Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-04, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2013síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 1 · 4. januar 2013 9 VIKUSKIFTI – Sum heild eru útlitini fyri ferðavinnuna fyri nýggja árið bjørt, nú fortreytirnar hjá vinnuni eru nógv batnaðar seinastu tíðina. – Ferðavinnan fegnast sjálvandi almikið um tvífaldaðu játtanina til Ferðaráðið, sum kemur at vera ein katalysator fyri framtíðar vøkstri í vinnuni. Lækkaða ferðaavgjaldið er eisini eitt greitt tekin frá okkara politisku skipan um raðfesting av Føroyum sum ferðamáli. Nýggj strategi er gjørd fyri ferðavinnuna og verður løgd fram í 2013, eins og arbeiðið við at gera eitt nýtt brand fyri Føroyar sum ferðamál er sett í gongd. Økta játtanin saman við eini betri sam­ skipan av marknaðarføringini fara at gera Føroyar meira sjónligar á okkara marknaðum, hetta er ein fortreyt fyri at fáa fleiri ferðafólk til landið. – Longdi flogvøllurin er eitt stórt framstig, sum letur upp fyri nýggjum ferðamálum. Atlants­ flog fer m.a. í 2013 at flúgva beinleiðis til Barcelona og Milano, og tað skapar nýggjar møguleikar fyri ferðafólkum úr hesum økjum. – Ferðaráðið og Hagstovan hava gjørt samstarv um at fáa til vega ferðavinnuhagtøl. Gistingarhagtøl saman við ferðafólkakanningum fara at geva okkum neyðuga vitan um ferðafólkini og teirra ferða­mynstur. Hetta kann brúkast beinleiðis í marknaðar­føringini av Føroyum sum ferðamáli. – Vit skulu arbeiða miðvíst við at bjóða Føroyar fram sum ráðstevnuland. Nógva og góða umrøðan av okkara fantastisku rávørum og matstøðum skapa eisini nýggjar møguleikar fyri at selja Føroyar til ávísar málbólkar. Onnur dømi eru serliga náttúruupplivingar, G! Festivalurin, mentunarupplivingar osv. – Tað er ongin ivi, um at Føroyar hava stórar møguleikar sum ferðafólkaland, og vit uppliva, at áhugin fyri Føroyum sum ferðamál er vaksandi. Hetta sæst m.a. aftur í fyrispurningum frá útlendskum fjøl­miðlum, sum ynskja at koma til Føroyar at skriva um okkara land. Sum dømi kann nevnast, at norska blaðið VG í vikuni viðmælti Føroyar sum eitt av 10 ferða­málum, sum fólk mugu uppliva í 2013. – Yvirskipað kann sigast, at vinnan bjartskygd og fyri fyrstu ferð í nógv ár tykist tað, sum at møguleikarnir eru fleiri enn forðingarnar. – Tað mundi koma óvart á flestu føroyingar, tá Statoil seint í farna ári boðaði frá, at tað hevði steðgað boringini á Brugduni 2 leitimiðinum og útsett hana til 2013. Helst hava vónirnar til henda áttanda brunnin á landgrunninum verið stórar, nú tvey av heimsins stóru olju­ feløgum høvdu spent bogan høgt og lagt meira enn eina milliard krónur í verkætlanina. Føroyingar munnu sanna, at oljuleiting krev­ur tíð og tol. Royndirnar aðrastaðni siga okk­um, at 8 ella rættari 7,5 brunnar eru at meta sum ein dropi í havinum. – Vit kunnu í hvussu er fegnast um, at 8. brunnurin er ikki liðugt boraður. Avgjørt varð at steðga boringini vegna tøkniligar trupulleikar og vána veðurlíkindi og heldur leggja til brots aftur í 2013. Um ikki feløgini høvdu góðar vónir at koma víðari og sóu fyri positiv úrslit fyri sær, so høvdu tey neyvan gjørt av at fara í gongd aftur og brúka hundraðtals milliónir aftrat. – Tað er tí síðsti parturin av Brugduni 2 boringini, sum stendur ovast á dagskránni í 2013, tá tosað verður um oljuframtíð okkara. Verkætlanin fer at kosta millum eina og tvær milliardir kr., tá avtornar og er harvið størsta íløga í Føroya søgu. Ein íløga, sum fyrst og fremst hevur týdning fyri royndirnar at finna olju og gass í rakstrarverdum nøgdum, men sum í øðrum lagi hevur alstóran týdning fyri virk­ semið í landinum og sum inntøka til landskassan. – Men oljuárið 2013 