mánadagur 7. januar 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. januar 2013 · Nr. 2
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Í dag, tann 7. januar, hevði
okkara góða og kæra mamma
fylt 95 ár, og høvdu vit gjørt
okkum tankar um, at vit
vildu heiðra henda dagin
saman við henni og øllum
teimum nærmastu.
Men so skuldi ikki verða,
tí boð vórðu eftir tær - Harrin
vildi hava teg heim til Sín at
vera - til nakað nógv betur.
Vit sakna teg, men kunna
bara takka fyri, at vit fingu
loyvið at hava teg so leingi.
Mamma, tú gav okkum
allan tann kærleika og trygg
leika, sum eitt barn kann
ynskja sær, og vit kundu altíð
roknað við tær. Ja, heimið
varð okkara trygga borg.
Hóast lívið ikki altíð hev
ur verið so lætt, so hevur tú
borið alt við tolni. Hugsið
um ta tíðina, tá pápi okkara
gjørdist sjúkur, tá vart tú í
góðum árum. Hann doyði í
1995, eftir fleiri enn 10-ára
langa sjúkralegu. Er tað nak
að, vit hava at læra av tær, so
er tað títt “Nøgdsemi og toln
að lyndið” – sum vit trúgva
eisini bar boð um tín innara
frið, sum tú átti í hjartanum
við tín Harra og frelsara.
Vit gleðast um, at tær
untist ein góðan og ríkan
aldurdóm - við góðari heilsu.
Hóast tú ikki gjørdist omma,
fyrr enn tú nærkaðist teim
um 60 árunum, so untist
tær at fáa 5 ommubørn, og 3
langommubørn, sum tú vært
sera góð við og gleddist nógv
um.
Ikki var so vanligt hjá
kvinnum, at arbeiða úti tá á
døgum - sum tað er í dag. Tú
og fleiri aðrar konur í tínum
aldri, byrjaðu at arbeiða á
flakavirkinum
“Nikur”
á
Toftum í 1976 - tá vart tú 58
ár. Hetta gjørdist eitt nýtt
kappittul fyri teg mamma, og
fleiri aðrar konur har á leið.
Stuttligt var at síggja, hvussu
glað tú fórt til arbeiðis.
Tær dámdi eisini væl at
koma saman við kvinnunum
inni í Berøa. Tú vísti okkum,
alt tað tú hevði gjørt og
gleddist um tað - ja, eftir
teg liggur ein stór mongd
av bundnum og tilvirkaðum
pløggum.
Eisini minnast vit all
ar teir góðu túrarnar, vit øll
hava verið saman í summ
arhúsið í Danmark - og hjá
ommudóttrini í Keypmanna
havn.
Tá ein hevur nátt so høgan
aldur, skal ikki so nógv til
at órógva heilsuna, so varð
eisini hjá tær góða mamma.
Tú fekst eina heilabløðing á
heystið í 2009. Hetta gjørdi,
at tú ikki kundi gera tað,
sum tú plagdi. Sum tíðin
gekk, varð ikki møguligt hjá
tær at vera heima longur. Tá
var gott at fáa møguleikan at
koma á Vesturskin á Toftum,
har tú fekst alla ta hjálp og
umsorgan, tú hevði brúk fyri.
Men ringt var at koma inn í
heimið á Saltnesið aftaná
og síggja - at tín stólur var
tómur.
Tað fellur ikki øllum í
lut at vera so virkin sum tú
mamma - heilt til tey gott
90 - árini. Tað hevur verið
ein serligur hugnið at komið
inn í barnaheim okkara -
følt roykin av nýbakaðum
breyði og køkum. Mamma,
tú hevði títt fasta pláss í
køkinum, har tú elskaði at
sita og binda, lesa ella lurta.
Eitt ótal av troyggjun, hosum
og vøttum hevur tú virkað so
ómetaliga snøgt úr hondum
tínum til okkum øll, ikki
minst til tíni kæru ommu- og
langommubørn.
Tað var gott at kunna vera
saman við tær, góða mamma,
líka til tín síðsta andadráttt.
Vit báðar døtrarnar fingu
loyvi til at siga tær farvæl -
tú heilsaði okkum so vakurt,
áðrenn tú fór heim til Jesus,
sum tú elskaði - “Ein ógloym
andi løta”.
Vit
ynskja
hervið
at
lýsa frið yvir okkara kæru
mammu, sum vit minnast
við stórum takksemi til Tann,
sum okkum hana gav.
Helena og Eyðhild
Minningarorð um mammu okkara
Margretha Hansen, Saltnes
Andlát
Rosa Højgaard, Skála
andaðist á Gøtubrá 5. januar, 101 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Skála kirkju
mikudagin kl. 13.
Tey, ið ynskja at senda blómur ella krans, kunnu í
staðin lata eina peningagávu til felagið Javni, konta
í peningastovnunum.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum fyri sýnda
samkenslu við jarðarferðina hjá okkara kæra
pápa, verpápa, abba og sambúgva
Johan O.S. Hansen, (Hanni)
Glyvrar
Tøkk fyri blómur og kransar,
og fyri gávur til Ellisheimið.
Inga, Katrin, Niels Pauli
og Kirstin við familju
Tøkk
Øllum tykkum, sum á ymsan hátt sýndu
samkenslu, tá ið kæri maður, pápi,
verfaðir, abbi og langabbi okkara
Johannes Jóhannessen
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir.
Ein serstøk tøkk til Símun P. Jacobsen prest,
fyri góð og troystarrík orð.
Eisini ein serstøk tøkk til Jógvan Fríðriksson.
Tøkk til kirkjutænarar, berarar, sangarar og
tykkum, ið á ymsan hátt hjálptu
til við jarðarferðina og ervið.
Tøkk fyri peningagávur til Heilbrigdið.
Tøkk til tykkum, ið fylgdu Johannes til hansara
seinasta hvíldarstað.
So verða tey tá verandi, trúgv, vón, kærleiki, hesi trý
– men størstur av teimum er kærleikin.
1 Kor. 13,13
Familjunnar vegna
Samuelina
Kristbjørg, Tórhild og Katrina
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
EbEnEzEr
www.ebenezer.fo