Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-04, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2013síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 1 · 4. januar 2013 7 VIKUSKIFTI Starv? Sniðgevi og myndakvinna. Hvat er tað besta við starvinum? Tað, at skapa. Hvat ger teg í góðum lag? Mín deiliga familja, og fittu vinfólk. Tað, at skapa okkurt feitt ger meg eisini í góðum lag. Tá eg veit at eg havi gjørt okkurt gott. A ella B-menniskja? Absolutt B! Hvørjar ítróttar­ greinar dámar tær og hví? Dans og dart. Tí bæði tvey eru nógv for stuttlig! Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Sovornum góðum tónleiki sum veruligani rørir, og sum hevur nakað uppá hjartað. Góður dansitónleikur er heldur ikki at forsmáa. Hvat er besta lag, sum er gjørt? Sigur Rós – Svo Hljótt er mítt absolutt yndis. Men sum heilt framúr góð løg mugu Edelweiss hjá Rasmussi Rasmussen, M83 – Lower Your Eyelids To See The Sun Die, U2 – Where The Streets Have No Name, Sebastian Lind – Woods, og summarið á Four Seasons hjá Vivaldi eisini nevnast. Hvussu eru tínir matvanar? Mmm … Mandlur, mandarinir og alt við máta. Hvør er tín fyrimynd? Omma. Og mamma. Hvat gert tú í frítíðini? Alt møguligt! Men tað hevur ofta okkurt við vinfólk og tónleik at gera. Eg elski at skapa, so tá eg kenni meg kreativa fari eg út við myndatólinum ella seti meg við klaverið. Bindiklubbar, og at dansa í Vælveru. Eitt tað besta eg veit, er at hittast við vinkunum til eitt gott prát og chai. Hvat dámar tær at ferðast í egnum landi? Elski tað! Og átti heilt víst at gjørt tað oftari. Hvør er tín lívrættur? Ræstur fiskur. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum? Grey's Anatomy, Paradise Hotel og góðum filmum. Hvør bók liggur á náttborðinum? »Hugs, Daily Inspiration For Women« og »How To Be Good« hjá Nick Hornby. Hvørja viku verða fólk biðin um at koma í Útvarpið at siga Føroya fólki og øllum øðrum, sum tað vilja vita, hvørjar teirra tríggjar yndisappir ella tríggir yndisappar eru. Ir ella ar, veit ikki kynið á hesum hesum nýggja undri, sum skjótt, longu í ár, noyðist at víkja fyri onkrum størri undri. Eg eri ikki biðin um at koma. Havi heldur ongan varða laðað. Tíbetur, sigi eg bara, eri eg ikki spurdur um yndisappir/ar. Tí eg hevði ikki kunnað svarað. Eg veit rætt og slætt ikki, hvat ein app ella appur er. Eri tó framvegis á lívi, tó eg havi skilt ella misskilt, at illa ber til at liva uttan hesa snildu tøkni. Kanska er okkum ignorantum lív lagað kortini, hóast vit onga/n app hava, og so als ongan yndis, hvat tá tríggjar. Eg eri nakað seinførur og dølskur, tá nýggja tøknin kallar. Eg tori illa at avdúka, geri tað kortini, at eg havi eina gamla Nokia fartelefon, ja,ja, fartelefon, og hon hevur einki tal afturat Nokia, so ótrendy er hon. Eg dugi at ringja við henni og svara, tá eg tími tað. Dugi at lesa SMS-boð, men ikki at svara ella senda. Dugi mín sann eisini at fáa hana at vekja meg, tá eg ikki havi eina vekjaraklokku hjá mær. Har er longu nógv, sum eg dugi at fáa burtur úr henni. Hon dugur tó nógv meira, haldi eg. Og so hevur hon lummalykt við bláum jólaljósi. Men hana dugi eg ikki at tendra. Skuldi brúka hana í heyst, tá eg var á ferð niðan á Sinaifjallið at síggja sólina rísa og syngja tjóð­sangin. Vit skuldu leggja á fjallið á miðjari nátt, klokkan tvey. Bøla­ myrkt, eingin gøtulykt, illgongt og alla tíðina vandi fyri at verða jarð­lagdur av kamelum. Í bussinum gjøgnum egyptisku oyðimørkini royndi eg so at fáa Nokia at lýsa. Tað lukkaðist endiliga. Men tá hevði eg longu keypt eina vanliga lummalykt fyri ein amerikanskan dollara. Eg fekk telefonina at lýsa. Men tað var tó av tilvild. Tí kann eg ikki siga uttan at lúgva, at eg dugi at fáa hana at lýsa. Og eg dugi so sjálvandi heldur ikki at sløkkja lyktina. Hon lýsir nú blátt, hvørja ferð, eg brúki telefonina. Vit, sum eru í miðøldini, ikki bara tí, at vit búgva í Føroyum, men eisini í tøkniligu miðøldini, hava tó onkrar fyrimunir. Nógv gistingarhús hava eina (vanliga) teldu til gestirnar at brúka ókeypis. Hana eiga vit nú fyri okkum sjálvi, vit sum ikki hava telduna uppi á okkum, nei, ikki uppi á okkum, men í hondini dag og nátt. Eingin teirra, sum eru dag­ førd hvønn dag, fara at brúka ein slíkan fornlut, sum hotellini bjóða ókeypis. Fyri ikki so nógvum árum síð­ ani noyddist tú altið at bíða eftir at sleppa fram at gestatelduni. Ella fara upp um náttina, men tað hugskotið høvdu onnur eisini. So tað ráddi um at gera skjótt av, tá heiti teldustólurin endiliga gjørdist tín. Tí eftir fimm ella seks www stóð onkur aftan fyri og spurdi, um tað »is going to take long time from now«. Spyrt tú fólk, sum eru hálv­ trýss minus, hvat postfax var, vita tey ikki. So skjótt broytist tøknin. Í ár fer at bera til at fáa teldilin skurð­ ísettan í aðra hondina. So er hann har altíð, ikki við hondina, men í hondini. Eg fáa kanska mína gomlu Nokia við mær í grøvina, tá tann dagurin kemur. So kann hon lýsa fyri mær har niðri, tí har er myrkt, er mær sagt. Nýggjárslyfti? Tað havi eg longu gloymt, so tað hevur neyvan verið nakað stórt. Eingin varði. Nýggjársynski aftur í ár: at øll religión verður treytaleyst bann­ að í øllum londum og í alheim­ inum. Applaus fyri tí og ongum øðrum. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Ditte M. Joensen lagt til rættis: Rannvá Gaard Fossaberg Elski at dansa og spæla dart Kreativi sniðgevin og myndakvinnan Ditte M. Joensen dámar best at brúka frítíðina saman við vinfólki, framman fyri klaverinum ella úti í náttúruni við myndatólinum. Og so elskar hon at dansa, spæla dart og at ferðast ymsastaðni í Føroyum Applaus einhent