Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. januar 2013 · Nr. 1 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Vaktarskifti á Bryggjubakka! Fyrsta reglan í forman­s­frá­ greiðingini ljóðar soleiðis: “Vit hava sigrað av helviti til – gott”. Eitt ússaligt bergmál frá gomlum donskum pamp­ araretorikki fyri meira enn einum mansaldri síðani. Má bara staðfesta, at áhugin fyri ársfundinum hjá Føroya Fiskimannafelag (FF) ikki var serliga stórur. Einans 66 av 850 limum møttu til landsfundin, og er tað alt ov vánaligt. Er fyrsta reglan í frágreiðing formansins: “Vit hava sigrað av helviti til – gott”, ein ábending til út av lagi ringu uppmøtingina á landsfundinum, so má eg bara geva tí eina stjórn­ar­lim­ inum rætt, tá hann á fund­ inum segði mær, at Fiski­ mannafelagið undir verandi leiðslu er um at ganga sundur í seymingini, og verður ikki okkurt munagott gjørt, verð­ur ein galin endi. Tá ein annar stjórnarlimur stillar ein nýútlærdan kon­tór­mann á skrivstovuni hjá Fiski­ manna­felagnum upp ímóti for­manninum í 6 ár, sum aftur hesaferð er í uppskoti, so boðar hetta ikki frá serliga góðum arbeiðsstevi innanveggja í felagshølunum á Bryggjubakka. Av góðum grundum veit eg ikki hvat FF fyritekur sær um dagarnar. Men eg luktaði tjúkkan brenda­royk, tá ið eg var inni á gólvinum, har eg skuldi boða frá, at eg stillaði upp ímóti sitandi formanni. Eg fekk rími­liga kontant at vita, at eg skuldi ganga spakuliga um hurð­arnar, og at eg mátti undir ongum umstøðum tosa við handan ella hin. Eg mátti gera soleiðis og soleiðis, tí annars var vandi fyri at mín uppstilling endaði í rusk­ spannuni. Harra Guð fyri ein betongkommunisma, felagið hjá okkum fiskimonnum er enda sum ein pamparakamin, har menn eru farnir at trívast í varmanum, bara fyri egnan vinning. Tíverri má eg eisini stað­ festa, at áhugin hjá sit­andi for­manni ikki er ser­liga stór­ ur fyri at betra um støð­una. Í skrivandi stund – mána­morg­ un á ársins seinasta degi - er tað ikki so frægt, at for­ mansfrágreiðingin er komin út á heimasíðuna hjá FF at liggja. Um tað er vant­andi vitan, dólskni ella bara rein líkasæla, ella kanska onkur heilt annað, ið er orskøkin, er ikki til at vita. At formaðurin ikki vísir limunum í FF - bæði og burturi og heima – so frægt av virðing, at menn fáa møguleika at lesa ársfrágreiðingina á heima­ síðuni hja FF, tað hoyrir bara ongastaðnis heima. So frægt var tað hóast alt á døgum Erlends og Óla, samdur ella ósamdur, at limirnir vórðu væl og virðiliga kunnaðir um tað, sum felagið tókst við, og tá vóru limirnir í tús­ undatali. Tað einasta eg síggi, av nýggheitum á heimasíðuni, eru nakar greinar, ið allar – ongin undantikin – hava eina negativa løðing. Alt og øll verða løgd undir óreglu­ semi og illgitingar og restin eru fanar og bandittar. Reið­arar, tryggingarfeløg, inn­tøku­trygdin, fiskivinnu­ um­sit­ingin o.s.v. Alt sam­ starvs­um­hvørvið, ið FF eigur at sam­skifta við í gerandis­ degnum, verður lagt undir illgitan – mis­tonkilig­ger­ ing - uttan so frætt, at eitt tað einasta prógv verður lagt til grund fyri øllum uppáhaldunum hjá for­mann­ in­um, ivaleyst tikin úr leysum lofti, alt sum tað er. Undir øllum umstøðum veksur hetta ikki um respektina fyri felag okkara, sum einaferð varð hildið at vera