fríggjadagur 4. januar 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 4. januar 2013 · Nr. 1
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
framman. Hann ætlar sær millum
annað at gera eitt fótbóltslag.
- Føroyar hava tørv á einum
góðum fótbóltslagið. Vit dúva enn
uppá Alex Bærentsen, og hansara
sang, sum í veruleikanum er
gjørdur til Oyggjaleikir, og nøkur
løg frá 80'unum og 90'unum, og tað
sigur eitt sindur um støðuna, sigur
Finnur Koba.
Haraftrat skal hann syngja duet
við Guðruni í bólkinum Guðrun &
Bartal, tá ið teirra nýggja fløga
kemur út í næstum. Finnur Koba
vísur eisini á, at Páll Finnur Páll
síðani 2003 hava givið eina fløgu
út annaðhvørt ár, og skal tann sið
venjan haldast, so er neyðugt hjá
bólkinum at framleiða enn eina
fløgu í 2013.
yskan tónleik 2012
Ársins Sangari
Finnur Koba
Ársins Lag
All In - Allarhelst heimsmet
Lagið hjá Jákup Eli Joensen
”Vanja”, sum í fjør gjørdist ársins
lag á Planet Awards, hevur aftur
í ár verið ótrúliga nógv spælt
í føroysku loftmiðlunum – tó í
øðrum hami. Nýggja útgávan
av
Vanju
gjørdist
beinan
vegin eitt hitt í Føroyum, og
bert dagar aftaná, at lagið var
almannakunngjørt, var tað spælt
fleiri ferðir um dagin í føroysku
loftmiðlunum. Og við sigrinum
hjá All In í ár kann lagið ”Vanja”
kalla seg fyri tað einasta lagið,
sum hevur vunnið heiðurin sum
Ársins Lag tvey ár á rað.
-Tað kennist sum ein deilig
viðurkenning at vinna ársins
lag. Vit hava lagt nógv arbeiði í
lagið, so tað kennist onkursvegna
sum arbeiði hevur lønt seg, siga
menninir í All In.
- Tað er óhoyrt at "sami sangur"
verður kosin ársins sangur, tvey
ár á rað. Hugsi, at tað man óivað
verða heimsmet. Vit hugsaðu heilt
einfalt at dómsnevndin fór at sláa
nevan í borðið, og siga "nei nú er
vell við Vanju. Men uttan at vita
hvussu stórur partur av valinum
varð grundað á sms atkvøður frá
Føroya Fólki, so trúgvi eg neyvan,
at okkara trúgvi fjepparaskarði
man hava svikið okkum, sigur
Jóannes Lamhauge í bólkinum All
In.
Jóannes
Lamhauge
heldur,
at tað er ein stór æra at fáa eina
virðisløn til Planet Awards, hóast
tað kanska kennist løgið, at
kappast í tónleiki.
-Tað er ein stórur heiður, og
eitt deiligt herðaklapp at fáa fyri
arbeiðið. Planet Awards er jú
tað einasta tiltak av sínum slag
í Føroyum. Tað kennist sjálvandi
eitt sindur løgið, at tað skal verða
kapping í tónleiki, og serliga tá
øll hini innstillaðu løgini vóru
minst líka góð. Men tí er tað
sera týdningarmikið, haldi eg, at
bíta merki í, at tað snýr seg um
"ársins sangur" og ikki "ársins
besti sangur". Tí tað hevði jú
verið høpisleyst, og eisini ein
smakssak. Eg síggi hetta sum ein
heiður, ið markerar tað lagið, sum
hevur gjørt mest um seg í 2012 í tí
almenna føroyska rúminum, og
tað nýtist ikki at hava nakað at
gera við fakliga tónleika góðsku,
sigur Jóannse Lamhauge.
Menninir í All In hava longu
eina rúgvu av nýggjum tónleiki
í gerð, men teir vilja ikki avdúka
júst hvat teir ætla at framføra
fyri føroyingum í 2013, men
teir sláa fast, at 2013 verður eitt
spennandi ár.