fríggjadagur 4. januar 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 1 · 4. januar 2013
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ innu
inna@sosialurin.fo
EG LOVI AT EG SKAL ...
Tá klokkan slær 12 gamlaárskvøld eru nógv lyfti um eitt betri, klænri,
ríkari og sunnari lív givin. Lyfti, sum ikki altíð eru løtt at halda, men
vit á Vikuskiftinum hava kanna, hvussu vit klára at halda lyftini
Soleiðis heldur tú
nýggjárslyftini
At broyta lívið eftir einari nátt er lættari
sagt enn gjørt. Richard Wiseman, sum er
professari í sálarfrøði, hevur kanna okkara
nýggjárslyfti, og hann er komin fram til,
at einans 12 prosent megna at halda
lyftini. Menn eru eitt sindur dugnaligari
enn kvinnur, og tey, sum skriva lyftini niður,
halda tey eisini eitt sindur betri enn onnur.
Kvinnur, sum fortelja fyri vinum og
familju, at tær hava eitt nýggjárslyfti hava
størri møguleika fyri at halda lyftini.
Her eru nøkur av teimum vanligastu
lyftinum og ráð, so at tú veruligani
kemur á mál við tínum lyftum.
...gevast at eta bomm
Soleiðis klárar tú tað: Hetta lyftið
er eisini ein klassikari. At halda
seg burturi frá sukri er eitt tað
torførasta, sum er. Men eftir jólini
hevur tú gott av einum »bomm-
detox«. Et nøtir, frukt og ber ístaðin.
Lightvarianturin: Et bomm
av og á, men lat tað kosta
og keyp myrka sjokulátu.
...gevast at roykja
Soleiðis klárar tú tað: Til lukku við tí
góða hugskotinum. Tað er ymiskt frá
persóni til persón, hvussu fólk best
leggja av at roykja, so vel tína loysn.
Finn tær hjálp á Apotekinum, netinum,
Facebook-bólkum og øðrum. Um tað
miseydnast, gev ikki upp – royn umaftur.
Lightvarianturin: Er tað ov tungt at gevast
heilt, royn og trappa niður spakuliga. Legg
til dømis ein lepa í sigarettpakkan, har
tú skrivar »Vil tú veruligani roykja?« og
gevst við sigarettini, sum tú ikki mungar,
men bara roykjur, tí øll onnur gera tað tá.
...at eta sunnari
Soleiðis klárar tú tað: Ger tað stuttligt at eta, royn nýggjar matrættir, keyp
eina nýggja kókibók, okkurt nýtt tól til køkin og royn teg fram. At eta sunt
handlar eisini um at tú lærir hvat júst tín kroppur hevur tað gott av.
Lightvarianturin: Merkir í hesum førinum IKKI, at tú skal eta »light-vørur«.
At eta eina pizza ella køku viðhvørt hoyrir til. Skift hvítt mjøl út við fullkorns
mjøl, et meira frukt og grønmeti, og halt teg sum longst burtur frá fastfood.
...at gerast djarvari
Soleiðis klárar tú tað: Byrja við at skriva tað niður, sum tú vil, men ikki torir at gera. Tað
kann vera at ringja til flotta fýrin í Effo, flyta til Australia, siga teg úr starvi ella okkurt heilt
annað. Hugsa síðani um, hvat tað er, sum ger at tú ikki torir hetta. Ert tú bangin fyri, at tú
kiksar, blívur avvíst... tá tú so hevur málað tað versta, sum kann henda, á veggin, spyr so teg
sjálva, er tað veruligani so vandamikið? Líkamikið, hvat hendir, lærir tú heilt víst okkurt.
Lightvarianturin: Kanska er hetta ikki árið, har tú flytir til Australia ella teknar teg til X Factor.
Far heldur varligari fram og lova tær sjálvum at gera okkurt djarvt hvørja viku. Tað kann vera at
heilsa uppá grannan, lata teg í hatt, ella fara á skeið, har tú ikki kennir nakran frammanundan.
...byrja at venja
tríggjar ferðir um vikuna
Soleiðis klárar tú tað: Ein sera góð ætlan,
sum heilt víst gevur úrslit og betrar um
heilsuna hjá tær. Men ansa eftir,
at hetta ikki ger lív títt meira
stressut, tí tá er ongin vinningur.
Vel venjing, sum tær dámar
og sum gevur jaliga orku.
Lightvarianturin: Tað er ikki lætt at
finna tíð at venja tríggjar ferðir um
vikuna, og er tað ógjørligt, spáka so
til arbeiðis ella tak trappurnar
í staðin fyri lyftina.