Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 4. januar 2013 · Nr. 1 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðargrein Tórbjørn Jacobsen Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður fyri Tjóðveldi Leolandið, – finst nakað annaðhvørt? T í um vit tala, men ov lítið gera. Soleiðis plagar at vera tikið til, táið menn hava prátað alt upp í heita luft, og onki kemur á skaftið, men tað finnast kortini røður, sum onkursvegna broyttu heimin. Mark Hawkins-Dady hev­ ur savnað 48 av teimum í savn­in­ um “Speeches that changed the world.” Savnið byrjar við fjalla­ prædikuni hjá Jesusi og endar við røðuni hjá Barack Obama, táið hann sum fyrsti litti maðurin nakrantíð varð valdur at standa á odda fyri amerikansku sam­veldis­ statunum – USA. O nkur røða hjá Mikhail Gorba­ tjov varð eisini hildin at vera nóg munadygg til tað at vera um­boðað í hesum tvey túsund ára skeiði. Árið 1985 er eitt markamót í europeiskari og asiatiskari søgu, - tá fór nývaldi sovjetiski aðalritarin í kommunistaflokkinum í holt við at broyta búskapin í sam­veld­ inum umvegis nýggja umbót­anar­ hugtakið Perestrojka. Ótaldar røður vóru fluttar fram um hetta, úr Kaliningrad eystur í Vladi­ vostok, og í tví­eggj­aðu strategi´ini skuldi Glasnost – opinleiki – brúkast til at forða íhaldinum í Kreml – betongkommunistunum – í at taka hvørkratak um nýggju leiðina. Onki hjálpti, systemið var somikið fordervað, at tað toldi ikki opinleika, hevði ikki tæri til at verða lagt á blik á alljósum degi. Í veruleikanum flutti aðalritarin seg ongantíð burtur frá leninistisku búskaparskipanini, hesum við tíðini løgna statiska bastardinum av eini statskapitalismu, hann ætlaði bara at pjøssa uppá hana, og endin varð, at eitt heimsveldi fall saman sum eitt korthús í okkara tíð, og Sovjetiski staturin var foyktur burtur av klótuni í 1991. DDR leið somu skepnu av somu orsøk. T vær røður vóru serliga eyðsýndar í 2012. Um tær eiga megina at koma í eina dagførda útgávu hjá Hawkins-Dady veit eg ikki, men í hvussu er bera tær boð um, at tann tjóðskaparligi sparkarin hevur rent seg fastan í eini danskari politiskari kavafonn og fær ikki bakkað aftur við egnari megi. Fólkatingsmaðurin hjá Javnaðinum, Sjúrður Skaale, gjørdi fyri fáum døgum síðani greitt frá evsta røðarapalli dana, at: “Jeg mener ikke at fælleskabet hverken kan eller skal opløses. Men hvis de økonomiske forud­ sætninger ændres – hvis olie- elefanten fx bliver fundet – så kommer der pres på. Så bliver det nødvendigt at redefinere rigsfællesskabet som et fællesskab uden økonomisk afhængighed og hvor parterne er mere ligestillede, end tilfældet er i dag.” Hetta má so vera frá­ boðanin um ta ultimativu konver­ teringina frá at vera rabiatur loys­ingar­maður til at blíva stokk­ íhaldin samríkismaður. Sjálvt búskapar­ligt sjálvbjargni skal heldur ikki vera orsøk til annað enn tað, at vit gerast ein eitt lítið sindur meira javnsettur partur av donsku ríkiseindini. Ein undrast ikki yvir, at røðan bar heitið: “Flaggið fylgir fleskinum.” Muður mælir tað, sum hjartað er fult av. Sic transit gloria mundi ! Soleiðis foykist heimsins herligheit ! H in eyðsýnda røðan varð flutt fram gamlaárs­kvøld. Í kjalarvatninum á sam­ríkis­svein­ inum úr Javnaðarflokkinum kemur tað ikki óvart á nakran, at Føroya løgmaður tekur dýran til um støðu Føroya: “Vit hava fingið javnað ríkisveitingina, sum framhaldandi er ein av grund­ar­steinunum undir okkara vælferð.” S júrður Skaale atkvøddi fyri at vaksa um ríkisveitingina, hvørs vøkstur Kaj Leo er faddur at saman við Jørgeni Niclasen. Tjóð­ skaparliga corpus okkara, sum vaks nakað í fullveldisárunum, táið blokkurin varð skorin og frystur, bløðir nú inn aftur í ræði hjálandaveldisins. Umvegis okkara egna máttloysi rúmka danir nú um kolonialiseringina av nýggjum, og júst á hesum mótinum liggur øll miseran. Orsøkin til, at vit ikki eru til í heiminum. Vit hanga í leysum lofti stjórnarrættarliga og verða pumpaðir upp við donskum skattakrónum, fyri at danir kunnu varðveita byltingarletina í Føroyum, sum aftur ger, at vit ikki tíma at innrætta sam­felagið til ein nationalstat og eitt væl­ ferðar­samfelag á norðurlendskum støði, hóast potentialið er til tað og ríkiliga tað. L øgmaður tóktist annars so tilforlátiligur hetta kvøldið, hóast man onkra løtuna var bangin um hann, tí tað fyrikom hyggj­aranum, at akkumulatorurin var tómur. Hann frysti. Mest átøkur hinum balsameraða og útstappaða Lenin. Helst var tað tí, at hann ikki fekk hóskandi sveiggj ímillum promptara, iljar, knø, armar, akslar, bringu og heila. Av ótta fyri at koma illa fyri, av at fløkja allar hesar funk­tións­ knøttarnar upp í ein ellibita, gjørdi hann tað rættara valið, at skrúva blussið niður á null. Tað hevði so aftur við sær, at man bara sat og bíðaði eftir, at onkur kom við eini reyðari streymklógv, og legði hana um vinstra skøvning, fyri at geva okkara kæra løgmanni eitt streymkick úr eini aðrari ravløðu. Svørtum høgraravmagni er nógmikið av frammanundan. Hinvegin er hetta helst leikur, ið krevur venjing, serliga um man ongantíð áður hevur sæð tekstin, sum rullar fram á promptaranum, ið annars hevur til endamáls, at røðarin skal síggja so cool út sum gjørligt, starandi út í heimin við ovmetnaðarfullum yvirbrái, sum um, at hann dugir røðuna uttanat. E itt annað árið segði onkur um nýggjársrøðuna hjá sama manni, at helmingurin ikki var í samsvari við veruleikin ímeðan hin helmingurin ikki var í samsvari við sannleikan. Hvør ið hevur verið pennaførari í ár, er ilt at gita um, men tað er kortini altíð við eini ávísari væntan, at man situr og bíðar eftir einum oddvita gamlaárskvøld, hóast hann bara er kolonibestýrari, sum í okkara føri. Umframt at ynskja okkum eitt gott nýggjár og at Guð mátti signa Føroyar, hvør var so boðskapurin? Gamla árið er farið, og tað sæst ikki í halaferðina á tí aftur, fyrrenn søgufrøðingar, kanska um hálvthundrað ár ella meiri, finna okkurt klípi úr tí, sum kann brúkast til tess at skilja, hví samfelagið nú legði leiðina júst hendan ella hin vegin Tórbjørn Jacobsen Jóannes Eidesgaard Hans Pauli Strøm Hergeir Nielsen Jógvan Sundstein Edmund Joensen Framhald á næstu síðu