fríggjadagur 4. januar 2013síða 48
Tekstur á síðuni
nr. 1 · 4. januar 2013
Ja, so at siga allir!
Fleiri føroyingar føddir
Kringvarp.fo
Aha!
Kommunurnar taka frá teim lágløntu
Norðlýsið
Ljóðar alvorligt!
Ali í kríggj við bankan
Dimma
Propaganda?
Borgarstjórin er tíðindamaður í frítíðini
Dimma
Lítið frælsi
Lívið hjá teimum eldru skal nú ásetast við lóg
Portal.fo
Nær koma tey uttan matarlyst?
Funnið 20 føroyingar uttan luktisans
Dimma
Í ranga
strúpan
Nýggjárskonsert
Leygardagin verður árliga Nýggjárskonsertin við
Føroya Symfoniorkestri, kóri og solistum. Konsertin
verður sum vant í Norðurlandahúsinum. Útselt er til
konsertina klokkan 19.00, og tí er ein eykakonsert
sett á skránn kl. 15.00.
Nýggjárskonsert
Norðurlandahúsið í Havn
Leygardagin 5/1 kl. 15.00 & 19.00
Spæla í
heimsins elstu
fótbóltskapping
Um vikuskiftið verður av álvara lagt til brots í
ensku steypakappingini FA Cup, sum er tann elsta
fótbóltskappingin í heiminum. Um vikuskiftið koma
fremstu feløgini í Onglandi upp í kappingina, og
tá plaga ofta óvæntað úrslit at verða, tá ið lið í
lægru deildunum gera ein vørr. Dystir verða bæði
leygardagin, sunnudagin og mánadagin, og nakrar
teirra ber til at síggja í sjónvarpi.
FA Cup
6’arin
5/1, 6/1 og 7/1
Airplane!
er stuttligast
Bretska blaðið Telegraph skrivar um eina
kanning av, hvør filmur er tann stuttligasti
nakrantíð. Sambært kanningin er filmurin
Airplane! (Højt at flyve á donskum) stuttligasti
filmurin. Í hølunum á honum er The Hangover.
Á topp 10 listanum eru eisini filmar sum Borat,
American Pie og Life of Brian.
Gangnam Style
setur met
Stóra popphittið í fjør var Gangnam Style hjá
suðurkoreanska rapparanum PSY. Fólk um allan
heimin vóru við, tá ið sangurin varð spældur á
útvarpsstøðum kring heimin, og á YouTube var
áhugin fyri Gangnam Style metstórur. Í løtuni er
sangurin sæddur meira enn eina milliard ferðir, og
tað er mest sædda video á YouTube nakrantíð.
baksíðan...
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
– Eg hevði sagt:
»Hevur tú hoyrt Don’t
Look Back In Anger?« Og hann
hevði svarað: »Sjálvandi«.
Síðani hevði eg sagt: »Tað eri eg,
so lat meg sleppa inn. Eg kann
spæla ein sang fyri tær. Eg havi
stolið eitt sindur, brúk rúsevni,
men eg eri okay«
Rocktónleikarin Noel Gallagher um at hitta
Santa Pætur á evsta degi
– At seta bygging
av Marknagilsdeplinum
og útbygging av Fróð
skaparsetrinum upp ímóti
hvørjum øðrum, sum ein
antin-ella íløga, er burtur úr
vón og viti. Sjálvandi skulu
vit gera bæði
– Vit, sum eru
vald á Føroya Løgting,
eru skilafólk. Vit eru
toppurin í Føroyum, sum
eru vald á Løgting og eg
haldi, at vit hava livað
upp til álitið.
Gunvør Balle, løgtingskvinna
Kaj Leo Johannesen, løgmaður,
í røðu í løgtinginum