fríggjadagur 4. januar 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 1 · 4. januar 2013
4
VIKUSKIFTI
Samrøða
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
– Eg og Kevin trúgva bæði, at skulu
børn fáa áhuga í ítrótti, so mugu tey
eisini fáa møguleika at royna ymsar
greinar, fyri at finna okkurt, sum tey
sjálvi dáma og eru góð til.
Soleiðis sigur Camilla Collins, sum
upprunaliga æt Poulsen og er fødd og
uppvaksin í Nólsoy.
Hon fór til Havnar at ganga í skúla
og síðani víðari til Onglands at læra.
Har hitti hon Kevin Collins, og tey eru
nú gift, eiga trý børn og búgva í lítla
býnum, Bicester nær við Oxford.
Lítli býurin Bicester hevur kortini
um 45.000 íbúgvar, so tað er hóast alt
fram ímóti fólkatalinum í Føroyum.
Um hví børnini júst valdu karate,
sigur Camilla soleiðis.
– Tað kom ein plakat upp at hanga
um tilboð at venja karate, og tað hildu
bæði maðurin og eg var eitt gott hug
skot hjá børnunum at royna. Tað skapar
sjálvsálit, samstundis, sum tú lærir at
verja teg, so tá Kai var um fimm ára
aldur fóru vit við honum, sigur Camilla
Collins.
Og Kai dámdi hetta so væl, at hann
tann dag í dag framvegis er íðin íðkari
av karate.
– Eg venji tveir dagar um vikuna,
týsdag og hósdag. Týsdagar er tað
ein tími ella so, men hósdag brúki eg
mest sum allan seinnapartin, sigur Kai
Collins, sum fyllir 14 ár 16. januar.
Hann er nú so framkomin, at hann
hjálpir til at venja yngru liðini, so hann
byrjar venjing klokkan 16 og er ikki
liðugur, fyrr enn klokkan er farin av
19.15.
Nummar 8 í heiminum
Sum nevnt gjørdist Kai Collins beinan
vegin bitin av karate, men eins og hini
børnini eftir honum, vandi Kai bæði
svimjing og fótbólt, umframt karate.
– Men tá hann gjørdist 7-8 ár, gjørd
ist tað so krevjandi, at tað var neyðugt
hjá honum at velja, og hóast honum
dámdi væl, bæði svimjing og fótbólt, so
var tað karateítróttin, hann valdi, sigur
Camilla Collins.
Og sigast má, at tað hevur gingið
væl hjá unga, hálva føroyinginum.
– Tað finnast 11 stig innan karate,
tey sonevndu beltini, og tað er umleið
eitt ár síðan, at eg fekk tað svarta
beltið, sum er tað besta tú kanst náa.
Men sjálvandi verður munur á, eisini
hjá teimum, sum hava svarta beltið í
karate, sigur Kai Collins.
Og at tað gongur væl hjá unga
dreinginum prógvar hansara luttøka á
enska landsliðnum, har hann eisini var
við til HM í karate í Serbia í fjør.
– Har vóru 40 luttakarar, og harav
megnaði hann at gerast nummar átta,
sigur Camilla Collins.
Men eisini í aðrar mátar gekst væl
hjá karatedreinginum í fjør.
– Eg vann eina enska gullmedalju,
og so vóru vit eina ferð í Írlandi, og
har eydnaðist mær at vinna tvey gull
heiðursmerki, sigur Kai Collins.
Umframt at venja fast tvær ferðir
um vikuna, so økist venjingin munandi
upp undir kappingar.
– Tá venji eg hvønn dag, og umframt
Føroyska Camilla Poulsen giftist enskum manni úr Oxford, og nú búgva
tey í Bicester. Báðir synirnir eru longu av meta sum ítróttaúrmælingar
og yngra systurin er væl á veg. Kai er á enska karate landsliðnum,
meðan Jake hevur lærlingasáttmála við Oxford United
ítrótta
úrmælingar
í Onglandi
Føroyskir
mynd: leo poulsen
Føroyska Camilla saman við børnunum, sum øll eru á veg at gerast
ítróttaúrmælingar í Onglandi. Frá vinstru Kai, Mya og Jake Collins