fríggjadagur 4. januar 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. januar 2013 · Nr. 1
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
H
eimskreppan, ið fyrst og
fremst er ein fíggjarkreppa,
sum í fleiri umførum er vorðin ein
búskaparkreppa, varð sjálvandi
umrødd. Staðið verður uppá, at
kreppan ikki gjørdist tað stóra
skrædlið hjá okkum, men hetta er
ein sannleiki við ógvuliga stórum
modifikatiónum. Størri bankin av
tveimum í landinum fór dundrandi av
knóranum. Hin einaferð so trivaligi
bakkurin, Eikgrunnurin, fór sama
veg, og sparikassarnir hava ligið
og liggja kanska tungt í sjónum
framvegis. Hartil eru fleiri stórir
kassar tíverri foyktir burtur í hesi
vitleysu turbo/loftkíka- og spekula
tións kapitalismuni, har sum gylta
sambandið ímillum lógvar og virðir
bleiv til viðkvæmar loftkíkar, ið
brustu ein fyri og annar eftir. Allur
heimurin skalv í kjalarslóðini av
ómettandi grádigheitini hjá banka
sektorinum. Meginorsøkin til hallið
á føroysku fíggjarlógini er kortini
vitleysi fíggjarpolitikkurin hjá
ABC-samgonguni frá 2004-2008, og
tað var ikki samgongan, men fyrst
og fremst ein samlað fíggjarnevnd,
frammanundan hesi samgonguni,
sum tók dik á seg, setti ferð á, fyri at
minka um høpisleysa hallið, sum var
íkomið av fullkomnari vanstýring.
S
agt verður, at umleggingin av
skattinum hevur stimbrað
virksemið í samfelagnum. Hetta
eru ósannindi, tí skattainntøkan
gjørdist 275 milliónir krónur lakari
í 2012 enn í 2011 og samstundis vaks
MVG-inntøkan bara við á leið 40
milliónum krónum, sum allar stava
frá einum størri oljuinnflutningi.
T.v.s., at als ongin stimbur hevur
verið av flatskattaátakinum, null,
og fyri at kompensera partvíst fyri
stóra tapinum hjá landskassanum
av hesum, hevur man valt at ræna
burturav pensiónsuppsparingunum,
og í longdini verður hetta tann
heilt stóri pyrrhússigurin, tað vita
allir búskaparfrøðingar, tí kennist
larmandi tøgnin úr tí segmentinum
alt meiri margháttlig sum frálíður.
Síðani sigur løgmaður, at: “Seinasta
árið eru hundraðtals føroyingar
fleiri komnir aftur í arbeiði.” Hetta
er eftir øllum at døma ein loddrøtt
lygn, tí sambært nýggjastu tølunum
vóru 51 fleiri løntakarar í september
2012 í mun til løntakaratalið, sum var
í september 2011. Á leið tað sama árið
samgongan hevur sitið við valdinum.
Og tá fáa vit ikki at vita hvussu mong
tey eru, sum farin eru úr skipanini
inn undir almenna forsorg, og heldur
ikki hvussu fólkafráflytingin ávirkar
hesi tølini.
S
íðani tosar hann um vantandi
fólkavøkstur. Útsøgnin er
sjaldsom, ein følsk og lítisverd
roynd at manipulera hyggjaran og
lurtaran. Ja, hvat skal man annars
siga, táið veruleikin er tann dapri,
at fólkatalið pr. 01. oktober 2012
var minkað við 189 fólkum síðani
01. oktober 2011, við 360 fólkum
síðani 01. oktober 2009 og við 439
fókum síðani 01. oktober 2008?
Síðani rósar hann sær av einum
tilfeingisskatti, sum verður lagdar
á vinnuna, uttan at skeita eftir
hvussu marknaðurin geberdar sær,
aftur eitt dømi um, at hann sum
papageykur hjá Fólkaflokkinum
ræðist liberalismuna so illa, at man
heldur hoppar yvir í desideraðan
centralstýrdan plánbúskap, -
betongkommunistarnir í Kreml
høvdu rodnað um skallan, kent
seg yvirhálaðar vinstrumegin,
vóru teir ikki foyktir í 1991. Síðani
kemur okkur sløð við leysum
práti um hægri lestur í Føroyum,
um at vit eiga eitt samhaldsfast
samfelag, hóast landsstýrið ger
alt fyri at knúsa allan solidaritet,
sum teir koma nær í námind av,
samleikin er sterkur og rótfestur
sigur hann eisini, samstundis
sum mentanarkonturnar verða
jarðlagdar við stálvøttum.