sterkasti skansin í Føroyum. Tað kann gott vera, at reiðarar og almennir stov­ nar eru tungir at dansa við. Men álvaratos Jan. Alt sum tú hevur sett fingurin á, hevur givið negativ úrslit. Í formansfrágreiðingini stend­ur, at FF mátti í rættin fyri at fáa staðfest, at FF yvir­høvur var til? Hvat er hetta fyri slutur og møsn, sum Jan Højgaard varpar út til føroyskar fiski­menn? Felagið hevur verið til í 100 ár uttan Jan Høj­gaard, og ikki hevur verið neyð­ugt at spyrja donsku rættar­skip­ anina í landinum - Før­oya Rætt - um rætt og loyvi at vera til sum felag. FF hevur ført sak aftan á sak fyri at prógva óreglusemi og sátt­ málabrot. Hetta vísir bert hvussu ússaligt og veikt felagið er blivið, hvussu lítið mótparturin virðir Fiski­ mannafelagið und­ir leiðsluni hjá sitandi for­manni. Tignin er fokin. Sátt­mála­vunnin rættindi skulu drass­ast í rættin av Jan Højgaard fyri at prógva, at rætt er sætt. Hevði formaðurin heldur, bara onkuntíð, megnað at knallað nevan í borðið, og boðað frá, at nú er nokk, var nógv spart í rokningum frá samfelagsins sjakalum. Mappudreingunum í Havn – advokatunum, sum nú liva feitt av tí út av lagi vánaligu leiðslu, sum felag okkara hevur verið undir hesi sein­ astu 6 árini.. Sjálvandi skriv­ ar Jan Højgaard ikki um sakir, ið eru taptar – helst tí tær hava kostað fiski­ manninum ov nógv. Jú víst, sak­førarastættin hevur havt feitar dagar, hesi árini Jann­urin hevur sitið sum formaður, og skal hetta steðga, - ongantíð ov skjótt. Sjálvandi skal FF fara í rættin, tá tað er neyðugt, men at fáa rættar­úrskurð fyri at prógva, at FF er til, tað sigur meira um for­mannin, enn tað sigur um dómin. Í formansfrágreiðingini eru ongar visjónir um fram­ tíðina. Sátt­mála­sam­ráð­ing­ ar standa fyri framman, og einki Reiðarafelag er til. Sam­ ráðingarnar blivu nevndar á fundinum, men størsti trupul­leikin tyktist vera, um nú nevndin hevði stundir til at vera heima til sam­ráð­ing­ arnar, og um hvør ið skuldi gjalda nevndini løn fyri mista inntøku hesa tíðina? Aftur ein greið ábending um, at pamparaveldið er skjótt vaksandi. Stríðið er opererað úr okkara gamla stríðsfelag. Eingin ofrar seg fyri sakina, alt snýr seg bara um at lofta sær sjálvum. Ikki eitt orð varð nevnt um, at kostnaðarstøðið hjá fiskimanninum skal nið­ur. Fiskimaðurin hevur í prin­ sippinum dupult húsarhald t.d. Ongar ítøkiligar ætlanir eru um at fáa oljugjaldið hjá fiskimanninum burtur. Tað bleiv upplýst á fundinum, at menn hava goldið 65.000 krónur í ár, av sínari egnu hýru, fyri at fylla olju í tangarnar hjá teimum, sum eiga skipini. Hetta er reinur ørskapur. Hetta er álvarsligt fyri okkara fiskimenn. Men tá nevndin ikki eingang vil seta tíð av, at vera heima, til so týðandi samráðingar, sum nú liggja fyri framman, verður einki oljugjald strika – lít á míni orð. Hevur nevndin í FF ikki møguleika at vera til staðar, tá samráðingar eru við reiðarar, eigur bygnaðurin í FF umgangandi at verða eftirhugdur niður í minstu smálutir. Og eitt kunnu vit so staðfesta. Samsýningin til nevnd og søknir er so ikki trupulleikin. Kanska FF ætlar at føra alternativar sam­ráðingar við reiðarar í rætt­inum, nú FF er blivið so duss við sak­førarastættina. Tað er eingin loyna, og tað vita allir fiskimen, at FF er viknað ómetaliga nógv