fríggjadagur 4. januar 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. januar 2013 · Nr. 1
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Samleiki, savning og sjálvbjargni
Skal nakar munur vera á
Føroyum og Fredericia og á
føroyingum og fredericia
búgvum?
Hóast spurningurin tykist
bæði mær og vónandi øðrum
við fullkomiliga burturvið,
so streingir hann kortini
á, nú vit í longri tíð hava
verið vitni til eina miðvísa
politiska spjaðing av teirri
føroysku tjóðini og fleiri
niðurbrótandi politisk mál
við landsbankamálinum sum
tað higartil seinasta
Er tað veruliga so, at tjóð
skaparkenslur ikki longur
telja í politisku stremb
an okkara og verða viður
kendar sum partur av tjóðar
byggingini? Ja, eftir øllum at
døma eftir grundgevingunum
hjá samgonguni at døma,
eitt nú í tí syndarliga lands
bankamálinum.
Jørn Astrup Hansen, sum
enn eigur sín leiklut í før
oyska fíggjarheiminum, kom
eisini hendan dagin við eini
niðurstøðu, sum fall í góða
jørð hjá samgonguni. Hann
minti føroyingar á, at Føroyar
eru ikki størri enn ein meðal
donsk provinskommuna, og
at vit tí ikki hava brúk fyri
einum landsbanka.
Gongdin gevur mær ein
innara ófrið, sum fær meg at
kalla á allar frælsissinnaðar
føroyingar um at savnast
fyri at verja borg í Føroyum.
Sjálvssókn ella
samleika?
Landsbankamálið snýr eg
um enn meira enn hendan
týdningarmikla
stovnin.
Málið snýr seg eisini um
tjóðarbygging, sjálvsvirðing
og sjálvbjargni. Og um, hvørt
tjóðskaparkenslur
verða
viðurkendar sum partur av
tjóðarbyggingini.
Undir viðgerðini av løg
tingsmálinum um at taka
Landsbankan av gjørdist
skjótt greitt, at samgongan
ikki megnaði at grundgeva
fyri síni ógvisligu atgerð móti
stovninum. Eftir at eg hevði
hildið mína røðu, sum í síni
verju av Landsbankanum
kanska
var
meira
sam-
felagslig enn tøknilig, spurdi
Bill Justinussen meg, um eg
metti avtøkuna av Lands
bankanum at vera eitt tjóð
skaparmál.
Sjálvandi metti eg tað.
Ein og hvør sjálvstøðug tjóð
hevur ein tjóðbanka ella
ein samsvarandi stovn, sum
óheftur av politiska myngug
leikanum kann gera sínar
metingar av landsins búskapi
og røkja tey peningamál, sum
eini tjóð tørvar. Avtøkan
av Landsbankanum var tí
ein beinleiðis liður í niður
lagingini av føroyska sam
felagnum.
Mínar útsagnir komu eftir
øllum at døma samgonguni
væl við. Nú hon ikki megnaði
á sakligan hátt at grundgeva
fyri at steingja Landsbankan,
kundi hon nú í staðin í niðr
andi vendingum hava at
okkum, sum arbeiddu ímóti
hesi ætlan, og halda uppá, at
kenslur og tjóðskapur kunnu
ikki brúkast í eini viðgerð av
einum Landsbanka. Soleiðis
menti samgongan aftur sítt
samanhald í hesum máli,
hóast annar av teimum stóru
samgonguflokkunum í síni
tíð var við til at stovna bank
an við júst tjóðarbygging fyri
eygað.
Eg veit, at summi halda
uppá, at kenslur einki gott
bera í sær í politikki. Men
at hendan áskoðan nú er
gróðursett í eini samgongu,
sum telur 19 tinglimir, og sum
spennir heilt frá sambandi til
loysing, er púra ófatiligt fyri
mær. Kenslur mugu vit ikki
hava – nei, tað ræður um at
hugsa rationelt og sjálvsøkið
og handla í samsvari við tað.
Men okkara unga fólk
– og annars øll, sum ivast –
eiga at gera sær púra greitt,
at øll menningin av føroysku
tjóðini hevur higartil bygt á
tjóðskaparkenslur og tjóð
skaparligan samleika. Hetta
hevur verið og er framvegis
sterkasta megin í øllum fram
burði okkara, og tað er hon,
sum fer at tryggja okkum og
okkara eftirkomarum eina
virðiliga framtíð á hesum
klettunum. Tann kenslan,
at vit saman byggja land, og
at vit gera hetta við ábyrgd
fyri hvørjum øðrum og við
áliti okkara millum, er ein
avgjørd fortreyt fyri allari
tjóðarbygging.
