Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. januar 2013 · Nr. 1 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ársins Sangari 2012 gjørdist Finnur Koba. Í 2012 hevur hann sungið fyri føroyingum nærum hvørt vikuskiftið, og hann hevur í øllum førum vant sína rødd nógv. Men oddamaðurin í Páll Finnur Páll hevði kortini ikki væntað at vinna virðisløn sum ársins besti sangari. - Eg havi ongantíð sæð meg sjálvan sum ein góðan sangara. Eg dugi ikki so væl allar hasar teknisku finessurnar, sum nógvir sangarar duga, men eg veit kortini, at fólk hava tikið væl ímóti mínum sangum, sigur Finnur Koba. Fyri Finn Koba er ein heiður frá Planet Awards nakað serstakt, tí tað merkir, at føroyingar hava nýtt tíð og orku uppá at stuðla honum. - Tað er ein viðurkenning, tí fólk hava brúkt tíð og pengar uppá at atkvøða fyri mær. Tað seti eg stóran prís uppá. Í tónleikaheiminum er tað mangan einvegis samskifti sum fer fram, tí eg veit jú ikki hvussu lurtarin upplivir tað, sum eg geri. Tí er tað gott at fáa eina slíka viðurkenning, sigur Finnur Koba. Summi hava seinastu árini ført fram, at Planet Awards ikki hevur stóran týdning fyri tónleikarar, men hesum vísir Finnur Koba aftur. - Tað kann sjálvandi vera størri og meira galla, men í síðsta enda er Planet Awards júst sum líknandi tiltøk í londunum kring okkum. Fólk eru tilnevnd, og síðani vera summi heiðrað fyri teirra avrik. Fólk geva sær stundir at atkvøða, og fyrireikarar og dómsnevnd geva sær stundir at velja út og kjakast um tónleikaárið sum fór, so eg haldi meiningin er tann sama her sum aðrastaðni. Eg havi eisini hoyrt nógv frá fólki, sum hava ynskt mær tillukku, so tað eri eg glaður fyri, sigur Finnur Koba. Finnur Koba hevur nakrar spennandi verkætlanir fyri Fríggjakvøldið 28. desember vóru tey bestu innan føroyskan tónleik heiðraði í Rex í Havn. Planet Awards hevur sjey ár á bakið, og endamálið við tiltakinum er at geva okkurt aftur til tey mongu, sum ríkað okkum føroyingar hvørt ár. Planet Awards er tað einasta tiltakið í Føroyum, sum heiðrar føroyskan tónleik og tónleikarar. Ein dómsnevnd velur út tey tilnevndu, og síðani fáa føroyingar høvi at atkvøða um tey tilnevndu. Vinnararnir hetta kvøldið gjørdist Eivør, All In, Finnur Koba, Hamferð og Hans Andrias. Haraftrat fekk Robert McBirnie eitt herðaklapp, sum Miðlahúsið hvørt ár gevur onkrum, sum hevur ser­stak­an týdn­ing fyri før­oyskan tón­leik. Vit hava prát­að við vinnararnar, og her kann lesast hvat tey halda um heiðurin, sum føroyingar hava givið teimum Tey bestu innan føro Eivør Pálsdóttir gjørdist stóri vinnarin av Planet Awards 2012. Hon fór av­stað við trimum heiðurs­ løn­unum, og fekk sostatt enn eina stóra viður­ kenning frá før­o­yingum. - Eg var full­komiliga tikin á bóli. Eg hevði als ikki væntað at fáa tríggjar planetir. Men eg eri ótrúliga glað fyri at fáa eitt herðaklappið frá føroyingum, tí tað eru so nógvir dugnaligir tón­leik­ar­ar í Føroyum, so kappingin er hørð, sigur Eivør Pálsdóttir. Føroyska songkvinnan heldur, at tað er nakað serstakt at fáa eina slíka viðurkenning frá føroyingum, men kortini heldur hon, at Planet Awards kanska skal skipast nakað øðrvísi. - Eg hevði ynskt, at tey, sum koma til Planet Awards vóru meira konsentreraði um tiltakið. Tað er ótrúliga kul at fáa eina viðurkenning til hetta tiltakið, men onkursvegna hevði tað verið betri, um tiltakið var meira eksklu­siv og konsentrerað. Men tað er týdn­ingarmikið fyri tónleikarar at fáa eitt slíkt herðaklapp, og tí er tað umráðandi, at Planet Awards heldur fram, sigur Eivør, sum spældi tvey løg av nýggjastu út­gávu­ni til Planet Awards. Í februar fer Eivør Pálsdóttir til USA, har hon eitt nú skal fram­føra í Kennedy Center í Washing­ton. Síðani gongur leiðin til Dan­mark­ar í mars og apríl, har hon skal á eina størri rundferð, og at enda skal hon framføra kring Týskland í heyst, tá ið nýggj­ asta fløgan kemur á marknaðin har. Men Eivør vónar, at hon fær stundir til at framføra í Før­oy­um eisini í tí nýggja árinum. Í næst­um koma eisini tvey sjón­banda­løg út frá Eivør. Heið­rikur á Heygum og Sakaris Stórá hava gjørt hvør sítt sjónbandalag. Ársins Songkvinna, Ársins Útgáva, Ársins Einstaklingur Eivør – Glað fyri herða­ klappið frá føroyingum Ársins Song­ kvinna, Ársins Útgáva, Ár­sins Ein­ stak­ling­ur Eivør Ársins Sangari Finnur Koba – Hevði ikki væntað tað