í kongunum hesa tíð­ina Jan Højgaard hevur sitið sum formaður. Inn­tøku­t­rygdin er løgd út til vinn­una. Olju­gjald er lagt á fiski­mannin. Línu­ gjald er lagt á fiskimannin. Avgjøld frá tí almenna eru løgd á fiskimannin. Útlendsk manning, ið ikki hevur sátt­ mála við FF, manna fleiri før­oysk fiskiskip. Sáttmálar verða undirgrivnir. Eg kundi sjálvandi hildið áfram, men læt meg á hesum sinni steðga her. Tí vil eg siga við fiski­ menn. Komi eg í formanns­ sess­in skal nógv broytast. Olju­gjaldið skal vekk. Línu­ gjaldið skal vekk. Loysn má og skal finnast á eftirlønini. Pensiónsaldurin hjá fiski­ monn­um skal lækka. Bí­lig­ ari arbeiðsklæðir til fiski­ menn. Tryggingin við Alka skal betrast, so hon eisini um­fatar hjúnafelagan. Sam­ ráðingar við reiðarar undir ein­um hatti. Lættari og bíligari skal tað gerast hjá ungum at sleppa at royna sjó­lívið. Útreiðslurnar í Før­ oya Fiskimannafelag skulu eftirkannast. Felagið koyrir við halli, og verður ikki okk­urt gjørt, uttan bara at hækka limagjaldið, verður ein galin endi hjá FF. Eg fari at enda við at ynskja øllum føroyingum, burturi og heima, eitt gleði­ ligt nýggjar, og eina bjarta framtíð í komandi ári í vónini um, at vaktarskifti verður á Bryggjubakka soleiðis, at føroyskir fiskimenn aftur kunnu verða stoltir av sín­ um fyrr so stolta og sterka skansa. Gott val. Sakaris Zachariasen Valevni til formanssessin í FF Breið poli depilin ti Eftir nógv ár við politiskari ósemju eydnaðist tað á vári 2008, at fáa semju mil­ l­um allar flokkar á Løg­ tingi um, at fara undir at byggja Skúladepilin í Marknagili. Tekniski Skúl­in, Handilsskúlin og Stu­denta­ skúlin í Tórs­havn høvdu í áravís havt átroðkandi tørv á nýggjum hølum, og øll fegnaðust tí eisini um, at semjan nú varð veruleiki og ferð kundi setast á hesa týðandi verkætlan. Nýggi skúladepilin fór hartil at geva nýggjar møguleikar fyri samstarvi tvørturum útbúgvingarnar. Hetta sam­svaraði avbera væl við mið­námsskúlanýskipanini, ið stóð fyri framman. Ríkiliga stórur fíggjarkarmur Fyri at tryggja, at fíggjar­ligi karmurin skuldi vera trygg­ ur, varð í uppruna lógini frá 2008 valt at seta eina upphædd av, ið samsvaraði við fermeturprísin á nøkr­ um av dýrastu skúla-verk­ ætlanunum, ið vórðu sett­ ar í gongd um tað mund­ið. Hetta var enntá í tíðar­ skeiðnum áðrenn fíggjar­ krepp­una, ið veruliga byrj­aði at gera um seg í sep­tember 2008. Settar vórðu av 23.000 kr. fyri hvønn fermetur (17.000). Íalt 391 mió. kr. Hartil skuldu væntast 60 mió. kr. til innbúgv og útgerð. Saman­lagt 451 mió. kr. Skúladepilin skuldi vera klárur at taka í nýtslu í 2013 Tíðarætlanin varð eis­ini løgd beinanvegin. Verk­lags­ lógin varð samtykt á vári 2008, og eitt ár seinni skuldi projekteringin vera liðug. Eftir ætlan skuldi fyrsti parturin av skúladeplinum kunna takast í nýtslu longu á sumri 2011, meðan saml­aði Marknagilsdepilin skuldi takast í nýtslu við skúla­ árs­byrjan í 2013. Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi og næstforkvinna í Løgtingsins Fíggjarnevnd Marknagilsdepi Kjak hevur tikið seg upp seinastu tíðina, ið sáar iva um lagnuna hjá Markna­ gils­deplinum. Serstakliga hug­stoytt, at tað serliga hava verið yngstu tinglimir sam­gongunnar, ið hava loypt hvøkk á fólk, við sera Gunnvør balle Tingkvinna