Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-04, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 1 · 4. januar 2013 10 VIKUSKIFTI mynd: eybii myndir Tónleikur Jákup Mørk post@sosialurin.fo Tað kann kanska ikki reiðiliga saman­ berast við Grammy-virðislønirnar, tá um ræður stødd. Men endamálið við Planet-Awards, sum Miðlahúsið er fyriskipari av, er hitt sama. Nevnliga at heiðra teimum, sum hava staðið seg best í farna tónleikaárinum. Í fleiri førum er tað kanska so, at somu nøvn hava hug at kaga undan, tá virðislønirnar skulu latast, men í eina bólkinum letur hetta seg mest sum ikki gera. Nevnliga tá ársins nýggja tón­ leika­navn skal finnast. – Eg hevði als ikki roknað við, at mítt navn skuldi vera millum tey til­ nevndu. Eg hevði í góðari tíð lagt mær jólafrítíðina til rættis, og hon skuldi brúkast til at vitja vinfólk á Lanzarote, sigur Hans Andrias, sum nú er afturkomin til Føroyar. – Og so var ov seint at broyta mein­ ing. Vit sótu so har niðri í hitanum og lurtaðu umvegis alnetið, tá tiltakið var á skránni, og tú kanst ætla, at frøin var stór, tá mítt navn varð nevnt sum vinn­ari. Og hvussu varð hetta so hátíðarhildið á Lanzarote? – Vit høvdu sjálvandi eitt ordans kvøld. Góður matur var á skránni, og so fóru vit sjálvandi eisini ein túr í býin at feira tað. Blues og folk vann 2012 hevur verið eitt ár, har Hans Andrias hevur verið hampuliga virkin á tón­leika­pallinum. Hann hevur verið part­ur av nógvum framførslum, og eis­ ini var hann við sum einstaklingur á SummarFestivalinum. Mongu framførslurnar hava gjørt hópin av fólkum varug við framúr tón­leikagávurnar. Ikki minst følnu rødd­ina, sum klárar at tulka tað mesta á framúr vakran hátt. Spurdur, hví tað júst gjørdist hann, ið vann heiðurin sum besta nýggja før­ oyska tónleikanavn í 2012, sigur Hans Andrias, at hann ikki er heilt vís­ur í, hví so varð. – Sjálvur haldi eg í øllum førum, at tað eru nógvir framúr góðir ein­stak­ lingar í føroyskum tónleiki. So bara tað at vera tilnevndur, tók eg sum ein stóran heiður. Í mun til hini tilnevndu, so er mín stílur tó heldur øðrvísi. Eg havi kanska meira folk og blues yvir mær, og tað er eftir øllum at døma nakað, sum fólk og dómarar hava dámt. Tað er í øllum førum mítt besta boð. – Men eg kann so bara staðfesta, at fyri meg er hetta ein sera stórur heiður. Eg veit væl, at tað er ymiskt, hvat fólk halda um eitt slíkt tiltak. Men fyri meg hevur hetta altíð staðið sum nakað heilt serstakt í føroyskum tónleiki. Síðani Planet Awards byrjaði, havi eg altíð fylgt spentur við, tí hetta er nakað av tí størsta, sum er innan føroyskan tón­leikan. So at standa við míni egnu planet er sjálvandi nakað heilt serligt, sigur Hans Andrias. Betri navn Eitt er sjálvandi, hvussu tað kennist, tá tú soleiðis ert móttakari av eini virðis­ løn. Annað er, hvussu ein slík virðisløn kann brúkast. Ella kann hon brúkast til nakað? – Sjálvandi kann hon tað. Fyrst og fremst, so kann hon virka við til at gera mítt navn meira kent. Sjálvur havi eg í øllum førum havt tað so, at hev­ur onkur bólkur ella einstaklingur verið nomineraður, og eg ikki hava kent serliga nógv til viðkomandi, so hevur hetta skapt forvitni. Eg havi roynt at savnað mær vitan og lurtað eftir tón­ leik­inum hjá teimum, og kann hetta eis­ini vera galdandi fyri mín tónleik, so eri eg longu komin longri, enn eg var, áðrenn eg fekk planetina. – Setningurin hjá mær verður so sjálv­andi at fáa gagn av hesum. Eg havi í øllum førum sett mær sum mál, at eg í 2012 skal spæla so nógv, sum tað á nakr­an hátt ber til. Vil tað so siga, at vit eisini kunnu rokna við at uppliva teg á stórum før­ oyskum tónleikatiltøkum sum Vágsbotn, G! Og SummarFestivalinum í ár? – Tað fái eg illa svarað fyri. Eg eri í øllum førum ikki bookaður til nakran av stóru festivalinum enn, men tað ger neyvan mínar møguleikar minni, at eg nú havi fingið hendan heiðurin. Og eg sigi í øllum førum ikki nei, um eg verði spurdur, sigur Hans Andrias Jacobsen. Ferðin til Lanzarote var longu bíløgd, tá Hans Andriasen Jacobsen fekk at vita, at hann var tilnevndur til eina Planet. Tí var tað umvegis netvarpið, at hann fekk heiðurin, men nú er hann aftur á klettunum, og planetin skal brúkast, sigur ungi Klaksvíkingurin sat á Lanzarote Planetin Umframt at hava sett sær fyri, at hann skal spæla so nógvastaðni, sum tað ber til, í 2013, so hevur Hans Andrias Jacobsen eisini aðrar og stórar ætlanir við tónleikinum komandi árið. Higartil hevur talan bara verið um tvær single-útgávur, sum báðar eru tøkar á netinum, men ætlandi kunnu tón­leika­ hugaðir føroyingar gleða seg til eina fløguútgávu frá Hans Andriasi í 2013. – Eg havi skrivað nøkur løg, og eg eri í holt við fleiri onnur, so eg ivist ikki í, at tilfarið røkkur til eina fløgu. Ætlandi skal eg eisini í studio í ár, men enn er kanska ov tíðliga at siga, um alt verður liðugt, áðrenn hetta árið er farið. – Hinvegin kann roknast við, at okkurt staklag afturat fer út á netið, so tað er eingin ivi um, at okkurt nýtt verður at hoyra frá mínari síðu í komandi árinum, sigur Hans Andrias. Egin útgáva ávegis