fríggjadagur 4. januar 2013síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 1 · 4. januar 2013
5
VIKUSKIFTI
mynd: privat
tað, so hittast vit á enska landsliðnum
einar 4-5 ferðir um árið til venjingar
legur, sigur Kai Collins.
Í somu sporum
Eins og elsta systkini, byrjaði eisini Jake
at venja ítrótt tíðliga.
– Tað vóru tær somu tríggjar ítrótta
greinirnar sum Kai vandi, sigur Camilla
Collins.
Men í mun til eldra bróðurin, hevði
Jake ikki so gott tol við øllum teimum
venjingum, sum karateótróttin kravdi.
Honum dámdi betur at renna runt
og serliga dámdi honum fótbóltin, ið
samantvinnaði frælsið á vøllinum og
liðspælið.
– Tað kom so eisini tann tíð, tá Jake
mátti velja, hvat hann vildi. Og so var
tað ítróttalærarin í skúlanum, ið mældi
til, at vit fóru á ein innbjóðingardag hjá
Oxford United, sigur Camilla Collins.
Nakrar ferðir um árið bjóðar fótbólts
felagið, Oxford United, smádreingjum
í økinum til ein dag, har tey sleppa at
visa síni evni. Vísir so onkur serliga góð
evni kann tað enda við, at viðkomandi
verður bjóðaður at venja við einum
úrvalsliði hjá felagnum.
– Vit fóru so til hendan dagin, og
tað vísti seg, at felagið fegið vildi hava
Jake at koma at venja við teimum, sigur
Camilla Collins.
Hetta var fyri góðum trimum árum
síðani, tá Jake var 7 ára gamal.
– Hann vandi so við felagnum í eitt
hálvt ár, og tá fekk hann so ein lær
lingasáttmála, sigur Camilla Collins.
Avmarkaður hópur
Tað er ikki loyvt at skriva sáttmála við
ein so ungan drong, og tí er tað rættiliga
avmarkað, hvørjir fyrimunir eru við
einum slíkum lærlingasáttmála.
– Felagið lovar, at tað skal ikki
ganga út yvir skúlagongdina, og so
fær Jake sjálvandi fólbóltsklæðir frá
felagnum. Eisini fær hann árskort til
heimadystirnar hjá besta liðnum hjá
felagnum, og teir hitta eisini viðhvørt
spælararnar, sigur Camilla Collins.
Hinvegin verða eisini treytir lagdar
á ungu leikararnar.
– Teir mugu ikki spæla fótbólt við
nøkrum øðrum, og ikki íðka aðrar
ítróttagreinir, og teir hava møtiskyldu til
venjingarnar, sigur Camilla Collins.
At byrja við vandu teir tveir dagar
um vikuna, men tað er nú økt upp í
tríggjar dagar.
– Teir venja mánadag, týsdag og
hósdag frá 16 til 19, og spæla so dyst
sunnudag. Og møta teir ikki til venjing
ein dag, sleppa teir ikki at spæla við
fylgjandi sunnudagin, sigur Camilla
Collins.
Venjingin økist stigvíst, og verður
Jake verandi í skránni, verður venjingin
økt við einum degi aftrat.
– Tað er jú soleiðis, at tað verða bert
heilt fáir nýggir dreingir upptiknir í
venjingarskránna, og tá ein nýggjur
kemur inn, merkir tað, at onkur má
víkja plássið fyri honum. Nú hevur
Jake so verið við í skjótt fýra ár, sigur
Camilla Collins.
Talan er um ein hóp á 14 dreingir, og
teir verða royndir á øllum økjum.
– Ja, eg spæli á øllum plássum á
liðnum, eisini sum málverji. Men mær
dámar best at spæla á høgra vongi,
sigur Jake Collins.
Fyllir nógv
At íðka so nógvan ítrótt fyllir nógv hjá
børnunum, men tað ávirkar so sann
iliga eisini gerandisdagin hjá Camillu
og Kevin.
– Kevin má leggja sítt arbeiði til
rættis, so hann kann koyra børnini til
teirra venjingar. Jake gongur til dømis
í skúla til 15.15, og venjingardagarnar
klárar hann bara heim at skifta, so má
hann avstað aftur til venjing. So tað er
ikki nógv tíð til annað, tá skúlatingini
eisini skulu passast, sigur Camilla
Collins.
Tað er til tíðir so strævið, at verður
ein dystur avlýstur ein sunnudag, kem
ur tað sum ein vælkomin fríløta.
– Mya, yngsta barnið, hevur vant
allar tær somum ítróttagreinirnar, sum
dreingirnir, og hon venur framvegis
karate og svimjing. Og nú sum átta
ára gomul er hon á sama støði, sum
Kai var á hennara aldri, sigur Camilla
Collins.
Tað er tí alt, ið bendir á, at eisini triði
spírin á stammuni gongur í fótaspor
unum hjá eldru brøðrunum, og tíðin
kemur eisini skjótt, at Mya verður noydd
at velja millum svimjing og karate.
– Nú er Kai so eisini byrjaður at
venja Jiu Jitsu og Cage Fighting, men eg
veit ikki, hvussu tað verður við seinni
nevnda, sigur Camilla Collins.
Ikki nøkrum at siga, at tá børnini
øll brúka so nógva tíð upp á sín ítrótt,
so brúka foreldrini ikki minni, hvørki
tíð ella pengar.
- Men tað gera vit fegin, tí vit stuðla
fult og heilt okkara børnum at finna
sjálvsálit, sjálvsvirðing og góða heilsu,
sigur Camilla Collins.
Kai Collins gjørdist nummar 8 til HM í karate í Serbia í farna ári
10 ára gamli Jake Collins (í gulum búna) spælir undir
lærlingasáttmála á fjóðra ári við Oxford United