Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 7. januar 2013 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Anne Mette Greve Kle­men­ sen, prestur í Fuglafirði, hev­ur nú tikið tað óvan­liga stig at melda ein víð­gongd­ an prædikumann til løg­ regluna. Sjálv hevur hon ongar við­merkingar yvirhøvur, men kriminalløgreglan í Før­ oyum váttar, at tey tey hava fingið eina fráboðan frá fugla­fjarðarpresti. Talan er um umstrídda præ­dikumannin, Sjúrð Høj­ gaard í Rituvík, sum í óvanliga ógvusligum og víðgongdum vendingum, leggur eftir presti í Fuglafirði. Fuglafjørður hevur ein prest, enntá ein kvinnuligan prest, sum blástemplar so­ domi, staðfestir hann. Er nakað skil í fuglfirð­ ingum, sparka teir hava hana út, ella fara teir sjálvir, sum hann málber seg. – Hon er prestur sátans, staðfestir hann og leggur aft­ urat, at hon mælir til hordóm og sodomi. Sjúrður Højgaard nevnir enntá brot úr Bíbliuni um at drepa børn hennara og hann vónar, at várharra tekur í herðatoppin á henni og syftir hana úr kirjuni. Vandamikil Breivikari Marin Sólheim Thomsen, for­kvinna í kirkjuráðnum í Fuglafirði, staðfestir, at tað er í samráð við hana, at prestur hevur meldað málið. – Sjálvandi tók eg undir við, at prestur meldaði hetta málið, sigur hon Annars fer kirkjuráðið heilt avgjørt at umrøða málið á fundi. Men hon tekur málið í størsta álvara, tí hon held­ur ikki, at útsøgnir, sum hes­ar, kunnu fara afturvið borð­in­ um. Tí heldur hon, at tað var neyðugt at melda. Hon heldur, at Sjúrður Høj­gaard er ógvuliga vanda­ mikil, serliga fyri ung, sum eru søkjandi í síni trúgv. Hann er ein ”Breivikari”, leggur forkvinnan í kirkju­ ráð­num afturat. Tað kann vera, at ein kundi smírast eitt sindur eft­ ir honum í fyrstuni. – Men nú er hetta vorðið so ógvusligt, at nú ber ikki til at flenna longur. Nú má tað takast í álvara, sigur Marin Sól­heim Thomsen. – Vit taka frástøðu frá øll­ um útsøgnunum hjá Sjúrði Høj­gaard ímóti okkara presti. – Tað er forkastiligt, at ein frelstur føroyingur fer so­ leiðis fram ímóti øðrum. Serliga er tað fallið henni fyri bróstið, tað hann sigur prestin sjálvan, børn hennara og húski hennara. – Eg var lamsligin av at hoyra hann. Hinvegin ivast hon ikki í, at nógv taka undir við Sjúrði Højgaard í sjónarmiði hansara um kvinnuligar prest­ar, um enn tey ikki brúka sama orðaval, sum hann. Forkvinnan í Kirkju­ráð­ num staðfestir, at presturin í Fuglafirði hevur fulla undirtøku í Kirkjuráðnum og at hon er ein ógvuliga væl lýddur prestur ímillum fólkið: Prestur í Fugla- ­firði meldar prædiku­mann MELDAR Prestur í Fuglafirði hevur nú meldað víðgongda prædikumannin, Sjúrð Højgaard í Rituvík Hesi bæði næstu tvey árini fer for­ mað­urin í Havnar Ar­beiðs­mannafelag framvegis at eita Hans Joensen. Tað er greitt, nú freist­in at stilla upp til for­mans­ val­ið í Havnar Ar­ beiðs­mannafelag, er farin. Felagið hevur aðal­fund í mars og har er formansval á skránni. Freistin at stilla upp var úti á nýggjárinum og tá ið freistin var farin, var onki uppskot inn­komið. Sostatt heldur Hans Joensen fram uttan atkvøðu­ greiðslu. Hvørt valskeið er tvey ár og sjálvur sigur Hans Joensen, at hann er sinnaður at taka eitt valskeið afturat. – Eg havi nógv upp á hjartað, tí eg eri púra greiður yvir, at framvir verður tað neyðugt at fylgja gongdini á ar­ beiðs­marknaðinum ser­stakliga nágreini­ liga. Eitt, hann hugs­ ar um í hesum sam­ bandi, er fakfeløgini mugu vera á varð­ haldi at forða fyri, at útlendsk ar­beiðs­ megi kemur hig­ar at arbeiða fyri undir­ løn. Men Hans Joen­ sen dylir ikki fyri, at hann kundi hugsað sær, at samstarvið ímillum fak­feløgini var nógv ster­kari, ikki bara í hesum sambandi, men sum heild fyri at verja tað, feløgini hava vunn­ið, sum hann tekur til. Hans heldur fram sum for­ maður Hóttanir Anne Mette Greve Klemensen, prestur í Fuglafirði, hevur verið fyri so ógvusligum ágangi, at hon hevur meldað til løgregluna Eg var lamsligin av at hoyra hann