt, at navnaskiftið skal
signalera tann dent, sum bý
ráðið nú leggur á vinnumál
ini.
Býráðið
ásannar,
at
kommunan hevur ikki ráð
til at halda seg burtur frá
vinnumálunum.
Høvuðs
staðurin fer ikki í longdini at
tola afturgongd í framleiðslu
vinnu og aðrari vinnu. Ser
liga umráðandi fyri komm
ununa er at eggja til nýtt
vinnulív. Tað veri seg vinn
ur, har brotið verður upp
úr nýggjum, og vinnur, sum
dúva upp á ráevni, ið vit duga
og eru von við at handfara.
Tórshavnar
kommuna
má vera úti um seg at borð
reiða fyri vinnulívinum við
møguleikum at reka vinnu
og tjena pengar – eisini til
felagsskapin. Samtykt er
tíbetur at skipa eitt íbirtara
hús í býnum og Tórshavnar
havn hevur gjørt sítt til at
fáa vinnulív í gongd aftur á
Vestaru bryggju. Vit vænta
okkum
nógv
av
báðum
átøkum.
Bygdirnar og
menningin
Tann
triðja
nevndin,
ið
gjørt varð burturúr, er økis
nevndin. Hetta átak verður
gjørt ásannandi, at fráleikin
frá Vaglinum út á bygdirnar
kann vera ov stórur, um
kommunan ikki raðfestir
rætt.
Stór mál troðka á í bygd
unum, skula tær fáa lut í
javnbjóðis menning. Eitt tað
torførasta hevur verið út
stykkingar til bústaðir. Her
má annað skil kom á, skulu
stórar bygdir ikki stagnera
og fara aftur eftir hæli sum
dømi eru um í løtuni.
Bygdirnar
treingja
til
góðar vegir og ferðslutrygg
viðurskifti. Bygdavegirnir
eru yvirhøvur gamlir, krók
utir og smalir. Teir mugu
dagførast ella endurnýggjast
og málið eigur at verða tikið
upp sum ein heild og raðfest
yvir eina tíð.
Vetrarfriðing troðkar eis
ini á. Tað er eitt víðfevnt og
kostnaðarmikið mál, men
tað rennist ikki undan tí í
allar ævir, tí okkara borgarar
í bygdunum hava eisini krav
upp á at liva í nøkurlunda
friði fyri teimum ferføttu.
Tað hoyrir tíðini til.
Jú, mangt og hvat er at
hava í huga, nú lagt verður
til brots aftur á Vaglinum.
Hetta var bert ein lítil partur
í sambandi við tær bygn
aðarbroytingar, sum nú skula
standa sína roynd.
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin
skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Eftir myrkur kemur ljós, eftir kulda kemur hiti og eftir
vetur kemur vár. Hesir aldargomlu sannleikar, sum
menniskju onga ávirkan hava á, kunnu setast saman
við, eftir kreppu koma góðar tíðir, eftir kríggj kemur
friður og eftir ójavnvág kemur javnvág – ella kunnu
teir tað? John Lennon sang “Kríggj er søga, um vit vilja
tað!” Ella eru vit bara bundin av egna sannleikanum, at
lívið er ein ringrás, sum vit onga ávirkan hava á?
Bønin “Gev okkum í dag okkara dagliga breyð” sipar
neyvan bara til, at vit fáa mat og drekka her og nú.
Men hon sipar eisini til alt tað, sum gevur okkum
nýggja orku og fær okkum at liva. Luther vísir nevni
liga á, at “gev okkum í dag okkara dagliga breyð” er
bønin um alt tað, okkum tørvar til lívsins uppihald –
mat, heim, frið, góðar vinir og grannar, gott stýrislag í
landinum, góða og trúfasta yvirvøld, bara fyri at nevna
nakað.
Eftir dagin í dag kemur morgindagurin við sínum lívi.
Hvat verður tá? Tørvir, vit høvdu fyri ársskiftið, verða
óivað júst teir somu komandi árið. Spurningurin er tá,
um vit gleða okkum til nýggja dagin – til morgindagin?
Ella eru vit um eitt ár, tá ið jólini aftur standa fyri
durum, í somu støðu, sum nú?
Fernando Savater leggur lívinum hesar eginleiar:
“Lívið hevur eina meining, eina meining, sum ikki
kennir sín líka. Lívið fer, uttan at nakar gevur tí ferð,
leikir kunnu ikki takast aftur, og vanliga kann einki
verða rættað. Tí er neyðugt at hugsa um, hvat vit vilja
og leggja merki til, hvat vit gera.”
Í einum samfelag, har umleið 500 umsóknir eru til
jólahjálp, kunnu vit spyrja, hvar eru hesi um eitt ár?
Ella hvar eru tær 630 einligu mammurnar um eitt
ár - og hvar eru páparnir at børnunum tá? Og orð
sum stakir uppihaldarar, sperdar barnafamiljur og
ungdómar við færri møguleikum enn fyrr - hvar eru øll
hesi um eitt ár? Verða tey tá í somu støðu, ella eru tey
tá komin víðari og hava fingið dirvi at gera av, hvat tey
vilja og hava vón fyri framtíðina?
Møguliga duga vit ov illa at síggja avleiðingar? Tí
hóast foreldur vita, at børn teirra ynskja, at tey eru
saman, fara tey hvør frá øðrum. Hóast fólk vita, at
útbúgving er ofta vegurin til persónligt frælsi, velja
mong tað frá. Hóast politikarar vita, at fólkið troyttast
av kegli og klandri, eru bløðini, útvarpið og sjónvarpið
full av hesum. Møguliga fara vit í ár at gerast vísari.
Víst vísa útlendsk hagtøl, at børnini ofta arva sosialu
umstøðurnar frá foreldrum sínum. Væl vitandi um,
at øll vælferðarsamfeløg hava menniskju, sum skulu
og eiga at fáa hjálp úr almennu skipanini, so havi eg
hug at spyrja, hvussu nógv av hesum, eru júst í somu
støðu komandi ár, sum tey eru í ár? Tað er navnliga
áhugavert, tí um eingin vón er fyri at hesi, ella um bara
ein lítil partur av teimum komandi ár er komin upp á
turt og hava fingið eitt sjálvbjargið lív, so verður hesin
bólkurin vaksandi.
Ella eru vit bara bundin av egna sannleikanum, at
lívið er ein ringrás, sum vit onga ávirkan havi á? Hesi
orð við vón um eitt gott og eydnuberandi nýggjár fyri
land og fólk okkara, har vit øll leggja okkum í geyma,
at vit hvønn dag hava fyri neyðini at fáa dagliga breyð
okkara.
Tóra við
keldu
Lærari
EYGA
MÁLIÐ
Gev okkum í dag
okkara dagliga breyð
Jákup av
Skarði
Jógvan
Arge
varaborgarstjóri
og býráðslimur
fyri Tjóðveldi