Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 4. januar 2013 · Nr. 1 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Tá søgufrøðingur brúkar ódoku­ menteraðar leikmannakeldur At eitt og annað verður skeikl­að søguliga, er ikki óvan­ligt, men tá tað »frøði­ liga« beinleiðis verður end­ ur­givið sum partur av mis­ fatan ella kanska einum sub­jek­tiviteti, fyri at fáa tað at ganga upp, eigur at verða rópt varskó Av teirri orsøk at eg ikki var heima, tá fyrilesturin um »læknastríðið í Klaksvík« varð hildin í Klaksvík av søgu­frøðingi og lektara á Fróðskaparsetri Føroya, Hans Andrias Sølvará, las eg hann í Norðlýsunum 26. september, 4. og 11. oktober. Haldi fyrilesturin er á­huga­verdur, viðkomandi og virð­ismikið er eisini, at so nógv av hendingum og mein- ingum, sum fóru fram og eru havdar, verður savnað undir einum. Hetta er serstakt søgu­brot úr føroyska gerand­ is­degnum og ikki minst úr Klaksvík seinast í 1940num og í 1950unum, og er onki løgið í, at meiningarnar eru sera ymiskar. Fari annars ikki at koma inn á sjálvan fyrilesturin og enn minni geva nakað um­ mæli, og tað er heldur ikki tí, at eg trái eftir at grava upp í gomlum óhepnum frá­søg­num frá leikfólki, sum søgu­frøð­ ingurin ikki heldur seg aftur við at brúka, hóast upp­runa­ keldan er ódokumenterað, men av teirri orsøk, at tað av og á er frammi av leikfólki sum einfaldur sannleiki, fari eg ikki at lata hetta »bara« standa, sum søguligur veru­ leiki. So søgan ikki verður falsað Fyri nú mongum árum síðani, tá Klaksvíkar Kommuna helt hátíðardag, hevði eg samrøðu við J. Símun Hansen, lærara og samfelagsfrøðing, sum legði bókligt søguligt stór­ verk úr hondum. Hann tók soleiðis til: »Hjá einum søgu­ frøðingi er umráðandi, at hann greiðir rætt frá søguni, keldurnar eru álítandi, so hon ikki verður falsað«. At eitt og annað verður skeikl­að søguliga, er ikki óvan­ligt, men tá tað »frøði­ liga« beinleiðis verður end­ ur­givið sum partur av mis­ fatan ella kanska einum sub­jek­tiviteti, fyri at fáa tað at ganga upp hjá einum sjálv­um, eigur at verða rópt var­skó, og tá ivasamt er, um keldan nú er álítandi. – Tað er tað ætl­anin er við hesi grein. Ljót atsókn at trimum pørtum Í 1960 verður útgivin bók á Lohse forlagnum, sum fekk heitið »Men Gud greb ind« skipað av John Munck, sum eina tíð var trúboðari í KFUM&K í Klaksvík. Í bókini, sum er ein fitt bók við umleið 125 blaðsíðum, eru eini tíggju áhugaverd brot skrivað av virdum fólkum sum Clement Eliassen, trúboðara, Høgna Poulsen, presti, Jákupi Jo­ hansen (Kass) skipsreiðara o. ø. - Las hana tá hon kom út, og havi av og á síðani havt hana í hondum. Ein av høvundunum í bókini er Josias Matras, har titulin er »bådejer«. Í einum broti ger hann eftir míni meting – og hetta var eisini nógv frammi, tá bókin kom út - eitt ódokumenterað og ljótt álop á tríggjar partar: sam­komuna í Betesda, Kjøl­ bro og eina fjøld, har hann m.a. sigur: »En betydningsfuld faktor var også, at J. F. Kjølbro, den største arbejdsgiver i bygden, var baptist, og i første række gav arbejde til dem der hørte til baptistmenigheden. Det førte tit til, at mange, også af økonomiske grunde, lod sig gendøbe«. (Undirstrikað av gr.skrivaranum). Søgufrøðingur skal til eina og hvørja tíð kunna prógva, at keldan hann brúk­ ar í fyrilestri, er álítandi, og tá hann tekur upp keldu, sum ikki ber til at prógva, t.d. hetta at, »Det førte tit til, at mange, også af økonomiske grunde, lod sig gendøbe«. Møguliga kann Hans Andrias Sølvará prógva, at kelduúrvalið hann brúkar út frá hesum í sínum fyrilestri, er skottrygt - ella! Hevur Sølvará tørv á vitan Kanska er í hesum føri áhuga­vert at venda okkum til bókina, »Bíblian á før­ oysk­um í hálva øld« – søgu­ brot um bíbliutýðing Vic­tor Danielsens og sálma­skald­ skap hansara«, skrivað av Zacharias Zachariassen, út­ gevari er Forlagið Leir­kerið í Gøtu. Hetta er í nógv­um førum endurgivnar blað­ greinir úr sokallaða »bíbliu­ stríðinum«. Á síðu 196 verður end­ urgivin grein úr Norðlýsinum 4. januar 1952 skrivað av sama Josiasi Matras, her er hann í holt við at viðgera bíbliu­týðingina, har skrivar hann m.a.: »Eg haldi, at hvør hugsandi maður og kvinna fata tað, at ein slík umseting av teirri heiløgu skrift, sum varð gjørd av Victor Dan­iel­ sen við ein skund, ikki hevur møguleikar at vera dygd­ar­ verk, hvørki so ella so, sam­ mett við ta týðing, sum próst Dahl, sáli, og nu seinri, Viderø prestur, hava gjørt«. Nú veit eg ikki, men eg ivist í einum breiðari førleika hjá honum at døma um hetta. Í Dagblaðnum nr. 10 og 11, ávíkavist 29. januar og 1. februar 1952 svarar Andrew Sloan honum aftur í drúgvari grein undir yvirskriftini: »Op­ið bræv til Josias Matras í Klaks­vík«. Andrew Sloan byrjar aftursvarið við hesum orðum: »Mær var ógvuliga dátt við, tá ið mær varð víst blaðgrein tyg­ara í »Norðlýsinum« 4. jan. í ár, og loyvi mær tí at skriva tygum hesar reglur al­ment. Persónliga kenni eg tygum ikki, men havi hoyrt tygum umrøddan av brøðr­un­um innan samkomur okk­ara sum ein álvarsaman trúgv­ andi mann. Og eri eg tí so mikið meiri bilsin við, at tyg­ um hava skrivað, sum tyg­um gera....