Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-04, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. januar 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 1 · 4. januar 2013 14 VIKUSKIFTI Kronikk Óli Samró post@sosialurin.fo Bókin Exit Føroyar er ein væl skrivað endur­tøka av evninum við íkasti frá nógv­um skilagóðum fólki. Øll hava okk­urt at bera fram, duga væl at skriva sína søk og geva sítt til størstu av­ bjóðing­ina í nýggjari føroyskari søgu. Høgni Reistrup og Heri á Rógvu hava gjørt eitt megnar arbeiði. Má tó siga, at eg kendi tað, sum um eg havi lisið tað sama alt mítt lív, kendi alt aftur, trupulleikan, analys­urnar og møguligar loysnir. Í 1993 framskrivaði Rolf Guttesen, geo­grafur, talið á kvinnum í aldrinum 20-29 ár at vera minus 29 um aldarskifti. Eg ringdi til Rolf og spurdi, um tað var ok at rætta tað til null. Var sjálvur skrivari í før­oysku Endurreisingarnevndini. Rolf Guttesen var formaður, og gjørdi hann nógv burtur úr demografiini. Hann hevði gjørt eina framskriving við ymiskum fortreytum. Tølini vóru ikki tespilig. Minus 29 kom tó ongantíð á prent. Á Hagstovuni greindi Hans Pauli Strøm støðuna. Heldur ikki hansara tøl vóru tespilig, okkurt við 25.000 fólkum í Før­oyum um fá ár. Lat ongan iva vera um, at eg eri púra samdur: Fólkafráflytingin og tann av­ skepl­aða fólkapyramidan, undir­skotið av kvinnum er størsta hóttanin í før­ oyska samfelagnum. Men eg haldi, Exit Føroyar ger alt ov lítið burtur úr tí mentalu gjónni ímillum tað føroyska samfelagið og tað danska. Tað føroyska fiskivinnusamfelagið og danska »overførselssamfundet« sam­ pakka ikki. Hetta er ikki loysing ella sam­band, men tvey samfeløg, sum einki, eg endurtaki einki, hava til felags. Vinnulív, familjubond, mál, nátt­úra og veður, mentan, matvanar, alt er ymiskt. Vil ikki viðgera ein og ein høvund. Men má tó taka fram Anniku Olsen, lands­stýriskvinnu og Sjúrð Skaale, fólka­timgsmanni. Tey raka seymin beint á høvdið. Annika sigur: »Mangan hevur skemti­liga verið tikið til, tað er tí, at føroyskir menn eru ov bygdasligir, ella at føroyskir menn eru keðiligir, ja onkur vil vera við, at teir eru mammudreingir. … Hóast tað er avmarkað próvføst vitan um evnið, meti eg eina av orsøkunum til, at kvinnur ikki støðast í Føroyum vera, at vit sum fiskivinnutjóð ikki hava megnað at nútímansgera okkara høvuðs­vinnu, soleiðis at hon eisini dregur kvinnurnar at sær« … »Mín meting er, at fiskivinnan sum heild ikki hevur dugað at tillaga seg nýggjar tíðir. Vinnan hevur ikki dugað at eggja kvinnum við útbúgving til at starv­ast í fiskivinnuni. Stórur partur av okk­ ara høvuðsvinnu ber framvegis brá av einari siðbundnari ídnaðarvinnu við eftispurningi eftir ófaklærdari handar­ ligari megi, heldur enn eftir know-how og støðisligari útbúgving« … »Fyrsta fortreytin er, at vit flyta okkum frá at vera ein rávøruútflytari til at vera ein matvøruframleiðandi tjóð, sum kann skapa nógv nýggj og vitanartung størv í høvuðsvinnuni.« Sjúrður viðger skilagott tjóðskapar­ kensluna, søguligar dreymar og visjónir og sigur so: »Men hugburðurin er ring­ ur at fáa eyga á, tá studentar ganga við skeltum, sum siga VIT RÝMA«. Eg vil taka tráðin hjá teimum upp og við­gera spurningin víðari um ung og kvinnur í fiskivinnuni og um at seta ung­dóm­inum krøv og hoyra teirra dreymar og visjónir. Bókin manglar eftir mín­um tykki at gera munandi meira við at lýsa og viðgera hesi tvey evn­ini betur. Eg vil við hesi kronikk geva mítt íkast við at viðgera: • Hvørjum liva vit av í Føroyum • At tora at seta undgóminum krøv Fisk inn í skúlan Fiskur er alt í Føroyum – um vit vilja tað ella ei. Tí má treytin til hvønn ein­ asta næming, ið kemur út frá miðnáms­ skúla, vera: • At duga at samskifta í talu og skrift á enskum • At hava eina holla vitan um fisk At duga enskt í talu og skrift er ein sjálv­fylgja og óneyðugt at viðgera víð­ari! Sum fiskivinnutjóð hava Føroyar helst tey bjartastu búskaparligu útlitini í Evropa. Grundarlagið fyri vøkstri er har. Eftirspurningurin eftir fiski eksplo­derar, alt meðan útboðið minkar. Norður­atlants­havið er heimsins ríkasta hav. Mitt í tí sum ein passaranál eru Før­oyar! Heimurin skríggjar eftir fólki við maritimum førleikum! Hvat er problemið, hví skal ung­dóm­ urin velja at rýma ella ikki vilja flyta aftur til landið við nógvum møguleikum og spennandi avbjóðingum? Fyri tað fyrsta er fiskivinna og tað maritima ikki »sexy« – er ikki dragandi, lokkandi og eggjandi. Og fyri tað næsta vita tey ungu ikki, hvat gleppur teimum av hondum. Men hví er tað maritima so ikki drag­andi? Helst tí at tað almenna rúmið er fylt við tí, sum ungdómur heldur vera »gamla­manna­møsn« um fisk uttan virð­ing fyri kvinnuligum áhugamálum, tað keðir tey, serliga genturnar. Fiskivinnan og alivinnan hava alt, ein kann droyma um av spenningi og avbjóðingum! Náttúra, veður, aling, veiða og fiskastovnar. Neyðugt er við før­leika og áhuga fyri lívfrøði, teknologi, fram­leiðslu­tøkni, process, management, logistic, marketing, communication, business, roknskap – ja har er tørvur á øllum fakumráðum. Fiskivinnan krev­ur lærarar og gransking, leiðarar, teknik­ arar, arbeiðsfólk, flutningsfólk, ja alt. Og so er vinnan burturav international við teimum krøvum til førleika, sum har til hoyra. Fiskivinnan og avleidda vinn­an hava tørv á og pláss fyri einum stór­um parti av teimum vitanartungu fak­unum. Hví vrakar ungdómurin so fiski­ vinnuna? Eg óttist fyri, at tað er tvørrandi grund­vitan um fisk og fiskivinnu! – Fiskur er alt í Føroyum – um vit vilja tað ella ei, skrivar Óli Samró í hesi kronikk eftir útgávuna av bókini Exit Føroyar inn í skúlan! Fisk