T
að einasta skilagóða sum hann
sigur er í grundini, at: “Vit skulu
– sum samfelag og sum einstaklingar
– leggja okkum eftir at stuðla okkara
medmenniskjum. Tí er tað fjálgandi
at sanna, hvussu okkara fólk ger
sítt til at stuðla hjálpararbeiði bæði
burturi og heima.” Her hugsar hann
kanska um filantropiska felagsskapin
“Í menniskjum góður tokki”, sum
hann annars speirak í tinginum undir
fíggjarlógarviðgerðini. Vit fingu eina
skattaumskipan, sum aftur hevði við
sær eina stættaumskipan. Gjógvin
ímillum tey múgvandi og tey sum
liggja lægst í sosiala elevatorinum
er tilvitað víðkað politiskt, meðan
hesir trællirnir hava sitið á
Tinganeshelluni. Og heldur skilið
fram á henda hátt, kunnu vit vænta
parisiskar tilstandir í havnargøtum,
har sum fólkakøkarnir, álíkir
teimum hjá Les Restos du coeurs´-
felagsskapinum, eru um at hokna
undir byrðini, sum høgrastjórnirnar,
í franska førinum hjá Chirac
og Sarkozy, hava lagt eftir seg á
søgunnar altari.
E
in politiskur oddviti skal síggja
ljóst uppá framtíðina, í hvussu
er táið kykmyndaálirnar rulla, og tað
skal hann gera, hóast hann stendur
omaná einum politiskum gosfjalli,
sum svávilroykurin fer at guva
burturúr áðrenn nakran varir, orsaka
av katastrofalt skeivum avgerðum
á ovastu rókum samfelagsins. Tað
finnast hvørki mið ella mál í røðuni,
fleiri ósannheitir og leysir ætlanar
endar, sum ikki kunnu brúkast til
nakað sum helst. Endamálið við
røðuni er í grundini bara at snikk-
snakka seg til nakrar dagar afturat
saman við Fólkaflokkinum og
teimum báðum lívverjunum Jenisi
og Kára. Tað ræður um at límið ikki
støkkur, at tað heldur rumpuni niðri á
taburettini sum longst. Onki annað.
F
yri at venda gongdini má
av álvara farast undir ein
fiskivinnureform, sum liberali
serar vinnuna, soleiðis, at hon
gevur sum mest av avkasti til allar
partar. Skrivað er upp í leypar
um hetta, og rúm er ikki á hesum
sinni fyri smálutum. Gongdin, sum
nú er, gongur bara fram ímóti tí
frámatrikulering, privatisering, á
landgrunninum, sum Fólkaflokkurin
hevur dyrgt eftir síðani kreppuna ella
síðani fiskimarkið varð flutt út. At
skipa Føroyar í nøkur fá kapitalistisk
jalladømi undir donskum polit
iskum veingjabreiði. Í grundini er
hendan samgongan í holt við at
flyta fiskimarkið innaftur í ytstu
landoddar, nú útlendskur kapitalur í
stórum stíli er í ferð við at fara avstað
við øllum tilfeinginum, sum einaferð
skuldi vera Fólksins ogn. Búskaparliga
spísikamarið dragnar undan okkum,
og hetta er størsta orsøkin til, at
hendan samgongan má setast frá
valdinum sum snarast. Í øðrum
lagi má Fróðskaparsetrið gerast
ein veruligur vakstrarcentralur,
eitt dugnandi lokomotiv, lunna
dragarin, soleiðis sum vit kenna
tað frá universitetsbýunum í
Norðurhøvum og í triðja lagi má
tjóðskaparligi sparkarin, sum hendan
samgongan hevur renað inn í eina
danska kavafonn, rykkjast leysur
aftur, tí tað finst bara ein einasta
vón fyri hesum samfelagnum, og
tað er at tikið verður við fullari
búskaparligari og politiskari ábyrgd.
At nationalstaturin verður stovnaður.
Republikkin. Tá verður um ikki
annað neyðugt at taka sær annað
skinn um bak, tí ríkisveitingarkoddin,
ella danski varmadunkurin um
lendarnir, fer ikki at loyva okkum at
vanstjórna so í vitloysi sum higartil.
Frá høvdinum skalt tú hvalin skera,
og frá kjølinum skalt tú bátin gera. Í
grundini eiga vit bara at gera tað sum
sama sum Kaj Leo Holm Johannesen
rósti Trappubrøðrunum fyri at hava
borið ávøksturin til, og hvørs hugburð
hann lýsti so væl við hesum orðum:
“Teirra einasta trygd var trúgvin á
egið hegni, og vissan um – at bar tað
til hjá øðrum – so mátti tað eisini
bera til hjá teimum.”
T
að finst eitt annaðhvørt til
Leolandið !
Framhald av síðu 15
Endamálið við røðuni er í grundini bara at
snikk-snakka seg til nakrar dagar afturat
saman við Fólkaflokkinum og teimum báðum
lívverjunum Jenisi og Kára