fríggjadagur 4. januar 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 4. januar 2013 · Nr. 1
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sum liður í einum fram
haldandi arbeiði at tryggja
netbankan so væl sum yvir
høvur gjørligt, verður nýggj
mannagongd verksett í øllum
føroyskum netbankum tann
22. januar 2013. Tá tú framyvir
flytur pening yvir eina ávísa
upphædd í netbankanum,
skal henda eisini góðkennast
umvegis fartelefonina. Henda
ávísa upphædd verður ásett
av peningastovnunum.
Størsta
broytingin
er,
at privatkundar, sum gera
flytingar yvir eina ávísa
upphædd í netbankanum,
skulu
hava
fartelefonina
hjá sær, tá flytingin verður
framd. Tískil er neyðugt,
at fartelefonnummarið er
skrásett í netbankanum. Er
nummarið ikki skrásett, ber
ikki til at fremja flytingina.
Ein vegleiðing kemur í
netbankan um, hvussu tú
skrásetur fartelefonnumm
arið. Um tørvur er á tí, veita
peningastovnarnir
fegnir
hjálp við at skráseta títt far
telefonnummar í netbank
anum.
Tá ein ella fleiri flyt
ingar yvir eina ávísa upp
hædd verða gjørdar í net
bankanum, fært tú eini
sms-boð við einnýtiskotu
á ta fartelefonina, sum er
skrásett í netbankanum. Í
boðunum stendur, at ein
flyting er við at verða framd
í tínum netbanka, og tú verð
ur biðin um at inntøppa ein
nýtiskotuna
í
netbankan
fyri at góðkenna og fremja
flytingina. Flytingar til lond
uttan fyri danska kongaríkið
skulu
eisini
váttast
við
einnýtiskotu; í hesum føri
uttan mun til upphædd.
Nýggja mannagongdin er
bert galdandi fyri flytingar,
sum verða framdar í net
bankanum, tó ikki millum
egnar kontur, og hevur onga
ávirkan á eitt nú gjaldskort
og netbankan sum app.
Broytingin
í
manna
gongdini er ikki galdandi fyri
netbankan hjá fyritøkum.
– Hetta er ein liður í ein
um framhaldandi arbeiði at
tryggja netbankan so væl
sum yvirhøvur gjørligt. Til
vit í Føroyum fáa eina skipan
við digitalum signaturi, er
hetta loysnin, sum vit hava
valt at brúka, sigur Súni
Schwartz Jacobsen, formaður
í Felagnum Peningastovnar.
– Nýggja mannagongdin
er ein liður í støðugt at fyri
byrgja, at teldusníkar kunnu
sleppa
framat
netbank
unum hjá føroysku banka
kundunum,
leggur
Súni
Schwartz
Jacobsen aftur
at.
Fartelefon skal tryggja
bankaflytingar