«. Síðani hevur Andrew Sloan drúgva og gjøll­iga frá­ greiðing um arbeiðið hjá Vic­tori, um drúgvu tíðar­ longd­ina, við ávísingum, spurn­ing­um og við­gerð í sínum aftur­svari. (Er áhugi, kann aft­ur­svarið lesast á síð­ un­um 216 -225). Kundi lært av David Trads Av og á kann vera ivasamt um keldutilfarið bara verður tikið, tí einum hóvar at trúgva tí. Eisini eigur at vera munur á leikmanni og persóni, ið kall­ar seg og verður endur­ giv­in søgu­frøðingur. Fyri kortum kom kendi og annars dugnaligi danski tíðindamaðurin, David Trads, í satt ódnarveður av teirri orsøk, at hann fyri eini níggju árum síðani - uttan veru­ligt prógv - ákærdi Hen­ rik Gade Jensen, ráðgeva hjá kirkju­mála­ráð­harr­an­um Tove Fergo, at vera nazivið­ halds­maður. Hetta fekk tær álvars­ligu fylgjur, at ráð­gevin misti starvið. Hetta málið hevur seinastu árini hingið sum dapurt skýggj yvir journalistinum David Trads, og hevur nú verið viðgjørt m.a. í Jour­nal­ isten, sum er fakmiðil fyri miðla­fólk v.m. Har verður endur­staðfest, nakað sum er sjálv­sagt viðvíkjandi ó- og álít­andi keldu­til­fari og sum David Trads sjálvur endur­ tekur, eftir veruliga at sigla í »tung­um sjógvi«: »De to vig­ tigste ting, jeg har lært, er for det første, at man altid på et medie skal være helt hund­ rede procent sikker på, at de påstande man afleverer, de er korrekte. Og hvis man ikke er helt sikker, så skal man lade være med at bringe dem. Det er jo en grundsætning i journalistikken«. Kendi seg »tarvelig og ussel« Síðani tá var so mikið dygt trýst lagt á David Trads, at hann meðan hann var í USA fyri at siga frá for­seta­ valinum, var noyddur, enntá við Hvítu Húsunum í baksýni at »skrifta« í Deadline, at tað var bæði »usselt og tarveligt« ikki at biðja um fyrigeving fyri sekivleikan »fyrr enn nú«! Hetta var so ein kendur og dugnaligur danskur tíð­ indamaður, sum veruliga varð kroystur at siga sannleikan. Kundi hugsað mær, at fyri eftirtíðina og søgusannleikan eigur ein søgufrøðingur at vera uppaftur meiri varin, eftir­farandi og nágreiniligur við sínum keldutilfari, so hann ikki gongur á tunnum ísi við óalítandi og ókannaðum leikmanna keldutilfari ella kanska rættari »við ivasomum fólkatosi sum rættleikan«. »Syngjandi vísmaðurin« Kann vera áhugavert í hes­ um høpi, bara fyri at vísa á, hvussu søgur koma í, at nevna úr bókini »Den syng­ ende vis­mand« hjá And­ers Øl­gård, sum var ráðgevi hjá danska for­sætis­ráð­num í før­oyskum viður­skift­um, tá hann skrivar um lækna­ stríðið. Har sigur hann m.a. á síðu 198: »I Danmark var det Klaksvig affæren, der satte gang i den brede offentlige inte­resse for Færøerne. Klaks­ vig er den største by på de nordlige øer og stod traditi­ onelt i et modsætnings­for­ hold til Torshavn. Byen var økonomisk domineret af J. Kjølbro, og en svigersøn af ham, Olaf Halvorsen, var blevet konstitueret som over­ læge på det lokale syge­hus...«! Altso kan ein fáa burtur úr hesum, at »Halvor­sen var ver­sonur Kjølbro« – Ella? – Ja, soleiðis verður »jonglerað« við søguligu vitanini. Tó skal verða sagt fyri rættleikans skuld, at hesin er ikki søgu- men búskapar­frøðingur. Fari ikki í hesum umfari at viðgera meiri, hóast eg haldi, at soðið er summastaðni í so tunt og við heldur óvið­gjørd­ ari breidd og hevur innihaldið eftir míni meting ávíst hall. Men sum sagt, so ber illa til at meta søgufrøðingin treyta­leysan álítandi, tá keldu­tilfarið verður viðgjørt so­leiðis, at tað tykist, sum tað hóvar betri áhuganum hjá ein­um sjálvum. At eitt og annað verður skeiklað søguliga, er ikki óvanligt, men tá tað »frøðiliga« beinleiðis verður endurgivið sum partur av misfatan ella kanska einum subjektiviteti, fyri at fáa tað at ganga upp, eigur at verða rópt varskó Jógvan við Keldu Av og á kann vera iva­ samt um keldutilfarið bara verður tikið, tí einum hóvar at trúgva tí. Eisini eigur at vera munur á leikmanni og persóni, ið kall­ar seg og verður endur­giv­in søgu­ frøðingur