fríggjadagur 4. januar 2013síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 1 · 4. januar 2013
15
VIKUSKIFTI
Fiskur og læran um náttúruna má inn
í skúlan.
Føroysk børn vita ikki meira um fisk
enn teirra javnaldrar í øðrum londum,
tá tey koma út úr miðnámsskúla. Tað
kann ikki bera til, at ein drongur ella
ein genta úr Klaksvík ikki hava størri
førleika til fisk og aling enn teirra javn
aldrar úr Birkerød! Hóast tey hava
roynt at verið á floti ella kruvt við for
eldrunum, so hevur skúlin ikki lagt nóg
nógv afturat.
Føroysk børn hava ikki fingið ment
grundvitanina, sum kveikir áhugan
fyri føroysku primervinnuni. Børn
mugu stimbrast fyri at fáa áhuga. Hava
børn atgongd til ljóðføri, forvitnast tey,
kunna foreldur og lærarar stimbra tey í
at nýta ljóðføri og læra tey grundina, so
mennast tey skjótt. Soleiðis læra børn
at spæla klaver, gittara ella annað ljóð
føri.
At vinnan tryggjar fíggjarligt
grundarlag undir sjósavninum, er ein
sjálvfylgja. Vinnan eigur at standa í kø
at sleppa at sponsorera sjósøvn, meðan
barnagarðar og skúlar standa í kø at
sleppa inn.
Úrslitið kenna vit. Í dag verða
vitanartungu avgerðirnar og business-
parturin í størri og størri mun avgjørd
uttan fyri Føroyar av útlendingum. Eftir
standa føroyingar og veiða fiskin, egna,
blóðga, bøta trol, meðan kvinnurnar
reinskera. Tað heldur ungdómurin ikki
vera lokkandi!
Eg kann vissa tey ungu um, at
neyvan nøkur vinna er so spennandi
og mennist so skjótt sum fiskivinnan!
Tá fiskivinnan er sterk við vitanar
tungum størvum, veksur eftirspurn
ingurin eftir vitanartungum vørum
og tænastum og harvið eisini tørvurin
á útbúnum fólki í vinnunum rundan
um fiskivinnuna. Avleiðingin er, at
eftirspurningurin veksur eftir øðrum
vitanartungum tænastuvinnum sum
arkitektum, tannlæknum o.s.fr. eins
og eftir eftir handverkarafakum.
Sjálvandi hava eitt nú komandi
læknar, sálarfrøðingar, arkitektar og
nógv onnur ikki tørv á at duga fisk.
Men tað skaðar tey ikki. Harafturímóti
er tað tvingandi neyðug grundvitan hjá
eitt nú lærarum, almennum fyrisitarum,
politikarum, búskaparfrøðingum, løg
frøðingum, handilsskúlafólki, ja flest
øllum, sum í framtíðini skulu virka í
Føroyum.
Boðskapurin er: Tað er tørvur á fólki
við kombinatiónini av einara høgari
fakvitan innan eitt akademiskt øki og so
gundvitanini um fisk – fakini naviga
tión og maskin er ikki nógmikið!
Um at seta krøv
Uttan krøv mennist eingin, hvørki veik
ella sterk.
Føroyskur ungdómur sleppur í
gjøgnum skúlaskipanina, frá tey eru
7 til eini 25 ár, uttan at verulig krøv
verða sett til tey ella foreldur teirra á
leiðini. Alt er trygt. Alt er goldið, og
fylgir tann einstaki nøkulunda við, ja
so gongur tað eftir einum samlibandi.
Samfelagið skipar fyri og veit, hvat er
best fyri teg!
Tað er eitt sindur naivt av høvund
unum, at teir ikki »anfekta« tey ungu.
Hvar eru dreymarnir og visjónirnar,
hvar eru krøvini til hesi ungu, hvar eru
málini? Hvat vilja tey stríðast fyri?
Bókin gevur enntá pláss fyri upp
skoti um, at tey lesandi kunna koma
beinleiðis inn í ALS frá lestrinum!
Tey føroysku lesandi í Danmark
minna meg nógv um tey kinesisku eina
børnini, tey verða viðfarin sum krystall.
Tann vinkulin manglaði í bókini.
Føroyski ungdómurin á
Oyrarsundskollegiinum
Sjónvarpssendingin »betongbygdin« hjá
Pætur M. Dahl um Oyrarsundskollegiið
var áhugaverd. Sjálvandi ber ikki til at
generalisera, men sendingin vísti á,
hvussu vandamikið tað er, at tey ungu
fáa sær útbúgving í Danmark, og tá tey
liva í vardum umhvørvi.
Hesi ungu fólkini kunna missa evn
ini at sosialisera seg við onnur, ið ikki
hava akkurát somu bakgrund sum tey.
Tey eru uppvaksin í sama umhvørvi,
hava gingið somu leiðir sum børn,
tannáringar, og nú sum ung ganga tey
framvegis í flokki. Tey uppbyggja og
kontrollera hvønnannan frá barna
garði til Oyrarsundskollegiið. Hesi
fólkini blíva 25 ár uttan at hava havt
fyri neyðini at finna fram til nýggjar
sosialar relatiónir. Tey liva í eini
ostaklokku og eru alt ov sárbær. Tey
mangla evnini og royndirnar at byggja
upp nýggj netverk . Tey mangla eisini
royndirnar at stríðast og bjóða av í
ókendum umhvørvi.
Hóast danskar útbúgvingar eru
góðar og generelt helst tær bestu í
heiminum, so má málið hjá Føroyum
vera at fáa talið á føroyskum lesandi
í Danmark munandi niður og upp í
Føroyum og úti í víðu verð. Føroyar
tola ikki, at flest øll tey útbúnu hugsa
á sama hátt og byggja teirra útbúgving
á eitt samfelag, sum ikki sampakkar við
Føroyar.
Niðurstøða
– lítið samband millum
eftirspurning og útboð
Eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi í
Føroyum og útboðið av ungum nýút
búnum sampakka illa.
Hóast alivinnan í nógv ár hevur
drigið akademikarar til sín, so hevur
fiskivinnan als ikki. Nærum eingin aka
demikari ella hægri lærd fólk eru í fiski
vinnuni. Fiskivinnan sóknast mest eftir
navigatørum og maskinfólki og fólki
við millumútbúgvingum – ella ongari
útbúgving. Teir meta seg einans hava
tørv á grannskoðan og juridiskari ráð
geving.
Hinvegin so hava tey ungu ikki
nógv at bjóða fiskivinnusamfelagnum
Føroyum, tá tey ikki duga fisk.
Vitan og førleiki er framtíðin. Tað er
í vitanarframleiðsluni, at virðini skap
ast, og tað er har, Føroya framtíð liggur.
Framtíðin hjá Føroyum er bjørt, um
talið á fólki í fiskivinnuni við hollum
útbúgvingum fjølgast í stórum tali.
Potentialið er óendaligt hjá føroyska
ungdóminum. Men tey ungu mugu
vilja Føroyar – og fleiri teirra mugu
vilja fisk!