Uttan beinleiðis at sam
antvinna tað við Lands
bankamálið, so helt eg eisini,
at tey flestu vóru samd um,
at júst manglandi kensl
ur og tjóðskaparligur sam
leiki eru sjálv rótin til ta
fíggjarkreppu, sum seinastu
árini hevur hótt heims
búskapin og kanska enntá
heimsfriðin.
Spjaðing ella savning?
Hóast vit føroyingar onga
greiða fatan hava av okkara
egna samleika, so hevur
arbeiðið við stjórnarskipanini
prógvað, at við einum góðum
vilja kundu vit staðið saman
sum ein tjóð. Í tí arbeiðinum
var millum lítið og einki,
sum skilti partarnar. Tað
eydnaðist at seta orð á, hvat
ein føroyingur er, og hvørji
rættindi, vit hava sum tjóð.
Tjóðskaparsemjan
millum
allar flokkar á tingi ljóðar
soleiðis í grein1 í uppskotin
um: “Føroyar eru land, før
oyingar eru tjóð, og alt vald
í landinum er hjá Føroya
fólki.”
Men fyri mær er greitt, at
í farna ári hevur ein spilla
tikið seg upp í føroyskum
politikki, sum hóttir sjálvan
grundvøllin undir føroysku
tjóðini og sum í síni óreiði
ligheit pilkar málsøkið við
sjálvsvirðing føroyinga, setur
kílar millum folk og sam
felagsbólkar og brýtur niður
tað álit, sum ein tjóð má hava
á politisku skipanina og ta
trúgv, hon má hava á fram
tíðina.
Landsbankin er eitt av
málunum, og kanska tað,
sum fekk bikarið at flóta yvir
sum skarnsgerð og provoka
tión móti Føroya fólki. (Tað er
ikki meira enn stívliga eitt ár
síðani, at allir flokkar á tingi
vóru samdir um, at lands
bankavirksemið skuldi verða
tryggjað í Stjórnarskipanini
og bert skuldi kunnað verða
tikið av ella broytt við eini
fólkaatkvøðu!)
Skatting av pensjónum
við inngjald var ein onnur
provokatión
móti
fólkin
um. Somuleiðis sonevnda
fólkaatkvøðan um komm
unusamanlegging, har bara
32,7% tóku lut. Hækking
av blokkstuðlinum hóast
vallyftini um tað øvugta?
Ein provokatión móti Før
oya fólki. Tilluting av fiski
rættindum til nøkur útvald?
Ein provokatión móti Føroya
fólki. Ókeypis ræðisrættindi
til føroyska fiskitilfeingið til
nakrar útlendingar? Enn ein
provokatión móti fólkinum.
Felags fyri tey flestu
av hesum málunum er, at
veljarin einki visti um hetta,
tá hann atkvøddi á seinasta
løgtingsvalinum.
Hvat fær eina samgongu
til so miðvíst at spjaða Føroya
fólk heldur enn at savna tað
um tey átøk, sum eru neyðug
til tess at leggja lunnar undir
okkara felags framtíð? Og
hvat fær løgmann til í heilum
at ørkymla føroyingar við
mótstríðandi og viðhvørt
beinleiðis øsandi útsagnum
um hetta og hitt? Hví allar
hesar provokatiónirnar frá
løgmanni og samgonguni,
sum forða so fyri teimum
breiðu semjunum, sum júst
løgmaður í teimum betru løt
unum sigur seg leita eftir?
Hví provokerar løgmaður
ein stóran part av fólksins
umboðum
við
at
rógva
uppundir,
at
samgongan
strembar eftir at tryggja okk
um makrelrættindi, meðan
andstøðan er ímóti, tá hann
veit, at øll verandi andstøða
var við til at undirbyggja
og styrkja kravið hjá lands
stýrinum um rættindi før
oyinga í hesum máli? Hví
roynir løgmaður at spjaða
heldur enn at fáa føroyingar
at standa saman í tílíkum
stórmálum?
Hví provokerar løgmaður
ein stóran part av fólksins
umboðum við at gera eina
breiða langtíðar fiskivinnu
avtalu millum fýra flokkar
fyri bert nakrar fáar mánaðir
seinni at bróta hana? Hví
øll hendan spjaðingin og
syndringin, tá tað er savning
av føroyingum, vit hava brúk
fyri?
Syndring ella
sjálvbjargni?
Landsbankamálið lýsir eisini
væl, hvussu summi royna at
stríðast fyri føroyskum sjálv-
bjargni, meðan onnur halda
hánt um hesa stremban.
Eg sat sjálvur í løgtingin
um, tá Landsbankin fór at
virka, og eg sæt eisini í fyrstu
nevnd bankans. Umframt
at átaka sær uppgávuna at
umsita føroyska peninga
renslið og almennu láns
røktina – eina uppgávu, sum
føroysku bankarnir tá slett
ikki megnaðu – skuldi Lands
bankin hava tað siktið at
verða til reiðar at taka fulla
ábyrgd av tí arbeiði í Før
oyum, sum danski tjóðbankin
hevði ábyrgdina av.
