Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-04, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2013síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 1 · 4. januar 2013 8 VIKUSKIFTI lagt til rættis: Eyðun Klakstein, Rannvá Gaard Fossaberg og Randi Jacobsen Hvussu verður Fyrstu dagarnir av nýggjum ári eru farnir. Vit skriva 2013, og nýtt ár við nýggjum avbjóðingum bíðar fyri framman. Vit hava spurt nøkur fólk, hvussu tey meta um útlitini fyri 2013 – Árið 2013 er tað næsta árið hjá hesi samgonguni, og tað tykist, sum nógvir av sjógvunum hava lagt seg. Lítið bendir á, at samgongan ikki fer at halda. – Vit hava í fjør sæð, at eitt nú Miðflokkurin – og serliga formaðurin – hava hótt við at slíta. Hetta hevur tó ikki nervað sterku menninar í samgongu við Jørgen Niclasen, fólkafloksformanni, á odda. – Jenis av Rana hevur uppbrúkt sínar hóttanir, so um hann hóttir aftur, so verður tað valla tikið fyri fult. Hvørki av sterku monnunum í samgonguni, heldur ikki av floksfeløgunum hans­ ara, sum trívast væl í samgonguni – og als ikki av Føroya fólki. – Ávísir spenningar hava verið um tingsessin hjá Sjálvstýrisflokkinum, nú Jógvan Skorheim gjørdist borgarstjóri í Klaksvík. Men hann hevur tikið støðu, hevur boðað frá, at hann fer úr ting­inum, og at Kristianna Winther Poulsen tekur sætið. – Hon hevur longu boðað frá, at hon fylgir politikkinum hjá sam­gonuni, so í so máta er samgongan inn­takt, hóast sjónarmið, sum Kristianna Winther Poulsen er kend fyri, ikki tykast sampakka so væl við ultra borgarliga politikkin hjá sam­gong­uni. Men tá hon longu hevur svorið samgonguni trygdareið, so eru eingin tekin um politiskt kós­skifti hjá Sjálvstýrisflokkinum. – Sambandsflokkurin og Fólka­flokkurin eru inntaktir. Har eru eingir spenningar, leiðararnir hava fulla upp­ bakking, eingin er, sum mutar ímóti, og politikkurin hjá lands­stýr­inum glíður bara ígjøgnum floksskipanirnar hjá hesum báðu flokk­ unum uttan viðmerkingar. – Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava ongan kjans í politisku skipanini. Teirra politikkur rínur ikki við hjá samgonguni. Løgtingið koyrir í tveimum bólkum. And­støðan talar sum fyri deyvum oyrum í løgtinginum, sum mest er eitt av­greiðslu­kantór hjá landsstýrinum. – Eingi politisk val eru næsta ár. Leingi er til næsta løgtingsval. Tey stóru politisku málini eru av­ greidd – og einki mál kann longur yvirraska ella taka fjøldini á bóli. – Næsta stóra stríðsmálið verður fiskivinnulóggávan, har stór ósemja er millum samgongu og andstøðu. Men her verður helst sum við flatskattinum og skattingini av pensjónunum, at politikkurin hjá landsstýrinum bara verður avgreiddur gjøgnum politisku skipanina í løgtinginum, uttan at samgongufólk luttaka nakað serligt í orða­skiftinum – og har sjónarmiðini hjá andstøðuni valla hava ávirkan. – So alt í alt kunnu vit vænta okkum eitt friðarligt politiskt ár, har stórar ósemjur verða millum samgongu og andstøðu – sum tó ikki ávirka rikna politikkin. – 2013 verður helst sum undanfarin ár avbjóðandi fyri fleiri vinnugreinir. Útlitini eru torfør at meta um, m.a. orsaka av, at fíggjar-og búskaparkreppa framvegis er í stórum pørtum av Evropa, eisini í londum, sum føroyingar vanliga útflyta til. - Gongdin í byggivinnu og tænastuvinnu er tengt at, um tað eydnast landinum at fáa aktivera nógvu milliónirnar til byggiverkætlanir, sum skuldi verið farið í gongd, men sum ikki eru nýttar. Somuleiðis eru útlitini tengd at, um fólk flest hava álit á búskapinum og tískil fara undir at brúka pening aftur og soleiðis stimbra innlendis eftirspurningin eftir vørum og tænastum. - Fyri summar vinnugreinar, serliga innan handverksvinnunar atgongd til arbeiðsmegi ein stór avbjóðing og verður tað neyðugt at betri atgongd fæst til arbeiðsmegi aðrastaðni frá. Tað er sera týdningarmikið, at vinnan hevur atgongd til arbeiðsmegi fyri at forvinna pening, soleiðis at fyritøkurnar kunnu menna seg og skapa enn tryggari arbeiðspláss. - Tað er ein eisini ein avbjóðing, at fólkatalið í Føroyum ikki veksur. Tað er tí alneyðugt, at vit øll samstarva um hetta mál og í felag fremja nøkur átøk fyri at fáa vent gongdini. Í hesum sambandi hevur tað stóran týdning at meira verður gjørt við at knýta samband millum føroyskt vinnulív og okkara børn, sum eru burtur í lestrarørindum, soleiðis at allir møguleikarnir í føroyskum vinnulívi gerast sjónligir fyri føroysk lesandi – til gagns fyri vinnulívið, lesandi og samfelagið sum heild. - Arbeiðsloysið er minkað seinasta árið. Somuleiðis er bilasølan vaksin við eini 28 prosent í 2012 í mun til 2011. Tað er tekin um, at tað gongur betri búskaparliga. Fyri fiski- og framleiðsluvinnuna eru útlitini á leið tey somu sum undanfarna ár, meðan útlitini í byggivinnuni er í stóran mun tengd at, um tann peningur, ið settur er av til íløgur verður nýttur. Tænastuvinnan er tódnað nógv seinastu árini og hevur havt tað torført. Eg vóni tó, at eftirspurningurin í 2013 veksur og fíggjarligu úrslitini í hesum partinum av vinnuni betrast. - Alivinnan hevur gingið sera væl seinastu árini, og væntandi verður 2013 enn eitt ár har vinnugreinin klárar seg væl. Vónandi verður heilsustøðan hjá alifiski framhaldandi góð í 2013. Væntað var , at prísurin fór at lækka í 2012, men tað vísti seg, at prísurin hevur hildið seg á einum rímiligum støði hóast útboðið øktist við umleið 20 prosentum. Tað eru góðar vónir um, at prísurin fer at halda seg væl í 2013. - Ferðavinnan hevur havt viðgongd seinasta árið og roknað verður við, at gongdin heldur fram í 2013 - Fiskiskapurin eftir botnfiski undir Føroyum hevur ikki verið góður seinni árini og eg vænti ikki, at 2013 verður nógv betri. Fleiri fiskastovnarnir eru illa fyri og hevur fiskiskapurin tí verið vánaligur. Avkastið frá hevur tí verið ov lítið til at geva eitt nøktandi fíggjarlig úrslit. Tí kunnu vit vænta framhaldandi mótbrekku fyri heimaflotan í 2013. Samgongan fær frítt spæl Stór avbjóðing at fólkatalið ikki veksur Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum Marita Rasmussen Stjóri í Vinnu- húsinum