Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 4. januar 2013 · Nr. 1 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 iva­somum útsøgnum um hvørt depilin yvirhøvur skal byggj­ast. At seta bygging av Markna­ gilsdeplinum og útbygging av Fróðskaparsetrinum upp ímóti hvørjum øðrum, sum ein antin-ella íløga, er burtur úr vón og viti. Sjálv­ andi skulu vit gera bæði. Fyrst og fremst stendur Marknagilsdepilin á skrá, og har eigur landsstýrismaðurin í mentamálaráðharrin nú av álvara at traðka í karakter og vísa ábyrgd. Nú eigur hann at standa stinnur, geva ungdóminum og øllum øðr­ um trúgv og vón um at hetta stóra og týðandi bygn­ings­ verk verður veruleiki. Og hann eigur at standa við givin lyftir til meir enn helmingin av hvørjum miðnámsárgangi í landinum, sum skulu ganga í Marknagilsdeplinum, um at tey fáa ein nýggjan skúla. Næsta tak verður at byggja Setrið út. Tað er eisini ein spurningur um lív ella deyða fyri hetta samfelagið, men lat okkum fyrst savna okk­um um hesa uppgávuna, ið leingi hevur staðið fremst: Nevniliga at skapa mið­náms­ ungdómi okkara góðar og tíðarhóskandi undi­rvís­ingar­ karmar. Nú er drálað nóg mikið við Marknagili og vit kunnu ikki á nakran hátt góð­ taka meira himpr og fleiri umberingar fyri at útseta. Landsstýrismaðurin skal finna semju við byggi­harr­ arnar NÚ! Og um vit so lenda á nøkrum milli­ón­ um í meirkostnaði, so skal byggingin byrja í 2013, óan­ sæð. Uttan himpr finnur sam­gongan pening til al­skins sera ivasamar íløgur í sam­ ferðslu­kervið, tí eigur vilji eisini at sýnast í verki fyri at fáa hesa, kanska mest fram­ tíðar­tryggjaðu, byggi­ætlan framda. Vit tosa um ein depil, sum fer at gera okkum errin og glað. Eitt arkitektoniskt nýbrot, sum eins og Harpan, fer at draga ferðafólk og fak­ fólk til landið og seta okk­ um á landkortið. Her vera kveikjandi og mennandi um­støður hjá næmingum og lærararum og ikki minst verður Depilin eitt sterkt signal frá politisku skipanini um at vit virða tey ungu og vilja geva teimum tær allar­ bestu umstøður fyri at fáa eina góða úbtúgving. Hóast flestu studentar fram­veg­ is fara út í heim at lesa (m.a tí skulu vit beinaveg leggja langtíðarætlanir fyri at byggja Setrið út í stig­um), so kann hendan fan­tast­iska farvæl-heilsanin vit geva teimum, kanska nett­upp merkja munin mill­um “far­ væl-fyri-altíð” og “farvæl-vit- síggjast-aftur” -hugburðin. Øll vita, at miðnáms­skúl­ arnir í Havn eru so niðurslitnir og ótíðarhóskandi, at tað er ikki talingur um at brúka nógv­ar milliónir uppá at gera teir í stand ella byggja út. Landsverk hevur saman við byggiharrunum funnið 70 mió í sparingum til Markna­gilsdepilin, so enn er byggingin 70mió dýrari enn verklagslógin heimilar. Men sitandi samgonga hev­ ur samtykt at útseta verk­ ætlanina í trý ár og hetta dýrkar byggingina við 39 mió! Sostatt eigur samgongan ábyrgdina fyri 39 av hesum 70 mió, ið verkætlanin, sum nú er, er ov dýr. Og hvør vika, hvør mánaður ið gongur uttan nøkur avgerð verður tikin, kostar dýrt. Tí er tað ikki meir enn rímiligt, at samgongan finn­ ur tær 39 mió kr eyka á komandi fíggjarlógum og so roynir at fáa Landsverk at finna sparingar fyri tær síðstu 31mió, ið resta í. Bjørn Kalsøe hevur søgu­ ligan møguleika at vísa seg sum tann framskygdi menta­ mála­ráðharrin, ið megn­aði at skera ígjøgnum og finna eina loysn, soleiðis at størsta og týdningarmesta byggi­verk­ ætlan í søgu okkara verður gjøgnumførd. tisk semja ger Marknagils-­ l veruleika í 2013 kjak 3-4 ára útseting hev­ur helst