snýr seg eisini um annað enn Brugduna. Stutt fyri nýggjár boðaði Jarðfeingi frá, at tað hevði móttikið umsókn um loyvi til at leita eftir og framleiða kolvetni. Hetta er fyrsta umsókn, ið er móttikin, síðani møguligt varð at søkja um loyvi uttan at hava útbjóðingarumfar frammanundan. Tað áhugaverda við hesi umsókn er, at hon er eitt tekin um, at vónirnar til at gera olju- og gassfund í føroysku undirgrundini eru livandi eisini í økjum, har borað er áður. Økið, sum nú verður søkt um, liggur í tí sonevnda »Gullhorninum«, har teir fyrstu brunnarnir á landgrunninum vórðu boraðir fyrst í hesi øldini. – 2013 er eisini áhugavert í øðrum høpi, tá vit síggja burtur frá Brugduni og Marjuni. Tað eru øll hini loyvini, sum eru latin seinastu árini, og har komið er hartil, at loyvini eru við at ganga út, og feløgini tí skulu gera av, um tey vilja halda fram við eitt nú at bora ella tey biðja um útseting ella heilt ynskja at gevast og lata loyvi innaftur. Í Føroyum eru í dag tilsamans 8 leitiloyvi. – At kanningarúrslitini í fleiri av loyvunum, har Statoil er fyri­støðu­felag, eru áhugaverd, kundi tann sannroynd, at heimsins størsta oljufelag, ExxonMobil er vorðið partnari í ikki færri enn trimum av fýra av loyvunum, bent á. – Samanumtikið ber til at siga, at 2013 verður eitt bæði spennandi og áhugavert oljuár, har okkurt gjøgnumbrotið eisini kann henda. Tað hava verið bakkøst hesi góðu 10 árið leitað hevur verið, men tað hava eisini verið gjørd framstig, sum eru tey vit skulu byggja víðari á. – Týdningurin, at hava fingið heimsins størsta olju­ felag við í helvtina av øllum leitiloyvunum á land­grunn­ inum, skal á ongan hátt undirmetast. Tvørturímóti sigur hetta okkum, at trúgvin uppá at gera stór olju- og gass­fund við Føroyar framvegis er livandi og enntá vaks­andi – men vit mugu góðtaka, at leitingin kann taka longri tíð, enn flestu okkara hava roknað við. Kaj Leo Johannesen, løgmaður var sera bjart­skygdur í nýggjárs­røðu síni. – Eg eri bangin fyri, at eg ikki eri líka bjartskygd, sjálvt um eg eri tað av lyndi, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag. Hon sigur, at fyri felag hennara standa stórar avbjóðingar fyri framman i nýggja árinum. Bygnaðar­ broytingar skulu gerast í almannaverkinum, har fleiri hundrað limir í Pedagogfelagnum ar­ beiða, og tað ræður um at fylgja væl við. Føroya Pedagogfelag skal eisini til samráðingar longu aftur í heyst. Tað verður ikki leingi, til felagið fer at fyrireika seg. Hesar samráðingar verða neyvan lættar. Maud Wang Hansen sigur at flatskatturin hevur ikki gagnað limum hennara. Kanska hava onkrir leiðarar fingið eitt sindur burturúr, men leiðararnir eru fáir. – Fyri hinar limirnar hevur tað heldur verið øvugt. Haraftrat hava fleiri orsakað av sparingum eru fleiri pedagogar settir niður í tíð. Tær hava ikki ávirkað arbeiðsloysið, men við at fara niður í tíð,m eru umstøðurnar hjá fleiri vorðnar verri, og tað mugu vit gera nakað við, sigur Maud Wang Hansen. – Men eg eri ikki svartskygd, og eg síggi ljóst upp á allar avbjóðingarnar. Tað fer at henda nógv í ár viðvíkjandi útbúgving, á arbeiðsøkinum og í aðrar mátar, sigur Maud Wang Hansen. Áhugin fyri Føroyum er vaksandi Eitt oljuár við spennandi avbjóðingum Eg velji at vera bjartskygd Guðrið Højgaard Stjóri í Ferðaráði Føroya Jan Müller, Stjóri í FOÍB (Føroya Oljuídnaðarbólki) Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelagi Tá borað varð í fjør vitjaðu Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og Johan Dahl, oljumálaráðharri umborð á Cosl Pioneer. Hetta var fyrstu og einastu ferð teir báðir hava vitjað ein boripall. Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil tók ímóti mynd: statoil