fríggjadagur 4. januar 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. januar 2013 · Nr. 1
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Robert McBirnie fekk í ár hand
að
ársins
Herðaklapp
2012.
Hann hevur seinastu 50 árini
ríkað føroyingar við tónleiki og
undirhaldi, og í nógvar mátar
hevur hann verið slóðbrótandi
við sínum tónleiki. Robert visti
ikki hvat gekk fyri seg, fyrr enn
vertinnan hetta kvøldið, Mirjam
Pætursdóttir segði, at herðaklappi
var síðst á skránni, og at tað varð
latið onkrum, sum Miðlahúsið
hevði valt.
- Eg visti ikki hví eg varð
boðin við til hetta tiltakið,
men tað gekk spakuliga upp
fyri mær, at eg fór at fáa onkran
serstakan heiður, sigur Robert
McBirnie.
Hann er sera fegin um herða
klappið, sum hann fekk hetta
kvøldið.
- Eg eri errin av herðaklappi
num, og føli tað sum ein stóran
heiður, sigur Robert.
Tað er serliga orsaka av, at
so nógv fólk hava sent honum
heilsanir síðani, og lyft
uppundir hansara hug at spæla.
- Eitt nú skrivaði ein fyrrverandi
næmingur hjá mær, at hansara tíð
í skúlaorkestrinum hjá mær í Venj
ingarskúlanum gav honum hug
og íblástur til at gera meira við
tónleikin. Hann er ein stórur tón
leikari í dag, so tað eri eg sera errin
av at hoyra, sigur Robert McBirnie.
Robert ætlar sær komandi mán
aðirnar at hugna sær við at undir
halda og spæla í Vági og aðrastaðni,
og so fer hann at leggja ætlanir fyri
tí stóra brakinum, sum møguliga
skal vera, tá ið Robert fyllir runt
seinni í ár.
Ársins Herðaklapp
Robert McBirnie
Ársins Herðaklapp
Robert McBirnie – Ein stórur heiður
Fyri tveimum árum síðani gjørdist
Hamferð Ársins Nýggi Bólkur á
Planet Awards. Í ár gjørdist teir
so Ársins Bólkur, og tað er eitt
tekin um, at bólkurin hevur ment
seg, sigur John Áki Egholm, limur
í Hamferð.
Aðrastaðni í heiminum verður
sjangran Doommetal mett sum
eitt slag av undirgrundstónleiki.
Men í Føroyum hava nógv tikið
tónarnar hjá Hamferð til sín, og
í næstum verður Havnar Kirkja
karmur um føroyska doommetal
tónleikin.
- At vit fáa enn eina virðisløn
til Planet Awards er við til at sláa
fast, at vit hava ment okkum nógv
seinastu árini. Vit vóru Ársins nýggi
bólkur fyri tveimum árum síðani,
og nú hava vit so sligið fast við sjey
tumma seymi, at vit eru góður til
tað, sum vit gera, sigur John Áki
Egholm.
John Áki Egholm heldur, at
teir møguliga eru við til at økja
um áhugan hjá føroyingum fyri
hesari sjangruni.
- Tað er stuttligt, at føroyingar
hava tikið so væl ímóti okkara
tónleiki. Tað eru vit allir sera
glaðir fyri, sigur John Áki Egholm.
Næsta vikuskiftið skulu teir
til Hollands, har teir skulu spæla
á einum festivali. Haraftrat ætla
Hamferð at geva eina fløgu út í
2013, men júst nær fløgan kemur,
dugir John Áki Egholm ikki at
siga.
Ársins Bólkur
Hamferð - Føroyingar taka væl ímóti doommetal
Hans Andrias Jacobsen hevur
verið nógv at hoyrt seinasta árið
við eitt nú "Don't Wanna Burn", og
fríggjakvøldið 28. desember vann
hann heiðurin sum Ársins Nýggi
Einstaklingur.
-
Tað
kennist
sera
gott.
Tad eru so mikið nógvir góðir
einstaklingar her í Føroyum. So
at verða tilnevndur til handan
bólkin er bara super. Eg setti mær
tad faktist sum mál at bara verða
tilnevndur til okkurt i Planet
Awards 2012. So tað er nokkso
stuttligt at vinna eisini, sigur
Hans Andrias.
Hann leggur aftrat, at hann
var púra vísur í, at Sakaris
ella Urbanus fóru avstað við
virðislønini, og tí gjørdist hann
ógvuliga bilsin, tá ið hann frætti,
at føroyingar høvdu valt hann.
Í 2013 ætlar Hans Andrias at
gerast ein betri tónleikari. Hann
ætlar sær at skriva fleiri sangir,
spæla fleiri konsertir og byrja at
innspæla sina egnu fløgu.
Ársins Nýggi Einstaklingur/Bólkur
Hans Andrias Jacobsen
- Setti mær sum mál
at vera tilnevndur
Ársins Bólkur
Hamferð
Ársins Nýggi Einstaklingur/Bólkur
Hans Andrias Jacobsen