kostað minst 50 mió. kr. Men tíverri hava sam­gong­ urnar (ABC og ABDH), ið tóku við eftir CHE-sam­gong­ una á heysti 2008, valt at útseta byggiverkætlanina. Sam­anlagt er verkætlanin útsett í 3-4 ár – higartil. Hetta hevur dýrkað verkætlanina mun­andi. Prísvøksturin seinasta árið hevur verið 2,4%. Miðal­ prísv­øksturin 2008-2012 hev­ur verið góð 2%. Sostatt vil verk­ætlanin bert vegna seink­ing á 3-4 ár, og prís­ hækk­ing í tíðarskeiðnum, verða dýrkað 30-40 mió. kr. Hartil kemur munandi øktur kost­naður av, at uppihalda projektvirkseminum – pro­ jekt­leiðara, ráðgevum v.m. – yvir tíðarskeiðið. Eisini vil longd byggitíð kosta mun­ andi upphæddir, í mun til, um bygt verður so skjótt sum møguligt. Afturvendandi iv­in um útbjóðingarhátt og fleiri broytingar hesum við­víkjandi hava helst eis­ini dýrkað verk­ ætlanina. Har­til kemur, at um farið varð undir byggingina sum ætlað, tá fíggjarkreppan av álvara gjørdi um seg, sam­ stundis sum byggivinnan hevði ovurstóran tørv á nýggj­um virksemi, hevði Markna­gils­depilin uttan iva kunna verið gjørdur til væl lægri kostnað enn nú í 2013 og koma­ndi árini. Veru­leikin er sostatt, at polit­iska skipanin sjálv hev­ ur dýrk­að verkætlanina mun­andi – helst yvir 50 mió. kr. – við at útseta hana í fleiri umførum. Takið ábyrgd av egnum vali av byggisniði Eftir fyrireiking og útbjóðing av skúladeplinum hevði ABC-samgongan sum kunn­ ugt møguleika at velja mill­ um fleiri uppskot til snið og veitarar. Valt varð at fara víðari við verkætlanini, sum vit nú kenna. Hetta var eitt val, ið landsins leiðsla, við eitt nú Fólkaflokkinum og Sam­ bands­flokkinum (sum eisini eru í sam­gongu í dag), tók. Øll hava alla tíðina vitað, at talan var um eitt sera djarvt val. Eitt óvanligt byggi­snið í Føroyum, men sam­stundis ein sera vakur bygningur, ið veruliga kann koma at standa sum ein varði í Føroyum. Kanska eins og Harpa í Reykjavík. Byggi­frøðiliga ráðgevingin hevur hartil aftur og aftur tryggjað politiska myndug­ leikanum, at ætlaði leisturin vil eydnast – eitt nú í mun til før­oyska veðurlagið. Bæði núverandi og undan­ farna samgonga hava síðan brúkt fleiri ár og fleiri tíggjutals mió. kr. til at arbeiða víðari við hesi verkætlan. Yvir 40 mió. kr. eru brúktar til fyrireikandi arbeiðið. Tá Marknagilsdepilin at enda varð útbjóðaður vístu boðini at kostnaðurin fór at gerast meira enn 150 mió. kr. hægri enn karmurin. Hetta kom óvart á nógv. Eftir nærri samráðingar og smávegis tillagingar í verkætlanini hevur Landsverk nú fingið sam­ráðst seg til, at gera Markna­gilsdepilin til veru­ leika fyri 70 mió. kr. meira enn uppruna játtanina í 2008. Sum skilst ber til at fáa hetta talið enn longur niður. Tá havt verður í huga, at verkætlanin helst er dýrkað væl yvir 50 mió. kr. bert vegna seinkingina, so er talan um minni enn 20 mió. kr. í øktum kostnaði til 3 skúlar í mun til uppruna karmin. Hetta enntá hóast ABC-samgongan valdi eitt sera serstakt og krevjandi byggisnið, í mun til tað, ið vit vanliga kenna í Føroyum. Tað undrar tí at samgongufólk nú seta spurnartekin við verkætlanina, og at summi enntá mæla til heilt at sleppa henni. Samgongan játtar fleiri 100-tals mió. kr. til tunnilsverkætlanir Tí tað er ikki fíggjarligi karm­urin, ið tykist at vera trupulleikin hjá samgonguni. Samgongan hevur eitt nú lagt fram verklagslóg á 150 mió. kr. til Viðareiðistunnil. Hetta er fyrsta stigið í eini størri verkætlan Norður um Fjall v.m., ið samanlagt væntandi kostar nærum 500 mió. kr. og harvið meira enn Skúla­depilin í