Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. januar 2013 · Nr. 2 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Milan enn í Føroyum Nú er mest sum greitt, hvar Milan Kolovrat skal sita dómin, men hinvegin er ikki heilt greitt, nær hann verður fluttur til Danmarkar Leo Poulsen Tað eru enn nøkur praktist ting, sum skulu fáast upp á pláss, áðrenn Milan Kolovrat kann flytast til Danmarkar at sita tey 14 árini, sum hann fekk í revsing fyri at drepa Dánjal Petur Hansen, van­ liga nevndur Piddi. Hildur Hentze, vara­ kriminal­ovasti, sigur, at enn vanta nakrir smálutir at fáa upp á pláss, so sum flutn­ ingur og annað. – Vit skulu eisini finna út av, hvat vit skulu gera við ognir hansara, so tað eru nøkur praktist ting at fáa upp á pláss, áðrenn klárt er at senda hann til Dan­mark­ ar, sigur Hildur Hentze. Bent Jákup Hansen, leið­ ari í Arrestini, dugir ikki at siga, nær Milan Kolovrat verð­ur fluttur til Danmarkar. – Vit bíða bara eftir boð­ um, sigur Bent Jákup Han­ sen. Hann sigur, at Horsens Statsfængsel so smátt byrj­ aði at niðurlaga virksemið fyri tveimum árum síðani. – Fongslið er so illa farið, og samstundis er eitt nýtt fongs­ul bygt beint uttan fyri Horsens, í Emmersbæk, og har er ætlanin at hava fang­ ar sitandi, sum hava fingið eina ávísa longd á dóminum, og fangar, sum skulu út­vís­ ast eftir at hava sitið dómin, sigur Bent Jákup Hansen. Peter Lundin var ein av teimum fangunum, sum sat í Horsens Statsfængsel, og tí er líkt til, at Mlan Kolovrat kemur at sita saman við honum í nýggja fongslinum í Emmersbæk. Varðin Pelagic fyrstu svartkjaftalastina Jupiter byrjaði í gjár at landa fyrstu svartkjaftalastina til Varðan Pelagic á Tvøroyri. Svartkjaftur er eitt av grundasteinunum undir virkinum Leo Poulsen Tíðliga sunnumorgunin byrj­ aði kombineraða nótaskipið og trolarin Jupiter at landa tey 700 tonsini av svartkjafti, sum skipið hevur fiskað, til Varðan Pelagic á Tvøroyri.

 Hetta er fyrsta svart­ kjaftalastin í ár, og hetta er samstundis fyrstu ferð, at Varðin Pelagic tekur ímóti svartkjafti yvirhøvur. – Hetta er so ein roynd, og hesin svartkjafturin verður heilfrystur, men seinni fara vit so at skera, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðin Pelagic. Hann sigur, at tað verður tikið eitt stig í senn við at frysta og síðani at skera. – Seinni koma týskarar upp til Føroya at seta deilir í maskinurnar, sum skulu til fyri at kunna skera svart­ kjaft. Teir koma seinni í vikuni, sigur Bogi Jacobsen. Tað merkir, at maskin­ur­ nar ikki sum er kunnu skera svartkjaft. – Tær eru keyptar at skera svartkjaft við, líka so væl sum sild og makrel, men tað eru lutir, ið verða skiftir út millum framleiðslurnar, og tað eru hesir lutir, ið týsk­ ararnir koma við, sigur Bogi Jacobsen. Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at virkið eisini skuldi taka ímóti svartkjafti. – Ja, tað hevur alla tíðina verið ein partur av kon­ septinum. Vit ynsktu at fáa svartkjaft í desember mánað fyri líka sum at royndarkoyra maskinurnar og fram­leiðsl­ una, men tað eydnaðist so ikki, sigur Bogi Jacobsen. Hetta er tí fyrsti svart­ kjafturin, sum virkið tekur ímóti. – Vit eru spentir upp á at royndarkoyra fabrikkina og maskinurnar, tí tað er altíð so, at tú noyðist at innstilla summar lutir, og tað verður so gjørt við næstu lastina, sigur Bogi Jacobsen. Væl nøgdir Møguleikarnir eru fleiri at viðgera svartkjaftin. – Vit kunnu bæði av­ høvda, magaskera og skrá­ skera, so har liggja fleiri møguleikar. Vit kunnu síðani senda vøruna til aðrar at turka, ella at vit frysta fløkini fesk, sigur Bogi Jacobsen. Svartkjafturin krevur eina ávísa stødd, fyri at mask­ inurnar kunnu skera hann. – Jú, tað skal hann hava, men vit hava stóran kapa­ sitet inni á virkinum at skilja svartkjaftin, og taka tað smáa frá og heilfrysta tað, meðan tann stóri fiskurin verður skorin, sigur Bogi Jacobsen. Nú komið er inn í nýggja árið, og hugt verður aftur um bak, letur stjórin væl at. – Vit eru væl nøgdir við farna árið. Tað hevur verið fult trýst á, og vit hava havt nóg mikið at gjørt heilt frá januar mánað av til des­em­ ber. Tað hevur verið strævið fyri alt arbeiðsfólkið, tí alt hevur verið nýtt, sigur Bogi Jacobsen. Hann heldur kortini, at tað hevur gingið ógvuliga væl. – Tá hugsað verður um, at alt hevur verið nýtt, og vit eru komnir heilskapaðir ígjøgnum tað, so eru vit ógvuliga væl nøgdir við árið. Tað kundi verið so nógv, sum gekk galið, og tí eru vit sera væl nøgdir við, at vit ikki hava mist ein einasta dag orsakað av tekniskum feil­ um, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðin Pelagic. Bogi Jacobsen, stjóri á Varðin Pelagic Milan Kolovrat situr enn í arrestini í Mjørkadali, men skal sita dómin á 14 ár í Emmersbæk Statsfængsel