Sambandsflokkurin hevur
alla tíðina verið ímóti føroyska
landsbankavirkseminum.
Men at Fólkaflokkurin, sum
var við til at stovna Lands
bankan, nú er eins íðin og
Sambandsflokkurin at taka
hann av aftur, man undra
fleiri, sum standa flokkinum
nær. Eg má tó viðganga, at
hetta ikki longur undrar
meg.
Eisini á sjálvbjargnisøki
num er landsbankamálið
bara ein liður í eini røð av
undirgravandi stigum, sum
hendan samgongan hevur
latið eyðkenna farna árið.
Eitt nú er tað sera ør
kymlandi, at løgmaður – við
Fólkafloksins
vælsignilisi
- niðurlagar okkara framm
anundan veiku uttanríkis
tænastu. Ongantíð fyrr hava
vit havt so nógv brúk fyri at
styrkja hana og at menna
teir førleikar, sum m.a. skulu
til fyri at vinna okkum størri
rættindi mótvegis øðrum
tjóðum og at fáa javnvág í tær
fiskivinnu- og handilavtalur,
sum Føroyar hava við onnur
lond. Í staðin fyri at stovna
eitt professionelt samráð
ingartoymi steingir løgmaður
sendistovuna í London.
Tað er eisini ørkymlandi,
at
fiskifrøðin
og
onnur
serfrøði, sum skal útvega
prógvini fyri fiskirættindum
okkara, ikki fær ta fíggjarligu
orku, sum skal til fyri at
røkja verju føroyinga móti
ágangi frá Noregi og ES. Vit
tosa í hesum sambandi um
hundratals milliónir krónur
í árligum samfelagsvirðum,
og tær nýtist ikki vera fongd
ur við ónormalt stórari tjóð
skaparkenslu fyri at kenna
teg vónsviknan og provoker
aðan.
Fredericia ella
Føroyar?
Í roynd og veru hevur Astrup
jú rætt. Føroyar eru ikki
størri enn ein lítil danskur
provinsbýur. Fólkatalið er
at kalla júst tað sama sum
í Fredericia kommunu. Har
hava tey jú ongan lands
banka, so hví skulu vit hava
tað? Lat okkum bara steingja
hann.
Hví skulu vit hava egnar
fjølmiðlar? Ella hægri lesn
að. Ella fyri tann skuld egið
mál
og
mentan?
Hevur
Fredericia sítt egna mál?
Hví skulu vit hava egið løg
ting og landsstýri, vit sum
ikki eru fleiri, enn tey eru í
Fredericia? Har hava tey væl
saktans heldur ikki bæði ting
og stjórn?
Skulu vit hava alt hetta
koyrandi av berum óratio
nellum tjóðskaparkenslum?
Alt hetta, sum jú longu finst
í Danmark? Hví ikki bara
hugsa rationelt og brúka tað,
sum tey hava har? Hví skal
nakar munur vera á einum
føroyingi og Astrup?
---
Politiska niðurlagingin av
okkara samleika, savning og
sjálvbjargni má ikki sleppa at
halda fram, men má steðga.
Vit røkka ongum málum
við bert at hugsa rationelt,
logiskt og sjálvsøkið. Utt
an kenslur, trúgv, álit og
áræði koma vit ongan veg.
Øll,
sum
hava
ávirkan,
mugu minnast til hetta.
Allir stovnar, serfrøðingar,
fíggjarfólk, øll sum sita fyri
føroyska tilfeinginum, øll
vinnulívsfólk, øll sum veita
almennar tænastur, øll mál-
og mentafólk og ikki minst
politiska skipanin og tey, sum
hava ábyrgd av miðlunum.
Vit
føroyingar
teljast
millum tey, sum lutfalsliga
eiga størsta tilfeingið fyri
hvønn íbúgva og tí hava
fingið bestu lívskor í boði.
Men í alheimshøpi eru vit
fá og viðbrekin. Bara við
samanhaldi og ábyrgd fyri
hvørjum øðrum tryggja vit
framhaldandi lív og vøkstur
á hesum landinum. Vit mugu
tí verja borg, og tað gerst
ikki, uttan at vit støðugt
hava
tjóðskaparkensluna
og tjóðskaparliga samleikan
við okkum. Eisini tá vit við
gera
nakað
so
rationelt
og teknokratiskt sum ein
landsbanka.
Ongin er minni enn hann
ger seg sjálvan. Nýhugsan og
dirvi eiga vit. Framsókn fer
í komandi ári at leggja sína
politisku orku og ávirkan
saman við teirra, sum vilja
menning og framburð í teirri
sannføring, at vilja vit, so
røkka vit.
Gott nýggjár.
Poul
Michelsen
formaður í Framsókn