Marknagili. Eisini hevur samgongan sett 12 mió. kr. av til fyrireiking av privatari útbjóðing av Skála­ fjarðatunnlinum. Hetta hóast almennu myndugleikarnir meta, at verður tunnilin gjørd­ur av privatum kemur hesin, yvir eitt áramál, at kosta føroyingum langt yvir 1 mia. kr. meira, enn um hesin varð gjørdur av landinum. Hetta vegna krøv til avkast frá privatum íleggjarum og dýrari fíggingarkostnaði. Havi enn ikki hoyrt nøkur samgongutingfólk mót­mælt hesum. Hví gera nøkur sam­ gongu­ting­fólk tað so til ein trupul­leika at játta nakrar fáar mió. meira til teir 3 mið­ náms­skúla­rnar, ið nú skulu byggjast í Marknagili ? Hevði tað ver­ið nakar trupulleiki um Markna­gils­depilin ikki var í Tórshavn ? Steðgið við at renna undan ábyrgd Staðfestast kann, at allir flokk­ar á Løgtingi hava tikið undir við verklagslógini um Marknagilsdepilin í 2008. ABC-samgongan og ABDH- samgongan hava síðan sjálvar valt at útseta verkætlanina í 3-4 ár og harvið dýrkað hana helst yvir 50 mió. kr. ABC-sam­gongan valdi eis­ ini eitt byggisnið og ein bygn­ing, ið er nýskap­ andi og avbjóðandi. Har­ til eru higartil nýttar yvir 40 mió. kr. til fyrireiking. Tað er tí syndarligt at vera vitni til, at samgongutingfólk úr øll­um ættum nú royna at renna undan ábyrgd tá um­ ræður Skúladepilin í Markna­ gili við alskyns um­beringum. Eitt nú at hesin ikki egnar seg til føroyska veðurlagið. Hetta hóast somu flokkar hava valt byggisniðið og at byggifrøðiliga ráðgevingin aftur og aftur hevur tryggjað at hetta er í lagi. Eisini verð­ur víst á økta kostnaðin, hóast somu flokkar eru høv­uðs­ orsøkin til, at kostn­að­urin er vorðin hægri enn uppruna karmurin. Nú klárt er at fara í gongd tykist tað sum fleiri vilja renna undan ábyrgd. Hetta er óvirðiligt. Landið eigur at megna minst tað sama sum kommunan Til samanberingar kann nev­ n­ast, at Tórshavnar Komm­ una seinastu fáu árini hevur bygt tveir nýggjar fólkaskúlar – á Løgmannabreyt og á Argjahamri – fyri sam­an­lagt nærum somu upp­hædd, ið Skúladepilin í Markna­gili kostar. Sjálv­andi eigur landið eisini at megna at lyfta sína ábyrgd tá um­ræður mið­ náms­skúla­økið. Alt annað kann als ikki góð­takast. Breið semja vil tryggja at Marknagilsdepilin fer í gongd sum skjótast Tað einasta rætta er, at lands­ stýrið sum skjótast kallar allar teir politisku flokkarnir - sum eisini upprunaliga vórðu samdir um fara at byggja Skúladepilin í Markna­gili - til fundar í Menta­málaráðnum fyri at gera semju um, at fáa til vega ta lutfalsligu avmarkaðu fígging, ið skal til afturat, fyri at gera Marknagilsdepilin til veruleika. Tí tað má ikki henda - eina­ ferð enn - at ein lítil minni­luti í samgonguni verður ráðandi, framum ein stóran meiriluta á Løg­tingi og í Føroyum. Hartil vita vit, at fyri hvønn dag, ið verkætlanin nú verður útsett, dýrkar hon. Fyri hvønn dag, ið verkætlanin verður útsett, vísir politiska leiðslan í hesum landinum hartil, hvussu illa hon megn­ ar at gera verkætlanir til veru­leika, ið veruliga hava týdning um vit meina nakað við, at raðfesta okkara ung­ dóm, útbúgving, trivna og at fáa fólkavøkstur aftur í Før­ oyum. Hetta er veruliga ein av teimum íløgum, ið vit ikki hava ráð til ikki at gera. Latið okkum tí saman gera Skúladepilin í Marknagili til veruleika sum skjótast. Við ynskjum um eitt eydnuberandi nýggjár fyri Føroyar og allar føroyingar – og við ynskjum um, at 2013 gerst árið, tá ein breið politisk semja á Løgtingi setir ferð á at gera Skúladepilin í Marknagili til veruleika – einaferð enn. ilin verður bygdur